javnstøðulóg ikki neyðug í Føroyum, er hennara niðurstøða. Her er javnstøðulógin til størri skaða enn gagn, tí kvinnur nú verða valdar í nevndir og ráð fyrst og fremst vegna kyn - og ikki eftir dygd. Bara [...] er hesin spurningum meiri nátúrligur, tá menn heilsast í Eysturlondum, enn at spyrja: Hvussu hevur konan tað? Tí hevði har helst verið gott við eini javnstøðulóg, heldur hon. Men í Føroyum eru kvinnurnar [...] nevnd ella ráð, har onkur maður frammanundan »átti« sessin. Men at hetta er ónátúrligt, tað eru vit ikki samd við Rúnu Sivertsen í. Javnstøðulógin er í okkara hugaheimi ein fyribils lóg, sum skal framskunda
at vera smátjóðir, ið vilja verja og hjúkla um sín identite. Latið okkum ikki bert tosa um vinnuligt samstarv - latið okkum ikki minst taka útgangsstøði í tí menniskjansliga og umhvørvinum. Tað er hetta [...] nýggi grønlendski landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt á almenna vitjan í Føroyum. Við er eisini konan Kristjana Motzfeldt. Savalimmiunut Tikilluarit - Vælkomin til Føroya - tit bæði og tey, sum eru í [...] mentanarligar. At tað júst í hesum tíðum koma út bøkur um føroyingar í vinnu í Grønlandi sigur so heldur ikki so lítið um, hvat vit hava at takka grønlendingum fyri, tá tað snýr seg um at troyta teirra fiskigrunnar
aftur. Men verður eingin olja funnin verður henda upphæddin strikað. Uppi í hesum upphæddum er so eisini endurgjaldið fyri bankamálið. Men av tí at málini eru tengd saman ber ikki til at síggja, hvussu nógv [...] Tað skilst eisini, at afturfyri hesa avtalu hevur fólkatingsmaðurin Óli Breckmann lovað, at hann ikki fer at atkvøða ímóti Hvítusunnupakkanum hjá stjórnini. Nú fáa vit at síggja, um hann fer at halda
á sær, at hann ikki megnar at fáa í lag eina samráðingarloysn við ein lítlan granna sum Føroyar. Hvussu kann hann sita við formansskapinum í ES og har skula loysa stórmál, tá hann ikki megnar at fáa loyst [...] úr. Ein komandi oljuvinna bankar á dyrnar hjá okkum, men tað er ein veruleiki, at soleingi markið ikki er ásett, so er hetta ein meinbogi fyri hesa vinnu. Vit kunnu eisini siga tað soleiðis: so skjótt [...] Føroyar hava fingið nýggja stjórnir, og átti hetta at verið ein orsøk til at fingið gongd á. Harvið er ikki sagt, at føroyingar skulu til at slaka og ganga burtur frá kravinum um miðlinjumark. Spurningurin
sum ikki eigur at henda, nevniliga at flokkar, sum semjast um politikkin, ikki kunnu semjast um málsøkini og persónarnar. Hóast hetta er hent áður, so er tað einki minni enn skomm, at flokkar ikki kunnu [...] er skrivað og undirskrivað. Hetta er so støðan í skrivandi løtu, men vit ivast ikki í, at ein ella onnur loysn verður funnin. Eftir okkara tykki ber fólkaflokkurin seg sera margháttliga at. Tí hvussu kann [...] er eingin meining í at skipa eitt landsstýri, ið skal fremja so stórar og álvarsliga broytingar, um ikki oddaflokkarnir hava størri álit hvør á øðrum. Tað skilst, at ein partur av fólkaflokkinum, her serliga
um sama mál ber eisini bráð av, at bretar vilja hava ein enda á hesi ósemju. Tað er rætt og slætt ikki livandi við slíkari trætu millum tvey grannalond, sum tvørturímóti hava brúk fyri hvørjum øðrum skal [...] Hetta er ein sannroynd. EINGIN ivi er um, at bæði londini hava brúk fyri at kunna áseta markið innan ikki alt ov langa tíð. Hetta er m.a. nær tengt at eini føroyskari útbjóðing. Tað hevur eisini alstóran [...] oljuanalytikarum so hevur Bretland ein trupulleika í løtuni, og hann er rætt og slætt, at tað eru funnin ov fáar nýggjar oljukeldur á bretska landgrunninum. Hetta kann hava við sær, at oljufeløgini rýma
øll vitni eru ikki aavhoyrd enn, og mentalkaningin av manninum er ikki liðug. Men verjin hjá manninum, Kári Petersen, mótmælti. Hann helt tað vera ein óskikk, at varðhaldsfongsla, tá tað ikki var neyðugt [...] nú helt dómarin ikki, at grundarlag longur var fyri at hava mannin varðhaldsfongslaðan. Maðurin varð fonglaður nakrar dagar eftir, at vinkona hansara doyði, og politiið heldur, at konan orsakað av harðskapi [...] 57 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri harðskap, ið førdi til deyða, situr ikki longur varðhaldsfongslaður. Tann skuldsetti maðurin hevur seinastu tveir mánaðirnar sitið varðhaldsfongslaður, men
eftir Bøkjarabrekku, og bilførarin hevur helst ikki sæð konuna, tá hann snaraði yvir í R. C. Effersøesgøtu. Konan fór á skaðastovuna, men hon hevði ikki fingið mein, sigur politiið. Fríggjakvøldið stoyttu [...] eitt prutl saman í Turiðargøtu. Tann ungi maðurin á súkluni fór á skaðastovuna, men politiið hevur ikki frætt aftur um nakran skaða.
uttanlands. ? Tjaldirið er álitið hjá okkum. Síðani hava vit Nim. Hann er ikki bygdur til hesar uppgávurnar og tískil heldur ikki tann best egnaði at nýta sum vaktarskip. Hvat Spógvin kann gera, er hinvegin [...] nýtt vaktarskip at nýta. ? Bara at koyra við lappaloysnum ber heldur ikki til. Ein betri og meir varandi loysn átti at verið funnin, nú vit bíða eftir nýggjum vaktarskipi. Vit eiga at fáa eina varandi [...] til landið og skuldi avloysa Ólav Halga sum vaktarskip. Sum øllum kunnugt gjørdist Nólsoyar Páll als ikki nøkur loysn, men ístaðin eitt havt um beinið. Aðrar fyribilsloysnir hava síðani verið funnar, og henda
at arbeitt, men eg veit ikki hvørjum tað endar við, og tað veldst eitt sindur um hvat hendir innan flúgving í Føroyum næstu árini, sigur hann. Dreymur um at flúgva Tað var ikki av tilvild, at Jan Lamhauge [...] og hann hevur verið heima og vitjað skyldfólk, sum hann ikki hevur sæð í nýggju ár. ? Tað eru ov nógv ár síðani, at eg var heima, og tað ganga ikki nýggju ár til eg komi aftur, tað kann eg lova. Eg havi [...] at flúgva sjálvur, men mær dámar væl at verða flúgvilærari, sigur Jan Lamhauge. Orsøkin til at Jan ikki kom heimaftur eftir lokna útbúgving var, at hann fann sær eina gentu yvir í USA, og nú er hann giftur