men hetta er bara gott at síggja. Norðurlandahúsið var upprunaliga ætlað til sjónleikahús, tá fyrispurningur um fígging til at byggja av fyrstan tíð varð sendur Norðurlandaráðnum. At tað so seinni bleiv [...] smáum persónligum og hugnaligum høl-um til sjónleik, men av og á skulu stórar uppsetingar til, sum kunnu vísa okkurt eyka og lokka tað stóru føroysku áskoðarafjøldini til sjónleik.²Okkum tørvar ein Oliver Twist² [...] Onglandi í 1830-árunum. Tað er einasti yrkissjónleikarabólkur í landinum - Gríma - sum ger hesa roynd at ganda áskoðaran í aðra tíð og annan heim, og bólkurin hevur koyrt nógv gott og serligt í pottin fyri
ikki eingin, hjá teimum flestu. Tí er einki at siga til, at spælarar gleða seg til at fáa spælt seinasta dystin í ár, so kvøldini gjøgnum kunnu brúkast til annað enn fótbólt. Seinasta umfar verður ikki spennandi [...] tiknar, og meðan tey í B36 gleða seg til at fáa gullið og steypið, stúra tey á Sandi fyri fótbóltsframtíðini. B71 liggur í botninum, og tað skal nakað heilt serligt til í dag, um teir skulu halda seg í bestu [...] fimm ferðir á rað, men tað gjørdist »bara« til tey fýra hjá GÍ Kappingarárið hjá GÍ er tó ikki miseydnað, tí teir vunnu steypakappingina fyrr í ár. Gøtumenn hava einki leikbann til dystin í dag, men Rúni
ivaleyst vera tann persónur, ið hevur verið atvoldin til størst ræðslu og høvudbrýggj millum manna. Í dag kunnu vit sum heild siga, at hetta er broytt nógv til tað betra. Tannlæknarnir eru vorðnir fleiri, útbúgvingin [...] útbúgvingin munandi betri, og tøkniligu framstigini hava verið til stóran bata, fyrst av øllum fyri »sjúklingin«. Tað eru ikki meira enn gott 50 ár síðan, skipað tannarøkt byrjaði av álvara í Føroyum. Áðrenn [...] tannlæknarnir komu til landið við eitt nú traðkiborimaskinu. Fyrstu virkandi tannlæknar í Føroyum liva enn, og bæði teir og fólk annars hava nógvar royndir og hendingar at minnast aftur á. Tað er kanska í tøkum
hóast ein kemur fyri at hoyra eitt heimsnavn, er tað hitt sum fylgir við í pakkanum tað eina kvøldið, ið kann festa seg minnið. Har gott fólk er, kemur gott fólk Sum áður nevnt er jazzfestivalurin eins og [...] serliga við rákum úr Europa. Nóg mikið um tað á hesum sinni, men sum Duke Ellington nøkurlunda orðaði tað, kundi hetta orðið, jazzur, rúma nógvum. Jazzgonga Og tað ger Tórshavnar Jazz, Fólka- og Bluesfestivalur [...] út, út«. Tað er ikki júst bíløgd verk, ið jazzfestivalurin hevur borðreitt við undanfarin ár, men hesaferð er tað so fallið tí hálva fuglfirðinginum, Niels Præstholm, í lut at komponera til festivalin
ígjøgnum, og tað hevur m.a. havt við sær, at tað hava ikki verið stundir til eitt endaorðaskifti. Tað kann hugsast, at tingmenn dempaðu seg eitt sindur í fíggjarlógarorðaskiftinum, um tað longu nú varð [...] endaliga viðgjørt í tinginum. Tað fáa vit eina ábending um hesar báðar næstu mánarnar. Tingskipanin sigur, at uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar skulu, fyri at verða [...] hann heldur tað vera hóskiligt, geva løgtingsmonnum orðið at seta fram stuttar viðmerkingar, sum ikki mugu vera longri enn tveir minuttir. Tað er vanligt, at formaðurin gevur tingmonnum høvi til viðmerkingar
