meðan tey mongu sita eftir við rokningini. Hetta gera Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í Føroyum, og hetta gera Vinstra og teir Konservativu í Danmark. Hetta er teirra altjóða lóg. Haraftrat hava vit [...] Nevniliga økt sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin við uppskoti okkara um eina sjálvstýrislóg. Vit fara skjótt at ásanna, at hetta er einasta gongda leiðin. Í tí triðja sprurninginum, so hevur Javnaðarflokkurin [...] gjørt av, at eitt javnaðarumboð fer at standa púra frítt og óheft á Fólkatingi. Hetta hava vit boðað veljaranum frá, og hetta hava vit boðað danska Socialdemokratínum frá. Teir vita nú, hvar teir hava okkum
ðini um venjingardystir, men kavin hevur gjørt tað ógjørligt at spæla og venja á vøllunum. Av tí sama hevur Sumba enn ikki spælt nakran venjingardyst, og bólkaspælið í steypakappingini byrjar um minni [...] apríl byrjar bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið, og her er Sumba í bólki saman við ÍF, uppflytarunum TB og føroyameistarunum B36. Á pappírinum er hetta sterkasti bólkur, tí bert 1. deildarlið [...] er ikki lætt at fáa pláss á vøllunum í Gundadali. Í løtuni venja suðuroyingarnir í Havn tvey kvøld um vikuna frá klokkan 22.00 og úteftir. Rúni Lisberg sigur, at tað hevur verið nógv stríð av at fáa hesa
meinti tú, at ríkisrættarsak skuldi reisast móti Mogens Lykketoft? ? Ja, men um vit skipa stjórn, fari eg at konsentrera meg um at samráðast við føroyingar í staðin fyri at fara á hevndarjagstran herheima [...] fólkatinginum 27. januar, samtykti fólkatingið eina lítla ábreiðslu mótvegis stjórnini hjá Nyrup. Hetta hóvaði als ikki Vinstra-formanninum, sum harðliga vísti á, at málið als ikki var liðugt viðgjørt og [...] hevur somu støðu, sum næsti maður hansara, Anders Fogh Rasmussen, næstformaður í Vinstraflokkinum, sum um vikuskiftið bar fram somu sjónarmið, at Vinstraflokkurin nú kúvendir í bankamálinum. ? Vit fara ikki
eitt brúgvalag fer fram við okkum fríggjadagin við lýggjari veðrið og regnið. Um tað er gott ella ringt er nokk ikki semja um, serliga ikki hjá teimum, sum standa nærmast við har skalvarnir kunnu leypa. [...] Hetta var eitt lorta veður. Henda setningin hava mong okkara havt á munni hesar seinastu dagarnar. Onnur hava óivað brúkt onnur orð, men meiningin hevur verið tann sama. Vit hava havt so nógvan kava, at [...] at tað eru tey fægstu okkara sum minnast makan. Sosialurin hevur spurt veðurmannin Petur Skeel um hvat tað er fyri nakað hann borðreiðir við. Hann sigur, at tað ikki er nakað hann ger við vilja. ? Veturin
verið dyggur stuðul. Ein annar er Jógvan Jacobsen. Sera lítillátin annars, men á vøllinum ger hann um seg. Síðst men ikki minst av teimum gomlu er Jóannes Poulsen. Eisini hann hevur roynst Mjølni ein sera [...] skuldi endað. ÍF fekk ongan kjans. Í fyrsta settið leyp Mjølnir avstað og legði seg á odda 8-0. Eftir hetta gekk meira javnt á, og settið endaði 15-7. Í øðrum setti gekk meira javnt á. ÍFa fekk meira stýr á
við ta donsku stjórnina betri enn tað er ídag. Og kunnu vit siga hetta, tí vit eru ung og vónandi hava nógv ár í føroyskum politikki. Hetta merkir ikki, at vit fara inn í tann danska javnaðarflokkin, men [...] álit á verandi politikki - tí er møguleiki nú til at siga sína hugsan, nú ein greið støða skal takast um ríkisfelagsskapin, og hvat vit vilja við einum ríkisfelagsskapi. Vit í SU vilja varðveita ríkisfelagsskapin [...] eru - kapitalisering av blokkinum og í øðrum føri, at mótrokna blokkin. Vit vilja ikki fara so lætt um skuld okkara, men standa sum føroyingar og gjalda ta skuld, ið vit hava átikið okkum. Tað er mítt ynski
ávísar stættir osfr. Nú um dagarnar var eg so heppin at síggja áhugaverda samrøðu í bretska sjónvarpinum. Heimskendi hvíti suðurafrikanski rithøvundin Nadima Gordimer fegnaðist um, at land hennara er sloppið [...] ur fyri. At ætlanin so eisini var at brúka hetta í føroyskum politikki móti einum javnaðarflokki, ið leflaði fyri teimum tvitnu svørtu, var enn eitt prógv um, hvussu ÓB arbeiðir. Men ikki nóg mikið við [...] umboð fyri frælsi og rættvísi. Tey gleðast um, at stríð hansara gav fólkinum frælsi. Men hesi fólk hava tá gloymt, hvat teirra egni stavnamaður helt og skrivaði um tey svørtu og Mandela og allar hansara janvlíkar
legði hann afturat, var skipið í ringum standi. Um slangurnar í maskinrúminum segði hann, at klassin loyvir brúki av slangum, um talan er um góðkend evni, og um koblingarnar eru góðkendar. Tað var honum ógjørligt [...] Tað hevur verið skrivað og sagt nógv um Nólsoyar Páll. Hetta lagnuskip, sum skuldi verða vaktar- og bjargingarskip. Ansað eftir skipunum kring Føroyar og, um tey komu í neyð, geva teimum eina hjálpandi [...] rørskipanum umborð. Vitnið roknar við at orsøkin til hetta er, at rørskipanin er upptard og síðan útskift við slangur. Vitnið legði afturat, at um slangurnar brendu saman, t. d. av eldsbruna, og tað ikki
bankin heimabankaskipanina. At tað var rætt, er í dag ongin ivi um. Talið av teimum sum hava telduútgerð heima við hús er øgiliga stórt, og hetta ger, at marknaðurin fyri hesari vøru er sera stórur. At skipanin [...] mánað. Í Unibank siga teir, at teir nú hava 62.000 tilmeldingar og teir verða ikki bilsnir, um talið fer upp um 100.000 í ár. ? Tað gongur bara skjótari og skótari, sigur Otto Feierskov, deildarstjóri í [...] serliga eru akademikarar og sjálvstøðug vinnurekandi sum fáa sær heimabankaskipanir. Hetta ber enn ikki til at siga nakað um í Føroyum, men sum skilst úr Sparikassanum, so eru kundarnir javnt spjaddir á st
hálsfevndust um vikuskiftið og blivu rørandi samdur um at samstarva um húsini. Og síðani er tað hent, at báði Bátafelagið, Bjargingarfelagið og Býráðið hava skrivað undir ein brúkssáttmála um húsið niðri [...] hinumegin endaði í sátt og semju nú um vikuskiftið. Og tað endaði sum tað skuldi: Bjargingarfelagið verður ikki rikið á dyr, men Bátafelagið sleppur eisini inn. Hetta hendir eftir at vit einaferð enn hava [...] Havn eisini skuldi hava innivist í húsinum. Hetta fall Bjargingarfelagnum fyri bróstið. Guttorm Eysturoy, formaður í Bjargingarfelagnum sigur, at hann tók hetta sum at Bjargingarfelagið varð blakað á dyr