loypti brell á aðrar eisini at royna hesa longu leið. Hetta var, sum sagt í 1956 við Atlantsfarinum, ið Poul Hansen, reiðari í Havn, hevði leigað frá Onnu Isaksen í Klaksvík. Fleiri norðoyingar vóru við henda [...] seinna túrin í Grønlandi við snellu. Ein túr undir Føroyum við Beinir mistu teir alla línuna. Hetta er móti sumri í 1958. Teir keyptu nýggja útgerð og nú gongur leiðin til Flemish Kap. Ávegis yvir máttu [...] spurdi hann Jógvan Isaksen, sum tá var skipari á Atlantsfarinum, um hann kundi sleppa við ein sildatúr. Jú, tað var gaman í, men tá ið Eyðun skuldi fáa sær tuberklapógvið, sum krav var um fyri at kunna mynstra
og spyrja hana, hvat í veruleikanum er hent, síðan hon fór til Íslands fyri skjótt tveimum árum síðan. "Hvat er hent? Bíða, eg hugsi so sjáldan um sovorðið. Jú nógv er hent. Eg havi gingið á klassiskum sangskúla [...] Men fyri mær er tað ikki so løgið, tí eg síggi tónleik sum eina stóra heild og býti hann ikki so nógv upp í hetta og hatta slagið. Tað er sum ein ferð, sum eg skal ígjøgnum. Beint nú er tað til dømis [...] mínari rødd. Tað er ein spurningur um at læra seg at kenna røddina soleiðis at man veit nær tað er tíð at hvíla seg. Tað er faktiskt ein lívsstílur meira enn nakað annað." Røddin hjá Eivør er væl fyri nú,
sperrurnar av Havsbrún, sum hann gjørdi til listaverk, har næmingar kunnu peika á – ”Hatta havi eg gjørt”! Tað er so fantastiskt! Øll tey endaleysu gentukórini, sum Frits setti á beinini! Hann valdi ikki [...] givið í tónleiki, teksti og samanhaldi. Teirra sosiala tilvit er serliga ment. Tað guddómliga Tað panteistiska, hugtók Frits nógv. At Guð er í øllum ”Guð hevur skapt náttúruna og alt íkring okkum”. Tí høvdu [...] sum bara vildið væl – hann vildi bara tað besta og sá bara tað góða í øllum! Frits segði oftani: ”Tað er ófatiligt!” Hann undraðist um skapanarverkið, og hvussu listin bleiv til! Hann udraðist um, hvussu
65 ár síðani tað endaði, er hetta liðið av føroyskum hermannakonum og teirra monnum farið at fækkast. Tí er umráðandi at lofta mest gjørligt av hesi søgu, meðan tað enn er møguligt. Fyri kortum doyði [...] doyði lítil, Bernhard og Dánjal, sum býr í Danmark. Gunnvør gekk í kommunuskúlanum, har Poul Jensen var stjóri. Poul var kendur fyri at kunna vera sera strangur. Men Gunnvør letur væl at honum. Kanska var [...] eisini nógv til Oluffu. Gunnvør hevur eisini uppkallað eina dóttir eftir Oluffu. Hon er einnevnd í Bretlandi, og tað er hon errin av. Oluffa dugur eisini væl at tosa føroyskt. Gunnvør greiðir frá, at tað
tíðindum, serliga um tey ymisku skipini. Í Mykinesi frættu tey jú einki. Har vóru nógvir fiskimenn við ymiskum skipum, og tíðirnar vóru jú ótryggar. Til skips við deyðsiglara Tað gekk ikki væl í skúlanum [...] Theodor at handla. Hann fór at tosa við Poul Hansen og fekk vøru fyri kr. 2.300. Væl gekk, og í 1968 bygdi Theodor sær ein nýggjan handil á Gomlu Rætt. Ein slík er eisini í Sørvági. Theodor fór eisini at [...] inn móti Sundunum var ókyrt millum land og Tindhólm, og teir vunnu ikki longur. Hvat var so at gera? Jú, at fáa størri manning. Abbin verður settur á land. Hann skuldi ganga til Sørvágs at fáa meira fólk
