norðantil á Langanesi. Hvussu stórt Ísland er, og hvussu lítið fólk er á hesum leiðum sæst av tí, at kommunan hevur 500 íbúgvar á einum øki, sum er eins stórt og allar Føroyar. Tað er í Thórshøfn at farast [...] av saltfiski. Um heystið fóru teir heim aftur. Tá hevur Hans Marius við sær Halltóru Helgadóttir f. 2. mars 1888, sum í fólkateljingini fyri 1911 stendur at vera tænastugenta. Hetta man uttan iva vera sama
sum hevði bil í Gøtu, var Poul Kristoffur Poulsen úr Syðrugøtu. Kona hansara var Kunoyar Jóhanna. Kommunan keypti tveir bilar, sum seinni vórðu “privatiseraðir.” Poul Kristoffur fekk annan bilin, og hin [...] Bretlands og giftist har. Har er samband við ættina, og hevur eina langabbasonur vitjað her í summar. 2. Ein systir, sum var eftir í Norðragøtu, var Anna Lovisa, f. 1824, sum giftist við Johannes Nicolaj