nevnir tú, ’at málrøktarmaðurin fram um so mangar, Jóhannes av Skarði, sáli, mælti einaferð til, at skúli okkara átti í eitt heilt ár at lagt dent á at læra næmingarnar at benda fólkanøvn. Hetta er hugmynd [...] ið eiga stóra æru av, at vit hava eitt so fjølbroytt mál. Tað er soleiðis í øllum lívsins viðurskiftum, at tekur tú títt starv í álvara, mást tú verða maður fyri at taka støðu. Hetta kann við hvørt vera [...] lukku við 75-ára føðingardegnum. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, er ikki í landinum, og kundi tíverri ikki vera hjástødd her í dag, men frá henni fært tú eina hjartaliga heilsan
hevur verið greitt leingi í grannalondum okkara, har man eitt nú í Danmark ger nógv fyri at fáa fleiri at velja yrkisútbúgvingar, og tað sama er galdandi í Føroyum. Tørvurin er í øllum førum stórur her sambært [...] eru í læru. So man er ikki einsamallur. Tað plagar at ganga væl, sigur hon. Eitt, sum helst er tiltalandi fyri summi, er, at man fær løn undir útbúgvingini, bæði meðan man er í læru og tá man er í skúla [...] føroysku yrkisútbúgvingarnar. – Allar kanningar vísa, at fleiri hundrað túsund yrkislærd koma at mangla í Norðurlondum í framtíðini. Tað verður ikki sami tørvur á fólki við hægri útbúgvingum, men hinvegin
fugl og mennsikju. Orsøkin til, at Havnará varð latin aftur í sínari tíð, var, at hon var skitin, og kloakkluktur kom úr henni. Men hetta eigur ikki at vera ein trupulleiki í dag, meinar Birgar Johannesen [...] Johannesen. Hann heldur, at stundin nú er komin at gera nakað við verkætlanina í staðin fyri bara at snakka um tað. – Tað er ein orsøk til, at eg og fleiri hundrað við mær hava ein áhuga í hesum. Vit minnast [...] heldur ikki, at tað er neyðugt at lata alla Havnará upp, men heldur bara í miðbýnum frá Sverrisgøtu, millum Eik og gamla Telefonverkið og oman í Tinghúsvegin. Miðlahúsið hevur spurt borgarstjóran í Havn
Skálafjarðartunnlinum. • at møguligt er at deila loysnina upp í deilprojekt, soleiðis at arbeiðið kann tillagast fíggjarstøðuni í landinum og tøku arbeiðsorkini. • at farleiðin gevur “...gróðarlíkindi [...] so fá vegamót sum til ber og at økja trygdina í vegamótum” (1). • at ætlaði umkoyringarvegurin í Kollafirði ikki er neyðugur, tað merkir eina minniveiting á 25 mió kr. (2) Í sambandi við alternativu loysnina [...] dríggjað, tengt at hvussu fíggjarstøðan er í landinum, og/ella at tøku arbeiðsorkuni. Viðmerkingar til verandi ætlan við Skálafjarðartunnlinum Tað er undrunarvert at vit í Føroyum, uttan at kannað aðrar
hittast í hugnaligu kaffistovuni á Hotel Marriott Courtyard mitt í býnum Tbilisi, har føroyska landsliðið skal spæla í annaðkvøld. Gudmundur Djurhuus greiðir frá, at teir búgva í høvuðsstaðarøkinum í Danmark [...] suðuroyingar í Georgia Hallur Sumberg, Gudmundur Djurhuus og Tommy Tausen búgva í hesum døgum á Hotel Marriott Courtyard í Tbilisi. Teir eru úr Suðuroy, búgva í Danmark men hava ferðast til Georgia fyri at fylgja [...] arbeiða allir á flogvøllinum í Kastrup. – Til Georgia fer man ikki í tíð og ótíð. Tað er eitt spennandi land at síggja, og so høvdu vit allir frí hesa tíðina, so vit gjørdu av at fara, fortelur Hallur Sumberg
