larminum. Tað er tó helst ikki so, at hann verður burtur fyri well, kortini. Men tað kunnu ganga fleiri dagar, til hann savnast aftur. Men nú má ansast eitt sindur eftir, heldur formaðurin í Reiðarafelagnum [...] Vági kortini. Og tað hevur so aftur við sær, at arbeiði minkar har suðuri. Til dømis verður allur útróðrarfiskurin, sum uppboðssølan fekk, burtur. Martin Strøm sigur, at nú er tíð uppá, at fiskivinnan verður [...] skrivað til Oljufyrisitingina og boðað frá hesum. Føroya Reiðarafelag sóknast eftir einum samstarvi millum avvarðandi partar, so sum oljumyndugleikarnar, fiskivinnuna og fiskifrøðingarnar. Og felagið mælir
nú er so stór, at fólk veruliga eru farin at taka støðu ímóti ríkisfelagsskapinum. Tíðindini søgdu einki um, hvar tjóðveldið møguliga fær atkvøðurnar frá, so ilt er at siga nakað um tað, men eftir stendur [...] takast kann í og haldast kann um. Hvussu skal avtøkan av ríkisfelagsskapinum fara fram, hvussu langa tíð skal hon taka, og hvussu skal samfelagið koyra aftaná. Og tað kann ikki bera til, at flokkurin, [...] sannføra fólk um, at livast kann í Føroyum uttan núverandi sambandið við Danmark í núverandi líki, so hevur hendan framgongd tjóðveldisfloksins lítið uppá seg og fer ikki at halda sær til komandi val.
a. Tá vórðu so gjørdar nakrar serstakar treytir, og tær hava so sanniliga givið landskassanum inntøkur. Men tá vit so lótu landgrunnin upp fyri meira fríum kanningum í 96, hugdu vit eftir, hvussu treytirnar [...] nógvar treytir beinanvegin, so koma vit at missa meira fyri minni. Herólvur Joensen dylur ikki fyri, at tað eftir hansara tykki er rættiliga avgerandi, at treytirnar eru so mikið lagaligar, at vit fáa [...] gagna Føroyum meira at fáa nógv ymisk feløg við so ymiskum hugskotum sum gjørligt inn at leita. Vandin er tá heldur ikki so stórur fyri, at landið verður so heft at kanska bara tveimum bólkum. Treytir og
størri mun fór at skipa fyri tiltøkum sunnudag, tí so sluppu Suðuroyingar til og frá sama dag. Einar Larsen helt eisini, at tað mangan tók ov langa tíð at fáa svar frá Norðurlandahúsinum uppá fyrispurningar [...] ? Ætlanin er at Norðurlandahúsið skal hava fleiri tiltøk á bygd so at tað kann liva upp til navn sítt sum Norðurlandahúsið í Føroyum Áki Bertholdsen Næsta ár eru 15 ár síðani Norðurlandahúsið varð tikið [...] sambandi verða nógv tiltøk í húsinum. Men ætlanin er, at Norðurlandahúsið skal hava fleiri tiltøk á bygd so at tað kann liva upp til navn sítt sum Norðurlandahúsið í Føroyum. Sum ein byrjan at fáa Norðurlandahúsið
at hugsa sum so, at hevði eg livað umaftur, so hevði eg gjørt tað, sum eg gjørdi. Hetta er tað positiva útfallið. Hitt negativa útfallið er, at hugsa sum so, at ³hevði eg liva umaftur, so skuldi eg gjørt [...] sum var skapandi og virkin allar sínar dagar. Og nú legði so Móðir Theresa frá sær, virkin til hon var 87 ára gomul. Hesi hava lagt nógv eftir seg til ókomin ættarlið.Vágsprestur segði, at hetta vóru [...] læt. Lívsvirðini, fyri óvitan í hvussu so lógu í ánni og í vatninum saman við leikfeløgunum, ið hugsaðu eins og eg sjálvur. Heimurin var ikki størri enn so, enn at í vatninum var báði Amerika Grønland
London í dag. Hetta er annar fundurin Frank Berman er við til, síðani hann tók við eftir David Andersson. Tann broyting er so eisini hend, síðani bretar skiftu samráðingarleiðara, at Bretland hevur fingið [...] Annars meta vit hetta ikki sum eina konflikt. Hetta er eitt mál, sum hevur verið á dagskránni í langa tíð og sum vit mugu loysa í sátt og semju. -Hvat nýtt innihald hevur Frank Berman at geva samráðingunum [...] tá teir hava góðtikið hana sum fiskimark sigur Frank Berman, at verður hugt eftir øðrum marknamálum ymsa staðni í verðini, so sær ein, at tað hava verið brúktar nógvir ymsir hættir at finna eina loysn.