porturið, fyrr enn hann hevði fingið pengar til tað. At leiga eitt skip til siglingina er tí burturvið. Við nýggju krøvunum verður tað rætt og slætt ov breitt til at koma inn í Skopun. Tummas Arabo sigur [...] Her hugsar hann um krøv uttanífrá til Smyril. Hetta vita menn um, so tað er eingin orsøk til at gerast kløkkur, tá tíðin kemur, at stórar upphæddir skulu brúkast til at hava Smyril í framhaldandi sigling [...] -Tað er heilt øvugt og ørvitistos at fara út og leita eftir skipi til Sandoyarsiglingina, sum kann lúka krøvini. Tað skipið finst snøgt sagt ikki sigur Tummas Arabo, fyrrverandi stjóri á Strandferðsluni
Føðingardagsheilsa til Steinbjørn B. Jacobsen Gummistyvlarnir komu til Føroyar tað sama árið sum sementið kom. Tann fyrsta stoypta húsagrundin í Havn var stoypt í 1924, og tað var grundin hjá skómakaranum [...] tennirnar í okkara landi, tað veit eg ikki. Men allar fyrstu ferð eg sá eina joggingdrakt, ella treningsdrakt sum tikið var til tey árini, tað var í 1965, og maðurin í hesi góðu drakt, tað var skaldið Steinbjørn [...] av hansara skaldabrøðrum um tað mundið, vóru Poul F. Joensen, Chr. Matras, Hans Dalsgård, T. N. Djurhuus og Glerfoss, og teir brúktu allir rímið, meistraðu tað hálvgum til deyðis. Men tann 29 ára gamli
sunnudagin farvæl til ein av størstu profilunum í felagnum nógv tey seinnu árini. Gunnar Mohr gevst nú á 1. liði, og tá hann gott korter eftir hálvleikin í dystinum móti ÍF varð útskiftur, var tað fyri seinastu [...] m, hann fekk skot á, hóast nógvir mans vóru um hann, skotið var ikki gott, men rakti ÍF-verjuspælara og fór í mál. 2-0 gjørdist tað, tá Jan Dam skoraði við brotssparki. Andrew av Fløtum og Áslakur Petersen [...] taptu heili 9-0. Men hesaferð spældi tað øðrvísi av. HB¹arnir vóru ikki so grammir eftir tey tvey málini, og ÍF-miðvøllurin fekk betri tak á. Endaði javnt ÍF minkaði til 2-1 eftir hornasparksstøðu. Bólturin
løtuni vita vit ikki, hvat tað endar við ? Men leggur tað nakað eftir seg til virkið, ivast hann ikki í, at hesin møguleikin fer at verða brúktur meiri. Og gongur tað væl, kann tað eisini fáa ein ávísan týdning [...] fisk á uppboði í Skotlandi og føra hann til Klæaksvíkar at arbeiða. Tað endaði so við, at góð- 52 tons eru keypt og vórðu førd til Klaksvíkar. North Star kom til Klaksvíkar á Midnátt sunnukvøldið og farið [...] góð, ber ikki til at fáa eina samlaða mynd av, hvussu arbeiði gongur, fyrrenn tann smái upsin er arbeiddur. ? Men fyribils sær tað út, at arbeiði gongur gott, sigur hann Upsin verður fyri tað mesta skorið
skal stýra frá síðulinjuni. Ofta hevur tað verið Kyndil, sum hevur verið argasti kappingarneytin hjá VÍF, og teir royna seg nú aftur við venjaranum, sum førdi teir til meistaraskapin fyri tveimum árum síðani [...] ri. Jónleif til StÍF Á Strondum fáa teir ein av mest sentralu spælarunum hjá Kyndli í seinasta kappingarári sum venjara. Jónleif Sólsker skiftir gólvið í ítróttarhøllini á Hálsi út við tað á Skála. Tá [...] hevur Jónleif Sólsker. H71 hevði gott kappingarár í fjør, men Páll Poulsen heldur ikki fram sum venjari. Ístaðin hava hoyvíkingar fingið sær íslendskan venjara. Tað er Hans Gudmundson, sum hevur spælt