skúlamyndugleikarnir, men eingin loysn er komin. Hetta er tungt mál at loysa, sigur Jenny Lydersen. Formaðurin í Lærarafelagnum sigur eisini, at tað fyrst og fremst er fyrisiting og skúlanevnd, sum eiga at [...] skúlanum í Kollafirði arbeiðsfrið. - Um nakað er at kæra, so mælir Lærarafelagið til, at foreldrabólkurin fer rættan veg við kæruni, og til rætta myndugleikan. - Tað er eingin loysn at fara í bløðini við málinum [...] gera. Tað er m.a. at tosa við lærararnar í skúlanum, skúlanevndina í Kollafirði og skúlafyristingina, sigur Jenny Lydersen. - Hví hevur Lærarafelagið ikki gjørt vart við seg fyrr enn nú, málið er slakar tríggjar
kampanjan hjá Greenpeace í Bretlandi hevði einki við føroyska økið ella Føroyar at gera! -Kampanjan í løtuni leggur seg eftir bretskum sjógvi, men okkara mál er at taka hetta mál upp globalt. So í veruleikanum [...] framleiðsluni so ella so. Tað er ikki so langt síðani, at umboð fyri Greenpeace mótmæltu framleiðsluni á Foinaven uttan fyri høvuðsskrivstovuna hjá BP í Aberdeen. Tað er greitt, at við tiltøkum sínum á [...] sett fokus á Føroyaleiðirnar, og spurningurin er, um hetta kann fáa ávirkan á kanningarnar og komandi oljuleitingina á føroyska landgrunninum. Eingin ivi er um, at fer tað at eydnast Greenpeace at steðga
roynt hesa tænastu í Føroyum og hon er einki annað enn út av lagi vánalig. Ein hoyrir ikki nakað um hetta og helst er grundin tann, at flest fólk her á landi einki annað hava at samanbera við og kunnu [...] kunnu tí ikki gera vart við støðuna. Um kvøldið er næstan ikki hugsingur um at koma ígjøgnum, tá ringt verður upp til skipanina. Hetta hendi seg næstan ikki í Grønlandi. Nógv lættari skuldi verið at fingið [...] og fari at bíða til verandi internet umboð ella onkur annar her á landi kann bjóða eina tænastu, sum er at liva við og vil ráða øðrum til tað sama. Internet fan
Nýggjar eftirstøður Støðan er nevniliga tann, at talan er um eftirstøður, sum hava hópað seg upp hesi seinastu árini, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður. Tvs, at hetta er næstan alt eftirstøður, sum [...] og løgd undir kommununa, tí tað er har, hon hoyrir heima. Býráðsformaðurin sigur, at kommunuskatturin er at kalla einasta inntøkukelda hjá kommununi og teimum dámar einki, kommunan als onga ávirkan skal [...] teimum er eisini nógv negativt og tað er ein spurningur, sum vit eru før fyri at taka ímóti øllum. Verður umsitingin spjødd um alt landið, fer tað tvørturímóti at lætta tað stóra trýstið, sum er á Havnina
Sosialinum hevur eftir mínum tykki eitt ósakligt ørindi, er illa undirbygdur, og er skrivaður í einum demagogiskum stíli, ið tíðin langt í verðini síðan er farin frá. Hjalti í Jákupsstovu [...] ovuni varð broytt, er tí púra burtur við. At hetta skal koma frá einum tíðandi fjølmiðli sum Sosialinum, har ein hevði væntað ørvísi innlit og álvarsama viðgerð í einum leiðara, er tí sera ørkymlandi. [...] eftir toski og hýsu. Eisini tykist royndin undir Íslandi at vera minkað. Úrslitið er, at veiðan av toski hjá línuskipunum er nógv størri, enn roknað varð við, tá fiskidagaskipanin varð sett í gildi. Sama
Tórshavnar Býráð, Signa Hammer, sum er nevndarlimur í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag og Ada Bisp, sum er álitisfólk hjá dagrøktarmammunum. Tær halda, at stundin er komin at siga fólkið, hvat [...] Eirikur Lindenskov Grundleggjandi krav okkara er, at vit koma undir somu viðurskifti, sum hini starvsfólkini hjá Tórshavnar Býráð. Hetta er tað minsta kravið, og vit bakka ikki. Hetta siga tær báðar [...] Almannastovuna at fáa dagpening. Trupulleikin hjá dagrøktarmammunum er tann, at tær ikki verða skattaðar av einum triðingi av lønini. Hetta er sum eitt endurgjald, og verður tí ikki roknað sum løn. Av somu
Ongin sól er til. Og sum oftast eru yrkingarnar partur av hesari ringrás av mótsetningum og mótsagnum. Her eru tár, men eingin grætur. Her er ein sjúklingur, sum einki feilar. Her er lív, her er ein verð [...] rapa. Einki í hesari verð er trygt, og vit kunnu einki vita. Byrjanin verður avnoktað, og endin vrakaður. Og »einki« stendur fram sum ein spegilsmynd av »alt«. Men hetta veit skaldið ið hvussu er, og tað [...] áræði og humor. Tað er myrkt. Ja, sjálvandi, men í hesum myrkri er eisini ljós. Ongin sól er til er ein bók, ið eigur at lesast og livast við. Hon mótmælir øllum tulkingum av sær. Tann svenski rithøvundurin
Higartil hevur FS Vágar einki stig fingið. Teir hava tapt seks ferðir, og málmunurin er 3-22. Men teir hava ikki mist mótið: Einaferð fara vit at vinna, og sjálvt um eg veit, at teir hava eitt fínt lið [...] lið, so haldi eg, at møguleikin er eins stórur ímóti HB, sum hann er ímóti øllum øðrum, heldur Pjotr Krakowski. Hóast tað ongantíð var ætlanin, at hann skuldi spæla við, so hevur hann verið á liðnum í [...] undan vikuskiftinum. Albert Ari Thomassen er staddur í Danmark, og hann verður ikki við aftur fyrrenn í august og septembur. Vágamenn hava ongan leikbannaðan, eingin er skaddur, og uppmøtingin hevur verið hampulig:
sum við einum javnleiki ella sigri, kann leggja seg sera væl fyri í oddinum. Tað er einki at ivast í, hvat kravið til B36 er í hesum dystinum: teir skulu vinna. Vágbingar koma í Gundadali við einum varnum [...] gongdini áðrenn sjálvsálitið fer at bila, soleiðis sum tað ofta kann gera hjá sjálvt góðum liðum. Hjá B36 er stór kapping um plássini á besta liðnum, og hvønn dyst sita frálíkir spælarar uttanfyri. Aftur hesaferð [...] Jørgensen hevur hjálpt vágbingum í einum dysti og arbeitt verður við at fáa hann til Føroya aftur. Og talan er eisini um at fáa Jan Allan Müller heim úr Esbjerg at hjálpa VB í onkrum dystum. Tað hevur gingið báðar
tað verður einki at siga til, um FSF topparnir vera heitir um skallan, tá teir fara at fylgja við. Møguleiki er at fáa eitt av omanfyri standandi londum í bólk saman við Føroyum, men tað er eisini møguleiki [...] Hetta er tað, sum teir á sovornum máli kalla ?signing fee³. UFA hevur eisini bundið seg til næstu átta árini at fyrireika eina venjingarlegu um árið fyri landsliðið. Virðið á einari slíkari legu er mett [...] flytir UFA 200 túsund týskar markar í tí, teir kalla fyri ávegisgjaldi. Talan er um á konto gjald, og endaliga avrokningin er treytað av, hvørjum londum Føroyar fara at spæla ímóti í EM og HM undankappingum