meddaði bóltin í netið beint áðrenn hallarlúðurin ýldi, og so høvdu Føroyar vunnið bólkin, og skulu nú spæla um endastøðurnar millum nummar 17 og 20. Rúnar Hammer, ið skoraði heili 11 mál var uppiborið [...] vera dagsins leikari. Jákup Egholm stóð seg eisini væl, og hann skoraði sjey mál. Talan var um ein dyst, har stríðsviljin mátti finnast fram, og tað bar á mál, akkurát. Føroyar skoraðu upp á 26 av 38
tíðindaskrivi, skrivar norski miðilin NRK. Bakgrundin fyri søluni er kríggið í Gaza og støðan á Vestara Áarbakka. Sølan fer fram stutt eftir, at blaðið Aftenposten skrivaði, at oljugrunnurin í 2024 átti partabrøv [...] Tangen, á tíðindafundi í gjár, sambært norsku tíðindastovuni NTB. Fráboðanin kemur, eftir at tað kom fram í gjár, at oljugrunnurin hevur selt øll síni partabrøv í 11 útvaldum ísraelskum feløgum seinastu dagarnar [...] við oljugrunnsstjóran kemur sama morgun sum hálvársfrágreiðingin hjá grunninum varð almannakunngjørd, og vísir ein vinning á 698 milliardir norskar krónur - svarandi til 438 milliardir danskar krónur. /Ritzau/
Ukraina og Russland. - Ukrainska fólkið skal hava frælsi til at avgera sína egnu framtíð. Leiðin til frið í Ukraina kann ikki ásetast uttan Ukraina. - Innihaldsríkar samráðingar kunnu bert fara fram í sambandi
Støre úr Arbeiðaraflokkinum og Erna Solberg úr Høyre boðaðu frá, at tey eru valevni til forsætisráðharrasessin, tá floksleiðararnir í Noregi vórðu spurdir, hvør bjóðar seg fram til forsætisráðharrasessin [...] Listhaug úr Framburðsflokkinum vildi harafturímóti ikki at lýsa seg sum forsætisráðharravalevni, siga NRK og blaðið VG frá. Sambært VG hevur Framburðsflokkurin í eina tíð staðið til at gerast størsti flokkur
Seinasta hósdag varð eitt øki við ein íbúðarbygning á Ceresvej í Nuuk stongt, og um kvøldið upplýsti løgreglan, at ein persónur varð funnin lívleysur á adressuni. Seinnapartin í dag hevur Grønlands Politi [...] laður í 28 dagar, skuldsettur fyri dráp. - Vit hava í samband við málið boðsent kriminalteknikarar og rættarlækna úr Danmark at hjálpa til við kanningunum. Grønlands Politi sigur, at teknisku kanningarnar [...] kanningarnar á staðnum, har kvinnan varð funnin deyð, eru lidnar, men kanningararbeiðið í málinum heldur fram. - Vit hava ikki meira at siga um málið í løtuni við atliti til kanningararbeiðið, sum er í gongd,
góð fyritreyt. – Tað er gott at koma í gongd tíðliga, og tað er gott at royna at gera ymsar filmar, tí so man sær, hvar riggar fyri ein og ikki. Og tann besti mátin at blíva dugnaligari til at gera film [...] Skúlagongdin er í eitt ár - og alt er púra ókeypis. Endamálið er at hjálpa ungum filmsáhugaðum at gera teirra egnu filmar. Undirvísingin fer fram í hølinum hjá Klippfisk í miðbýnum í Havn eina ferð um [...] film, tað er við bara at gera tað. Tað er jú øgiliga hands-on at gera film, og soleiðis verður skúlin eisini, sigur hann og vísir á, at skúlin fer at menna Føroyar sum filmsland. – Eg haldi tað er týdningarmikið
djúpari sorg og biður pressuna um at vísa umhugsni og ikki at seta seg í samband við syrgjandi og avvarðandi komandi vikurnar. Peter Lund Madsen spesialiseraði seg sum lækni í heilanum og fekk millum annað [...] framvið, funnu hann við vegjaðaran og boðaðu løgregluni frá. Hann varð flogin til Rigshospitalet, men var deyður, tá hann kom vegin fram. Familjan - sum fevnir um journalistin og yngra beiggjan Anders Lund Madsen [...] fyri sínar kanningar av blóðrenslinum í heilanum og broytingum á ymsum tilvitanarstigum. Hann gjørdist vertur í sjónvarpssendingini "Hjerne-Madsen" í 1998 og gjørdist kendur fyri síni evni at miðla ofta torfør
toppinum. Í gjár vann AB 5-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi og er næstfremst við 44 stigum og trý aftanfyri Skála. Sigurin í dag lyftir B71 fram á 39 stig. Sandoyingar eiga útsettan dyst ímóti Víkingi. Hann [...] enn heimamenninir høvdu, og Skála vann fleiri hornaspørk, enn B71 vann. Undan summarsteðginum gekk tað sum eftir ánni hjá Skála, sum fór í summarfrí við 46 stigum – 15 sigrar og ein javnleikur. Ein sigur [...] eftir summarsteðgin endaði tað 5-5 í Klaksvík, og í dag var fyrsta ferðin í ár, at skálamenn fóru av vøllinum uttan úrtøku. Skála er framvegis topplið og favorittur at flyta upp. Men hetta vikuskiftið
vóru bara fýra spælarar á beinkinum hjá 07 Vestur, og millum teir, sum ikki vóru við í kvøld, vóru verjuspælararnir Sonni Ragnar Nattestad, Brage Kvithyld og Nicloai Dohn. Um eina viku fer 07 Vestur aftur [...] uppspælinum. Í hesum føri var tað Daniel Obbekjær, sum áður hevur spælt við 07 Vestur, sum spældi fram á Klæmint A. Olsen, ið legði av til Fabian Ness, sum dró í brotsteigin, áðrenn hann smekkaði bóltin [...] Báðir partar høvdu tíðliga í fyrra hálvleiki bóltin í málinum, men tað varð kolldømt fyri rangstøðu, og Michal Przybylski var leysur fyri málinum, men hann sendi bóltin í samankomingina aftanfyri 07 Vestur
Føroyar løgdu eisini meira fyri og hálaðu inn. Munurin var leingi 2-3 mál og stóð tað 23-25 í heili 6 minuttir av dystinum, fram til 5 minuttir restaðu. Okkara komu tó ikki nærri og vaks munurin aftur seinastu [...] í dystinum. Flytførið spælskiparin kom inn við ferð og treysti í dag og gjørdi 4 mál. Føroyar gjørdust við hesum aftast, nr. 24, í EM-endaspælinum og merkir tað at okkara ikki koma at luttaka í U19 EM- [...] gjørdu nógv færri villur og vardu eisini betri saman við málverjanum. Femja Sámalsdóttir Soll, sum ikki hevði havt hepni við sær í føroyska málinum í fyrra hálvleiki, kom inn aftur og hevði nakrar bjargingar