langabbi blaðstjóran á Sosialinum, Christian Heilskov, Oluf Skaalum og Poul Niclassen. Fleiri av teimum fyrru vóru danir í Føroyum. Poul Niclassen man hava verið tann mest kendi frá teirri tíðini. Hann [...] langt eftir, at hann var givin við øllum og segði við hann: ”Ja, nú er liðugt við at skriva!” Hann hyggur uppá meg og sigur: ”So, tú er givin!” Mátti velja millum pápan og flokkin Georg livdi fult út upp [...] arbeiðis hvønn morgun kl.8, og teir fóru til hús, tá ið teir vóru 67 ár. Nú er so bert ein av brøðrunum eftir á Dimmalætting og tað er Aage, sum í august hevði arbeitt ikki minni enn 50 ár á Dimmalætting
tíðina, tí sorgin kom í stigum. - Tað at missa ein persón, ið tú ert góð við, er líka ringt sum at missa fleiri persónar. Munurin er bara tann, at tá tú missur fleiri, so tekur ta longri tíð at koma fyri seg [...] tann hátt yvirlivir ein. Tí um man skal hugsa um tað reint logiskt, so er tað ein ræðuliga støða at enda í. So í sjálvari løtuni, so er tað líka ringt at missa ein persón sum fleiri persónar, tí vit klára [...] kæra er ein tung byrða fyri øll, men í førinum hjá Sóleyg á Fríðriksmørk, so misti hon ikki bara trý av teimum nærmastu persónunum i lívinum, men bleiv ongin teirra nakrantíð funnin aftur. - Alt er jú meira
høvdu fimm neyt. Við eini ognarmeting í 1751 er Miðstovan tað hús í bygdini, sum er best fyri. Og hetta sæst eisini á toftunum heili 200 ár eftir, at bygdin er niðurløgd. Miðstovan var nógv størsta húsið [...] Ein beiggi Poul var verandi á Blankaskála, og tann yngsta systirin Sigga f. 1803, giftist til Fuglafjarðar við Thomas Jacobsen. Lykkershús Nú er tað, at Lykkershús kemur inn í myndina. Hetta er húsið sum [...] Seinni hetta summar fóru tey tó aftur til Blankaskála at vera. Bygdafólkið visti, at har ein skriða er lopin er onnur væntandi, so tey tordu ikki at blíva verandi. Tey avgjørdu at flyta av bygdini, og harvið
21. juli fyllir Sam Olsen 70 ár og er burturstaddur á degnum. Hann er føddur í Sørvági har mamman Sigga kemur frá. Hon kom til Havnar at arbeiða hjá Zakarias Niclasen (Zakaris á Skipafelagnum), og eftir [...] doyði sum ung genta av ferðsluóhappi í 1986, og tað er væl skiljandi at tað var ein dyggur smeitur fyri tykkum. Hóast eg búgvi í Oslo og frástøðan sostatt er stór okkara millum, so hava vinarbond ikki slitnað [...] Telling, familjan Askham, Hedvig og Juul Olsen, Johanna og Asbjørn Poulsen, Juul Poulsen við fam., Poul Johannes Lindberg, Herdis og Tummas á Kák, Thomasia og Oddvald Ørvarodd, Mikkjal Thorsvig, Rakul og
tá teir varnaðust, at fólkaræði og talu- og skrivifrælsi ikki er ein sjálvfylgja, men bert yvirlivir við, at hvør einstakur av okkum er sinnaður at verja tað, sigur Claus Seidel. Í sambandi við Muhammed [...] prentaði tær víðagitnu Muhammed tekningarnar hjá 12 blaðteknararum. Claus Seidel, ið var ein av teimum 12, er og keypir inn í Netto. Brádliga ringir fartelefonin hjá Claus. - Ver verandi, har tú ert og far undir [...] telefonini og heldur fram. - Vit hava fingið frænir av eini drápshóttan móti tær. Ein av okkara bilum er á veg til tín, ljóða boðini, sum Claus nú skilur eru frá loyniliga, danska politinum, PET. Løtu seinni