verður brúkt til at kanna summi ting, men at tað hevur víst seg, at mann í alt ov stóran mun hevur gjøgnumført viðgerðir, sum hava havt skaðilig árin á persónar. Serliga har tað seinni hevur víst seg, at [...] eg legði merki til lýsingina, so er hon framvegis at síggja og annars hevur onki verið at hoyra um hetta. SKANNARIN Á KLAKSVÍKAR SJÚKRAHÚSI Tá eg lesi tekstin, sum Sambandsflokkurin hevur saman við lýsingini [...] heilt grundleggjandi ikki til at vera ímóti nøkrum, sum ljóðar eitt sindur sum, at mann kann fáa viðgerð fyri alt og kanska enntá uttan nakra bíðitíð. Sunnukvøldið legði eg merki til eina lýsing á facebook
“Olivur, nú ert tú sjúkur og veikur og orkar ikki at gera nógv, men á hvat tú hevur givið nógv til verðina”. “Ja tað havi eg” segði hann, og so tók hann uppaftur alt, sum eg segði. “Tú hevur gjørt okkum stolt [...] teknað. Pápin hevur møguliga tó ikki sæð so stórt virði í hesum. “Tú mást blíva til nakað, eingin kann liva av at mála og tekna” skuldi hann havt sagt. Og tí var Olivur farin í læru til radiomekanikkara [...] Neyst navninum”. “Ja tað havi eg”. “Tú hevur givið íblástur til mangan mann og hugbundið manga sál”. “Ja, eg havi givið íblástur og hugbundið”. “Blátt og appelsingult, sum tú setti á gráa og myrka landslagið”
ein spurningur um lív ella deyð, um oyggin verður lopin um í einum Suðuroyartunli ella ei. Nú ein verklagslóg um hesa verkætlan eftir øllum at døma nærkast, er ein íbinding - ella teymur uppí Skúvoynna [...] fríggjadag, tá tú hevur fingið frí, er ikki vist, at líkindi eru at sleppa av aftur oynni mánadagin eftir, tá klokkan í skúlanum ringir innaftur. Harry vísir á, at í slíkum føri noyðist tú ofta at vera burtur [...] fantastiskan møguleika og einasta møguleika hjá okkum til fast samband. So tað er greitt, sigur hann, at hetta fyllir ógvuliga nógv, nú líkt er til, at ein Suðuroyartunnil nærkast. - Yngstu fólkini, sum
skúlanum longur, heldur hon fyri, at nú kann hon siga ja takk til tað, hon hevur hug til – og nei takk til tað, hon ikki hevur hug til. - Okkara børn hava sagt, at tað var fantastiskt at veksa upp á Hellunum [...] Altíð trivist væl Jórun hevur altíð trivist ógvuliga væl á Hellunum. - Eg plagi at siga, at hevur tú telefon, bil og maðurin er heima, kanst tú næstan búgva allastaðni. Nú hon ikki er bundin at skúlanum [...] Havn, og ein býr á Amager. Sonurin, sum býr í Danmark, hevur føroyskan maka, og eg vænti ikki, tað gongur long tíð, til tey flyta heim aftur til Føroya. Øll børnini hjá okkum eiga børn. Tað sigur kvinnan
posti fyri mammubeiggja sín. - Tríggjar ferðir um vikuna skuldi tú ganga upp um fjallið og síðan koyra til Sørvágs og sama veg heim aftur til Gásadals. Tá tunnilin varð skotin ígjøgnum, slapst viðhvørt gjøgnum [...] sum er uppvaskin í Gásadali og hevði øll síni barna-og ungdómsár her. Karl hevur tó ikki búð øll síni ár í Gásadali. Hann hevur eisini búð í Sørvági í fleiri ár, har hann átti hús. ##med2## - Eg haldi, [...] Gásadali, vóru tey stívliga 60 í tali. Hann hevur bil er einar 2-3 ferðir um dagin ein túr í Sørvági. - Eg haldi, tað er neyðugt at hava bil her, tí annars verður tú so fastlastur í bygdini og sleppur ongan
fólk kúgv, sum gav mjólk til húsbrúks. - Í Tjørnuvík er lítil innmørk, og her skuldi vera nokk til seyðin eisini, sum hann tekur til. ##med5## Tá kom longsul á Í nógv ár hevur hann verið røktingarmaður [...] – annar hevur siglt við norskum línuskipi í fleiri ár, og ein yngri bróðursonurin siglir hjá Skansa Offshore. Steinbjørn heldur, at hetta eru einastu tjørnuvíkingar, sum sigla í dag. Men, hvat gera so [...] r í Sjeyndum, og hann hevur eisini nakað av seyði sjálvur. Honum hevur altíð dámt væl at fingist við seyð. - Tá eg byrjaði at røkta í Sjeyndum fyri nógvum árum síðan, vóru vit fýra røktingarmenn, men í
úr fólkaskúlanum, ella skulu tey, sum ikki ”kenna seg heima í føroyska málinum”, eisini hava rætt til undirvísing á enskum? Løgin spurningur heldur onkur, men als ikki løgin spyrt tú summar miðnámsskúlalærarar [...] m í skjáttuni til at klára seg á miðnámi? 50 ár síðan málstríðið í Hoydølum – og hygg nú! Fyri júst 50 árum síðan, til próvtøkurnar í juni 1974, noktaðu tveir næmingar at tosa danskt til munnligu próvtøkuna [...] føroyskt ella danskt í skúlanum Áðrenn tað nakrantíð eydnaðist at fáa føroyskum heimarætt í skúlanum og menna tað til myndugleikamál, fara vit víðari og halda fram við onkrum miseydnaðum. Og hvat var tað
Ert tú longu stúrin fyri, hvat goymir seg undir vatnskorpuni, tá tú baðar á sjónum, átti tú kanska ikki at lisið hetta. Men, nú er tað ikki soleiðis, at hesin skapningur er so vanligur um okkara leiðir [...] rin, Petter Bøckman, sigur, at fiskurin hevur eiturpinnar, sum hann kann stinga við. - Verður tú stungin av einum stjørnukikara, merkir tú tað veruliga - ja, tú fært rættiliga ilt, leggur norski djóra [...] fiskurin hevur føroysk navn, vita vit í løtuni ikki, men kanska onkur lesari veit. Sambært netsíðuni, FishBase, eru 57 sløg at stjørnukikarum á heimshøvunum. - Hetta er ein sjáldsamur gestur í Noregi. Tú kanst
reka barr. Tú ert jú ikki til arbeiðis frá 8-16. Tú ert til arbeiðis alt samdøgrið. Í høvdinum. Tankarnir eru á Skarv alla alla tíðina. ##med5## Tað eru nógvir faktorar, sum gera, at Siri hevur valt at selja [...] minnist, hevur Skarv verið í lívinum. Longu sum 12 ára gomul byrjaði hon at arbeiða á Skarv við pápa sínum sum stjóra og hevur síðani arbeitt her, inntil hon tók yvir í 2015. Dánjal Petur hevur fleiri ferðir [...] tey fella jú frá upp á eitt tíðspunkt. Og so koma nýggj ættarlið til, sum ikki vita, hvat Skarv var, tí tey vóru ikki gomul nokk til at koma her tá. Og so venur man seg bara við tað... Tað er nokkso syrgiligt
kom til arbeiðis gjáramorgunin, spurdi fíggjarleiðarin meg: Hevur tú skrivað nakað um sjúkraflutningin! Eg segði “nei”. Men hetta var ikki sannheit. Eg hugsaði “tú er áveg út ígjøgnum hurðina, so tú skal [...] Sandoyar Læknadømi kundi bjargað hesum. Hvat læknanum og sjúkraflutningi viðvíkur, hava til skotið Sandoyar sýslu 150 ár aftur í tíðina! Hvat hava tit samvirka til tað? Tit seta menniskjalív í váða. Eg meini [...] hjá lækna vóruð skorin niður til eitt. Læknin skuldi verða til arbeiðis millum 09-16 yrkadagar. Eingin avloysaraskipan. Síðan stakk hon nøsina í viðurskifti, hon einki hevur við at gera - ein sera vánaligur