var Smyril ov lítil sum farmaskip. Hetta var eisini ein grundgeving fyri at selja. Ein spurningur um (mis)álit Kortini helt andsstøðan á tingi ikki, at talan var um væl grundaðan politikk í hesum máli [...] Við hesum avhøvdaði hann eina rutu, sum í ferðamannahøpi var væl dámd, og sum eisini tá tað snúði seg um útflutning av feskum fiski fekk grundleggjandi týdning fyri føroyska fiskiídnaðin. Men hóast vaksandi [...] máli. Í kjalarvørrinum á søluni av Teistanum leigaði landsstýrið norska skipið Clare. Hetta var tó ein so dýr loysn, at hon beinleiðis fekk løgtingsmenn at seta spurnartekin við góðu grundgevingarnar hjá Sámali
okkum aftur, tá farið verður um Gøtueiði og aðrastaðni við. Bókin snýr seg um, at ung gerast vaksin og skulu taka ábyrgd av sínum gerðum. Hon snýr seg um koyrimentan, og um tær fylgjur, sum standast av [...] koyilærararnir um bókin skal verða partur av teoriundirvísingini ella um hon skal leggjast inn aðrastaðni. Hetta skal tó ikki misskiljast sum ein mótvilji frá koyrilærararunum móti bókini, men heldur um bókin verður [...] at fáa tey ungu at hugsa seg um, áðrenn tey seta ov nógva ferð á bilin. Hugsa um hvørjar fylgjur tað kann fáa fyri tey sjálvi, vinfólk teirra og ikki minst familjur teirra, um eitt óhapp skuldi hent teimum
nakrir bygdamenn umborð á einum skipi og tosaðu. Prátið kom tá eisini inn á støðuna í landinum, og um hvussu trupult tað var at klára seg, tí inntøkurnar hjá teimum vóru tengdar at fiskarínum. Støðan bleiv [...] aftur fleiri av teimum gomlu fiskavirkjunum runt landið, og at fleiri nýggj hava sæð dagsins ljós. Hetta er mennandi fyir bygdirnar og skapar trivna og gleði millum fólk. Tí er tað við blandaðum kenslum
júst eftirútbúgvingar verið spardar burtur. - Tað hevði verið væl, um vit kundu fingið sjúkrarøktina á hædd við tað, sum hon var áður. Hetta verður ein av stórum uppgávunum, men samanumtikið kann sigast, at [...] ráðgevingini mótvegis sjúkrahússtjóranum. Nakað soleiðis verður m.a. tikið til í starvslýsingini. Hetta starvið er nýtt, og verður síðustillað við læknastjóraembætið. 55 ára gamla Marjun Smith, er væl kend [...] Lágargarði í Havn. Seinastu 10 árini hevur hon verið leiðari á Lágargarði, og skal eisini frameftir røkja hetta starvið. Marjun Smith skal virka sum sjúkrasystrastjóri ein triðing av arbeiðstíðini. Spurd hví hon
Breckmann. Uppskotið um at seta nevnd at kanna heimastyrislógina er í løtuni í rættarnevnd løgtingsins til viðgerðar. Og hon fer at hava fund um málið fríggjadagin. Annars hava vit meiri um politiska fundin [...] viðgerðar í tinginum og nú tykist sum um Fólkaflokkurin ikki ræðist løgmann so illa, sum teir gjørdi fyri einum ári síðani. Á almenna fundinum á Tvøroyri mánakvøldið um støðu Føroya í ríkisfelagsskapinum [...] uppskotið sum nú liggur í tinginum um at seta nevnd at kanna heimastýrið. Formaður Fólkafloksins á tingi, Óli Breckmann, sum eisini sat við pallborðið, svaraði ongantíð til hetta. Men eftir fundin, spurdu vit
Amocosamtakið, ið er ein bólkur av oljufeløgunum Amoco, Fina, Mærsk Olie og Gas og Deminex. Hetta er fyrstu ferð hetta samtakið er í Føroyum, síðani Amoco kom uppí og tók yvir operatørleiklutin. Eisini umboð [...] skal takast til skattalógirnar í sambandi við eina komandi útbjóðing. Blaðið skilur, at uttan mun til um marknatrætan verður loyst nú ella ikki, so eru tað fleiri oljusamtøk, sum eru sinnað at bjóða uppá
rúmdarferjum og oyðileggur fíggindar, og so ein framhaldssøga um hetjukenda stríð menniskjunnar móti óndum og ágangandi aliens, alt sagt um meiri ella minni langar filmsstubbar. Seinasta útgávan var næstan [...] minkað um nýtsluna av filmsbrotum munandi og tey, sum eru, ber til at sita og njóta. Afturfyri er nú full ferð á actionpartinum. Sterkar teldur Tað er ótrúligt so lætt myndastreymurin rennur um skíggjan [...] berjast vit móti einum nýggjum fígginda hesaferð, Hetta eru nakrar óndsinnaðar verur frá mytologisku fortíðini hjá Kilrathi, og harav navnið profeti. Men sjálvt um fíggindin er nýggjur er bardagin eins og hann
og háfloygd orð um Føroyar sum eina tjóð millum tjóðir heldur ikki. Hetta skal tó ikki skiljast so, at eg eri ímóti, at vit gerast fræls tjóð, sjálvandi eri eg ikki ímóti tí. Men hetta eigur ikki at henda [...] secundavørur. »Mådelig pølse er altid bedst!« Og júst hetta skulu vit eisini venja okkum av við at hugsa um okkum sjálvi og tað, vit fáa av skafti. »Hetta er nóg gott til føringar!« Ja, soleiðis hugsar me [...] danskar.« Og júst hetta, at danir hava ilt at skilja, at vit eru føringar og ikki danir ger, at teir hava ilt við at taka okkum í álvara. Teir hugsa um okkum á sama hátt sum teir hugsa um bornholmarar. Men
kapping um plássini. ? Kongsvinger spælir eftir 4-5-1 skipanini við eini væl mannaðari miðju, har av tveir eru offensivir. Higartil havi eg so klárað at trýst hinar av, sigur Julian. Fekk brotsspark Um vikuskiftið [...] hevur Kongsvinger spælt fleiri venjingardystir sum fyrireiking til norsku landskappingina, ið byrjar um góðar tveir mánaðir, og Julian hevur verið við í teimum øllum. ? Tað hevur gingið ótrúliga væl, haldi [...] defensivur miðvallarleikari, sigur Julian Johnsson. Í Føroyum er Julian mest kendur sum ein spælari, ið er um allan vøllin og ofta heilt frammi í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum, men venjarin hjá Kongsvinger
fløk av landinum. Samlað var talan um eini 12.000 tons av feskum fløkum, sum fóru av landinum í fjør. Eisini útflutningurin av laksi kann fáa ein dyggan frammaná, um Pasadena setir kósina heim aftur til [...] ikki á marknaðin mánadag merkir hetta eina virðisminking upp á milliónir. Mitt í viku er fiskurin ikki líka nógv verdur. Hans Johannes sigur, at talan kann gerast um ein inntøkumiss upp móti einari krónu [...] sambandi við undirskotsraktu farmasiglingini til Skotlands. ? Fyri okkum er tað beinleiðis katastrofalt, um farleiðin dettur niðurfyri, sigur stjórin á Fiskasøluni Hans Johannes á Brúgv. Orsøkin til vanlukk