oljufelt, Schiehallion og Loyal. Hesi liggja eisini skamt frá føroyska fiskimarkinum, og um ikki so langa tíð fer heimsins størsta nýbygda FPSO-skip at taka ímóti olju frá hesum báðum feltunum eisini. Talan [...] halda fundið loyniligt í eina tíð, men tá myndir av boripallinum og tíðindi annars um kelduna komu fram í føroysku pressuni, gjørdi BP av at siga frá fundinum, nakað, sum so aftur má sigast at hava verið [...] síðani hevur verið vendur móti føroyska økinum. So veruleikin er tann, at júst hesi bæði fundini og menningin av feltunum hava verið medvirkandi til, at so mong útlendsk oljufeløg hava sett føroya landgrunnin
yvir fyri einum nógv størri trupulleika í Suðuroynni um ikki so langa tíð. Her hugsar hann um krøv uttanífrá til Smyril. Hetta vita menn um, so tað er eingin orsøk til at gerast kløkkur, tá tíðin kemur, [...] Sandoynna nú, so kann Tróndur vælsaktans klára rutuna eini 2 ár fram ella ta tíð tað tekur at byggja eitt slíkt skip. -Teir á Skipasýninum eru skilagóðir at hava við at gera, og teir laga seg eftir slíkum eisini [...] -Skulu teir hava eitt skip, sum lýkur krøvini og sum ikki er longri enn Tróndur, so verður tað 12-13 metrar breitt, og so sleppur tað ikki inn í Skopun. Trupulleikin við Sandoyarsiglingini, at tú einki
upplýst, so skjúttin má sjálvur meta um fjarðstøðuna og stilla siktið á boganum hareftir. Mót- og undanbrekka Harafturat verður við hvørt skotið mótbrekku og við hvørt undanbrekku, og so sjálvandi eftir sløttum [...] klárt, men Skjótisambandið hevur ætlanir um at tílíkar kappingar skulu vera í Føroyum um ikki so langa tíð. [...] tey, ið skjóta, byrja við eina skivu og flyta so til næstu, til tey eru komin runt. Skotnir veða tríggir pílar við hvørja skivu, og alt verður gjørt upp á tíð. Tíðtakarar standa við hvørja skivu og siga
kunnu vit staðfesta, at longu nú, so fá ár eftir at skipanin fór at virka, er útgjaldið 500 kr. til hvønn. Tá vit síðan hugsa um, at inngjaldið bert er eitt hálvt prosent, so er hetta heilt ótrúligt. Samhaldsfasti [...] rindar til tíðina verður áminning send út. Tá útgjaldið til sína tíð kemur, verður upphæddin eisini ymisk frá einum móttakara til annan, alt eftir, hvussu nógv hvør einstakur hevur goldið til skipanina. Hetta [...] samhaldsfesti - solidaritet - og er í roynd og veru ein samhaldsføst loysn. Vit gjalda eftir evnum og njóta eftir tørvi. Allir løntakarar gjalda sama prosentvísa part av lønini inn í grunnin. Tað sama