harmiligt, at tað ikki er politiskur vilji at arbeiða við løgrføðiligum kynsskifti, men tað eru vit ikki kløkk av, sigur Esther Margreth Petersen, samskipari í LGBT+ Føroyum. – Vit vita, at hetta er eitt [...] politiska skipanin ikki vil arbeiða við, men tí meta vit tað eisini vera týdningarmikið hjá okkum at halda fram at varpa ljós á hetta. Tí tvørkynd liva í Føroyum, og tey hava uppiborið at vera vird av samfelagnum [...] Petersen heldur tó ikki, at málið er búgvið og ivast í, um tað er undirtøka fyri løgfrøðiligum kynsskifti, bæði í løgtinginum og í samfelagnum sum heild. LGBT+ Føroyar halda hinvegin, at politiska skipanin
um, at tey børnini, um byrja á vøggustovu í Stella Maris í august, eru tey seinastu, ið verða tikin inn. Kommunan sigur samstundis, at fleiri nýggj vøggustovupláss verða skipað á øðrum stovnum. Í miðbýnum [...] kommununi, at ”bygningurin krevur stóra høvuðsumvæling og er ikki longur tíðarhóskandi til dagstovnavirksemi. Bygningskrøv gera, at tað samstundis verður neyðugt at lækka talið á plássum”. Lýkur ikki brunakrøv [...] Forkvinnan í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, Gunvør Balle, vísir á, at tað er ein samlað meting, sum ger, at vøggustovan steingir. – Stella Maris er ein lítil rakstrareind, og vit royna at hava størri
børnini at taka støðu… hvat sigur Bíblian um hetta", skrivar Heini í Skorini og vísir á, at tað er rætt, at Jastrid ongastaðni sigur beinleiðis, at menningarlæran er skeiv. – Hinvegin er trupult at koma til [...] eisini: Vit trýsta ikki næmingar til ávísa áskoðan Hann vísir á, at tað er hetta sjónarmiðið, sum lívfrøðingarnir í sendingini mótmæla. Teir meta ikki, at menningarlæran er ein trúgv ella metafysiskur pástandur [...] ”Vit læra í hvussu so er næmingarnar at síggja tað út frá teimum kristnu virðunum… at síggja tað út frá Bíbliuni … hvat sigur Bíblian til hetta? Og at síggja um tað er eitt stríð harímillum … og at læra børnini
ítøkiliga meting um hetta. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur í øllum førum ikki fingið fráboðan um nakað slíkt. – Tað er regluligt eftirlit við alibrúkum og harafturat er tað ásett í lóg, at álvarsligar sjúkur [...] illgrunan um ILA í mai í ár, heldur ikki hevur okkara eftirlit givið illgruna um sjúku aðrastaðni, enn hendan tilburðin í mai, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni. Hon vísir víðari á, at lús verða taldar [...] Tað er tó ringt at meta, um hetta er ordiligt ella falskt. Tí í prinsippinum kann videobrotið frá alibrúkinum undir vatninum vera allastaðni frá. Landsdjóralæknin kann av tí sama heldur ikki gera nakra ítøkiliga
sigur annar landsliðsvenjarin, at beinini ikki eru nóg sterk, og at hetta veit Pál av. Hinvegin ivast hann, um tað loysir seg hjá Páli at arbeiða ov nógv við tí. – Fara teir at arbeiða við beinunum, so kann [...] Joensen er fremsta amatørítróttarfólkið í Føroyum nakrantíð, um vit skulu kalla hann tað. Todi Jónsson fór allan vegin, og har vóru pengar uppi í eisini. Tí haldi eg ikki, at vit enn kunnu kalla Pál Joensen fyri [...] Petur Heðin á Fløtti, at tað umframt góðan svimjiteknikk í høvuðsheitum er ein ógvusligur innari vilji, sum ber Pál Joensen fram. – Pál er besti svimjarin, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, og tað er innari