týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir verða í Havn í kvøld kl. 20 og kl. 22.30 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Jólatrøini í Hvalvík og Streymnesi verða tendrað [...] Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen [...] fríggjakvøld í KFUM frá kl. 21-1. Sunnudagin kl. 16 verður limafundur í KFUK við Jonu Henriksen, skrivara. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 16 jólafest fyri børnum. Øll eru vælkomin. Meinigheitshúsið í Havn Su
er ikki bara í Danmark, at val er í hendi. Edmund byrjaði valorrustu sína í farnu viku, og fer hann helst at útskriva val, so skjótt frægasta løtan vísir seg. Tá kann vera gott at sóla sær í einari vitjan [...] stjórnina í bankamálinum, eisini í sjálvum partabrævaumbýtinum - kemur til Føroya at hálsfevnast við løgmann, tá ið tað er hesin sami løgmaður, sum um stutta tíð skal taka avgerð um, um málið skal í rættin [...] mia. í skjáttina at taka við sær til Føroya tann 6. januar. Hetta hevði verið vorðið sum fongur hjá Edmundi. Avlýsing Nyrups mai 1995 Nyrup avlýsti sína seinast ætlaðu ferð til Føroya. Tað var í mai mánaði
vitjanina, eins og Sjávstýrisflokkurin í skrivi í dag sigur, at flokkurin ikki vil hitta forsætisráðharran, tá hann kemur hendavegin. Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, hevur verið millum [...] Vinstriflokkurin í Danmark, geva Nyrup skyldina fyri at hava gjørt ein brølara, men vit mugu ikki gloyma, at Óli Breckmann í samstarvi við teir Konservativu, eins og Sambandsflokkurin í samstarvi við V [...] serliga millum Javnaðarflokkarnar báðir. Ikki tosað við Nyrup síðani í fjør heyst - Eg havi ikki tosað við Nyrup Rasmussen síðani í fjør heyst, og eg var tí bilsin, tá hann ringdi til mín mánadagin, sigur
sum støðan er í løtuni, rokni eg ikki við, at tað kann koma uppá tal, at eg fari yvir har longu í januar mánaði. Ljóðar spennandi Henning Jarnskor spældi við stressbrotinum í beininum í langa tíð, áðrenn [...] at koma yvir í januar at hyggja eftir umstøðunum og at venja, men sum landið liggur í løtuni, spyrst einki burtur úr hesum, tí gøtumaðurin er skaddur. ? Eg fekk eitt stressbrot í beinið í summar, og eg [...] arin Henning Jarnskor hevur fingið áheitan um at koma at spæla í Íslandi næsta kappingarár. Tað er 2. deildarfelagið Fylkir, sum liggur í Reykjavík, sum hevur vent sær til GÍ-spælaran, og hevur boðið honum
kappingarár spældi í VB. Rættiliga tíðliga gjørdist tað greitt, at hann skuldi ikki halda fram í VB, og síðani tá hava fleiri feløg spurt seg fyri hjá honum. Í løtuni venur ein annar póllendingur í KÍ. Tað er [...] heim á jólum. KÍ fer eins og nógv av hinum liðunum undir venjingina síðst í januar, men síðani kappingarlok og fram til januar mánaði, venja KÍ-spælararnir innandura tvær ferðir um vikuna. Jóannes Jakobsen [...] vitjar skyldfólk í Klaksvík, og hann verður at síggja millum KÍ-spælararnar næsta ár. Komandi kappingarár verður eisini Fríðin Ziskason viðaftur hjá KÍ. Hann hevur verið í lestrarørindum í Danmark, men kemur
føroya á ríkisfund tann 6. januar, og longu nú hava fleiri av føroysku flokkunum boðað frá, at teir ikki ætla at tosa við danska forsætismálaráðharran. Hetta hevur fingið ilt í løgmann, sum sigur hetta vera [...] Herfyri avdúkaði SVF, at skrivarin í bankakanningini var gegniður, og hetta førdi so sjálvsagt til, at hann var skiftur út. Men tá tíðindini bórust, varð boðað til fundar í bankakanningarnevndini. Beinanvegin [...] sjónarmiðini . At teir ikki vildu blanda seg í hvør skuldi vera nýggi skrivarin, var ein greið støða, men hetta skuldu teir sagt á røttum stað og ikki gingið í føroyskum skýmaskotum og goymt seg, tá føroyingar
fyrst í februar mánaði, fer formaðurin í felagnum nógvu seinnu árini, Árni Joensen, úr nevndini. Í tíðindaskrivi, sum KÍ sendi fjølmðlunum fríggjadagin, verður sagt, at KÍ fær nýggjan formann í februar [...] februar mánaði. Felagið hevur longu fingið nýggjan formann í fótbóltsdeildini. John William Joensen fór frá á seinasta fundi, eftir at hann hevur verið formaður í tvey ár, og nú er Manni Høgnesen formaður í [...] fótbóltsdeildini. KÍ sigur í tíðindaskrivinum, at felagið hevur funnið stuðlar til allar vaksmannadeildirnar í fótbólti og til hondbóltsdeildirnar. Jóannes Jakobsen heldur fram sum 1. liðsvenjari og Anfinn
koma á Ríkisfundin, sum verður hildin í Føroyum. - Áður hevur hann verið hildin í Danmark, og tá í forsætismálaráðnum. Hesaferð er fundurin í Føroyum, og verður tí í Tinganesi. Annað veit eg ikki um hetta [...] Tað vóru nógvar telefonir sum kimaðu hjá Atla Hansen í Gøtu týsmorgunin. Tingmaðurin tosaði við fleiri fólk í senn, men hann hevði stundir at siga Sosialinum, at hann ikki hevur sagt, at hann ikki vil [...] vil hitta forsætisráðharran, tá hann kemur hendavgein 6. januar. - Eg havi annars ongar ætlanir um at hitta Nyrup, men eg veit ikki, um hann vil hitta meg. Verði eg boðsendur, so fari eg sjálvandi at práta
fiskiskap í íslendskum sjógvi og íslendskan fiskiskap í føroyskum sjógvi í 1996 og 1997. Partarnir samráddust um fiskiveiðimøguleikar hjá føroyskum skipum eftir botnfiski í íslendskum sjógvi. Í framhaldi [...] hava fyribils gjørt avtalu um, at føroysk skip í tíðarskeiðinum frá 1. januar 1998 til 30. apríl 1998 kunnu veiða 15000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi og í tíðarskeiðinum frá 1. juli 1998 til 30. apríl [...] um, at heildarkvotan í íslendskum sjógvi verður hækkað við 500 tonsum í 1998. Av hesi heildarkvotu, sum verður 5.500 tons av botnfiski verður toskakvotan hækkað úr 700 tonsum upp í 1000 tons, meðan nøgdin
áleiðis. Fyrstu fundurin í nevndini við tí nýggja formanninum verður neyvan hesumegin jól. Hann verður helst í januar. Arne Poulsen vónar annars, at oljulóggávan kemur ígjøgnum í tinginum skjótast til ber [...] tað er komið fram bæði í tinginum og í fjølmiðlunum, so er Árni sera væl umhildin og hann er fakliga øgiliga dugnaligur og hevur gjørt eitt stórt arbeiði. -Nú hava tit arbeitt saman í nevndini. Kann nevndin [...] Petur Alberg Lamhauge er komin inn í Oljuráðleggingarnevndina. Hann viðgongur, at tað er ein mangul, at tú ikki hevur havt nakran frá tí síðuni í nevndini. Sum formaður í Oljuráðleggingarnevndini sær Arne