Dreymahøggið hjá Mert Müldür hjá Turkalandi móti Georgia, tá hann skoraði til 1-0 í 3-1 sigrinum hjá Turkalandi er av UEFA valt at vera besta málið í fyrsta umfarinum í bólkaspælinum í EM-endaspælinum [...] í Týsklandi. Tað vóru farnir 25 minuttir av dystinum millum Turkaland og Georgia, tá Mert Müldür frá 17-18 metrum hamraði bóltin upp í hornið. Nicolae Stancius átti næstbesta málið og ein annar turkiskur [...] Turkaland, og tá fáa vit vónandi nøkur vøkur mál at síggja. HER ber til at síggja vakra málið hjá Mert Müldür móti Georgia frá einum øðrum vinkuli. UEFA loyvir ikki offisielum hæddarpunktum á Youtube, tíverri: