Hósdagin 26. februar kl. 17.00 fer Roya Taheri at halda ein fyrilestur um byggilistina, sum er nýtt í sambandi við byggingina av Bahá?í bønarhúsum ymsastaðni í heiminum. Fyrilesturin verður í Bahá?í miðstøðini [...] búð í Iran, Japan og Skotlandi. Tað er Lokala Andaliga Ráðið fyri Bahá?íar í Havn, ið skipar fyri hetta kvøldið, og øll eru hjartaliga vælkomin.
er um sokallað ?trainees? arbeiði, har serstakliga fólk undir útbúgving kunnu fáa starv hjá einum av feløgunum í eina ásetta tíð. Vilja liva upp til andan í oljulóg Johan Mortensen sigur, at hetta verður [...] fegið vil liva upp til andan í nýggju oljulógini um, at útlendsku oljufeløgini í mest møguligan mun brúka føroyska arbeiðsmegi, vørur og tænastur. Hetta er so eisini ætlað sum hjálp til sjálvhjálp, tí tann [...] -Oljufeløgini meta hetta sum eina skilagóða íløgu í framtíðina. Sjálvandi skal tað eisini tryggja teimum dugnaliga og góða arbeiðsmegi, men endamálið er fyrst og fremst at liva upp til ynskið um at fáa útbúgvið
har vit m.a. kenna ævintýrið um Hin Lítla Samurain. Ein ógvuliga vøkur søga, sum børn frá trý ára aldri njóta. Men tað kann eisini gerast illa. Eitt syrgiligt dømi um hetta er Livandi ævintýr frá skúlaforlagnum [...] skúlaforlagnum Orfeus. Pínliga fjákut Livandi ævintýr er ein røð um ævintýrini hjá H. C. Andersen. Tvær CD-rom?ir við í alt 5 ævintýrum eru útkomnar; tær eru Svinedrengen, Den grimme ælling, Den standhaftige [...] ævintýr er gjørt av nøkrum heilt fáum myndum og einum teksti, sum veður lisin upp. Til ber at velja, um ein ynskir at síggja tekstin á skíggjanum ella ikki. Tá teksturin er lisin, ber til at klikkja á ymsar
tað ikki mát. Ógvuliga veruleikakent Flúgvieftirgerðarspøl eru tað slag av spølum, har tað ikki røður um at útføra eina hernaðarliga uppgávu, men har ein skal stýra sivilum sportsflúgvarum ella minni jetmaskinum [...] motorarnar í gongd, ein í senn og mangt annað, áðrenn tú fært sett ferð á. Tá tú hevur verið ígjøgnum alt hetta økist kenslan av at sita í einum stýrhúsi á einum flúgvara, men tað tekur tíð at koma so langt. F
design?ið er framtíðarkent. Við fyrsta eygnabrá líkist hetta einumhvørjum framkomnum ljóðtóli frá B&O. Stóri skíggin avdúkar tó skjótt, at her er talan um eina teldu. Teldan er fløt, undir 10 sm. í tjúkd, og [...] brúkaravinarliga uppbygningi. Har tú á einum PC?ara skuldi brúka eina rúgvu av ymiskum teknum og log-in?um fyri yvirhøvur at fáa telduna at starta, hevði tú beinanvegin skriviborið framman fyri tær á eini Macintosh [...] sølutølini gingu stútt niður á bakka. Men nú er vend komin í, og sølan økist við risafetum. Serliga er hetta nýggju telduni G3 fyri at takka. Fyri sína tíð Í sambandi við 20 ára dagin hjá fyritøkuni, hevur Macintosh
millum Sandavág og Havnina um uppflyting til 2. deild. Fyrra finalan endaði við javnleiki, so her kann alt henda. Seinasta umfarið verður í ár spælt í B68-húsinum á Toftum. Hetta við, at allir dystirnir í [...] kollfirðingum, sviin Tiger H. Persson og danin Steffen Pedersen, heldur ikki fáa verið við leygardagin, og um so er, viknar liðið hjá Kollafirði nógv. Í seinasta umfari, sum varð telvað næstseinasta vikuskifti [...] millum Kollafjørð og Havnina. Dysturin endaði javnur 2-2, og sostatt megnaðu havnarmenn ikki at minka um munin upp til kollfirðingar áðrenn seinasta og avgerandi umfar. Leygardagin telvar Havnin móti Streymi
har møguleiki verður fyri at fáa kunning og at royna seg sum bogaskjútti. Nærri verður kunngjørt um hetta seinni. [...] skipaði Ørvur fyri bogaskjótikapping í Runavík einari mann-móti-manni kapping. Sum vera man er hetta eitt sera spennandi slag av kapping, og var tað einki undantak hesaferð. Í recurve-bólkinum komu hesi [...] og Annlott Rasmussen, støðan 3-0. Hvørt settið umfatar tríggjar pílar, og í hálvfinalunum er talan um 5 umfør, best av 5x3 pílum vinnur. Í bronsufinaluni og sjálvari finaluni verða skotin 7 umfør á 3 pílar
stóra og vakra grótsteypið at hava í varðveitslu til næsta ár. Spælt hevur verið um tað seks ferðir av sjey, og er hetta aðru ferð, at Petur vinnur tað. Triðja plássið fingu Poul Poulsen (HD) og Suni Rasmussen
var farin aftur á spælskiparaplássi, meðan Rúna Heinesen og Anna Dalsgaard spældu kantáleyparar. Hetta hevur havt sína ávirkan á spælið hjá Fleyr. Spælararnir funnu fram til sína gomlu uppstilling aftur [...] ofta leika tær sum brandar á heimavølli, og onkuntíð kundi sæð út til, at tær kundu gingið á vatninum, um tú bað tær. Men tá tær leika á útivølli, so hilnast ikki so væl. Hvat tað er sum ger tað er óvist,
og orsøkin til, at Mjølnir vann hetta settið var, at teir aftur trýstu óført á í álopinum og í servunum. Fram fall harafturímóti í fátt. Teir dugdu ikki at spæla uttan um blokaduna hjá Mjølni og høvdu tí [...] ldini hjá monnum. Mjølnir lá undan dystinum sunnudagin eitt stig frammanfyri Fram, og tí var talan um ein rættan toppdyst. Men tað varð so sum so við tí. Ikki tí, spælið var gott, og stuttligt er at síggja [...] Eftir eina løtu hevði Fram lagt seg á odda 10-9, eftir at hava verið aftanfyri 0-9. Tað sá tó út sum um Mjølnir fann tráðin aftur í endanum av triðja setti, men tá var ov seint . Fram vann triðja sett 15-13