ein rætt til sosialar tænastur uttan mun til t.d. inntøku ella hvar ein býr í landinum. Við einari liberalari vælferðarskipan skalt tú í størri mun taka ábyrgd sjálvur at tekna tryggingar til sjúkra- og [...] sum kann hava við sær, at almennu kjarnuvælferðartænasturnar versna til minimala vælferð, bæði í mun til verandi støðið og í mun til onnur framkomin lond. Í ringasta føri kann talan gerast um eina fól [...] tað besta frá øðrum londum og lagað til okkara tørv og samfelag. Útlitini fyri, at vit ikki varðveita verandi vælferðarstøðið við at lata standa til, er serliga til staðar, tá vit vita, at føroyska samfelagið
i. Um lesarin gevur sær stundir til at lesa lesarabrævið frá undirritaða, ið er at finna í miðlunum í dag, so gerast lesarin uttan iva greiður yvir, at eg haldi meg til fakta. Eg greiði tøl, ið eg meti [...] á skattaprosentið, barnafrádráttin og gjøld annars - Gjøld, ið verða lættliga tillagað til skaða fyri borgararnar. Í fíggjarætlanarviðgerðini fyri 2014 og nú 2015, hevur okkara fremsta mál - saman við [...] Mín leiklutur í býráðnum er til eina og hvørja tíð at vísa fíggjarligan opinleika og hartil trúvirði mótvegis borgarunum í Klaksvík. Fari ikki at viðmerkja óviðkomandi meiningar um mítt virði sum býráðslimur
visualisering av tjóðarinnar støði, har tjóðarhetjur, stór avrik og kend støð verða avmyndað, til tess at minna borgararnar á, hvat ið teir skulu vera ernir av. Dorete Bloch, sáli, hevur eina grein um skaðadjór [...] blaðnum. Streymurin er harðnaður og hitnaður seinastu 20 árini, og er tað hetta, sum hevur skapt betri livikor hjá makrelinum. Aðrastaðni í heimi verður nógv gjørt burtur úr steinrunnum trøum og plantum
an til sjómenn, og onnur slitfólk, so at tey kunnu fáa fólkapensjón tá ið tey fylla 60. - Hetta eru menn, sum hava lagt lunnar undir okkara vælferðarsamfelag, og tí skyldar samfelagið teimum betri sømdir [...] eru arbeiðsførar heilt fram til pensjónsaldurin, og sum eiga at sleppa frá við pensjón, áðrenn tey hava fylgt 67 ár. - Ætlanin er, at hetta skal verða ein yvirgangs skipan, til pensjónsnýskipanin, sum eisini [...] uppskot fyri Løgtingið um at gera eina skipan, har slitfólk, sum ikki kunnu halda fram at arbeiða til tey hava rokkið vanligan pensjónsaldur, sum er 67 ár, skulu kunna lata seg pensjónera áðrenn. Tí vil
hækking á eina heila millión. Bygdin stendur yvirfyri stórum broytingum, nú vegasambandið til bygdina verður munandi betri tá Viðareiðistunnilin verður liðugur næsta ár. Í tí sambandi hevur kommunan og Landsverk [...] gera eina lund, við Spónhyl, mitt í bygdini, umframt at ung sleppa aftur til arbeiðis næsta summar, har tey fara at snøgga gøtur og gamlar bygdavegir. 354 fólk búgva á Viðareiði. Miðalaldurin er millum [...] á fíggjarætlanirnar fyri næsta ár. Gjøgnumgangandi evnið í ár, er at kommunurnar veita skattalætta til sínar borgarar og hækka barnafrádráttin. Í so máta er Viðareiðis kommuna einki undantak. Norðasta kommuna
nevnd mælir til, kemur til støðutakan, men eg vóni, at onkur í meirilutanum hálsar um og saman við okkum í minnilutanum vil útseta málið til seinni støðutakan, tá ætlaninar vónandi eru betri lýstar. Sonni [...] at minnilutin, ið hann sum borgarstjóri sjálvur er partur av, í fyrsta lagi mælir býráðnum til at venda aftur til upprunaliga uppskotið um at byggja leiguíbúðirnar á økinum hjá Peturi Larsen og egningar [...] minnilutanum fara staðiliga at mæla býráðnum til at taka málið um fjøruna á vestara landi, sum stór ónøgd er um, av skrá, soleiðis at málið kann lýsast betri og leggjast fyri ein borgarafund, har allir
rnar í álvara, og tí varð kallað inn til fundar við borgararnar, um hvussu tey vilja hava, at eldraøkið skal síggja út framyvir. Hvørjar loysnir tey komu fram til, kanst tú lesa meira um í blaðnum. Hetta [...] brúkara av eldratænastum, so at heimahjálpir, røktarar, sjúkrasystrar og onnur innan økið fáa betri stundir til at gera sítt arbeiði nøktandi. Hægri normering er tað, sum er bráðfeingis, fyri at fáa eldrarøktina [...] Introduktión til temasíðurnar í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð. Sí meira um evnið í blaðnum, sum er komið í handlarnar í Havn í kvøld, og sum verður at fáa kring landið í morgin. Tað er nú gott eitt ár
afturstig. Ein flokkur fekk einsamallur meiriluta, men bjóðaði til breitt samstarv við alt býráðið, so ongin andstøða var. Okkara hugur stóð til at halda fram átta ára samstarvið millum Tjóðveldi og Javna [...] breiða samstarvinum ein kjans. Inni í breiða samstarvinum vísti seg hvørki at vera høgt til loftið ella vítt til veggja, og tá samstarvið einvíst fór at tveita fólk út, fóru vit øll. Húsaøði og bryggjuøði [...] ongan ans fyri innihaldinum í gerandisdegnum hjá fólki. Fólkið fyrst og fremst Tjóðveldi setir borgararnar fremst í Tórshavnar kommunu. Vit vilja ansa væl eftir kommunukassanum, men játta pengarnar, har
at verið við til at byggja upp og nú at fylgja visjónini . Frameftir eiga vit áhaldandi at fáa fleiri heitar hendur og heilsugóðan kost til øll og ikki minst geva teimum møguleikar til fjøltáttaða aktivering [...] nærveru, fleksibilitet og álit, sum visjónin leggur upp til, nú kommunurnar og eldraøkið eru komin tættari. Eitt samstarv og samspæl millum borgararnar og Norðoya Bú- og Heimatænastu er alneyðugt og eigur [...] syrgja fyri, at mest av fíggjarligu játtanini fer so beinleiðis til umsorgan sum tilber, tí ofta hava vit sæð, at alt fleiri pengar fara til umsiting. Gunvá við Keldu Býráðslimur og limur í Norðoya Bú- og
bústaðir til sømiligir prísir. Samstundis eru tað tey ungu, sum í framtíðini skulu bera samfelagið víðari, og tí er tað altavgerandi, at vit fáa tey at støðast her sum skjótast. Sum valevni til Klaksvíkar [...] Klaksvíkar býráð seti eg borgaran fremst. Vit skulu hava betri og fjølbroyttari bústaðarmøguleikar, soleiðis at øll tey, ið ynskja at flyta til Klaksvíkar, skulu hava møguleika fyri tí. Nakrar av teimum íbúðunum [...] vil eg virka fyri, verði eg vald til Klaksvíkar býráð. Menniskju eru størsta tilfeingið, sum vit eiga í samfelagnum, og tí eigur kommunan eisini at gera íløgur í borgararnar í kommununi og teirra trivnað