tey komu saman, spurningurin, um hann vildi hava meg, ella um hon hevði eyguni á einum øðrum, tíðin, fyrsta djúpa samtalan, fyrsti kossurin og fyrsti kærleikin. Alt hetta eyðkennir eina serliga tíð í parlagnum [...] dreymar hvørt fyri øðrum. Men munur er á forelskilsi og kærleika. Kærleiki og forelskilsi kunnu ikki skiljast sundur sum tveir ymiskir lutir í lívinum, men kortini er munur á teimum. Forelskilsið sær bara tað [...] síðunum. Vit eru viðurkennandi, góðtakandi og vilja fáa greiðu á, hvat er best fyri parlagið. Halgan krevur dirvi. Tað krevur dirvi at seta orð á tað, sum vit mugu verða loyst frá, og at umfevna tað góða,
feigdarnátt dóttir míni 24 pentur, 20 inni í munninum og fýra uppi á ytru síðu á vørruni, sigur mamman, Mary Petersen og vísir á, at fólk, sum vóru á Heimasta Horni, funnu frammtenninar aftur við at fylgja blóðslóðini [...] sum búgva á Heimasta Horni í Havn og hava verið úti og skotið fýrverk, eru so smátt farin innaftur. Men, ikki øll. 16 ára gamla, Anna Petra Petersen, er saman við mammu síni Mary og systkjum á Heimasta [...] Hann verður garrvillur og fer at goyggja, tá fýrverk verður skotið, og hann rennur aftan á fýrverki. Tí helt eg meg einar 10 metrar burtur, setti meg niður at húka og kela hundin, so hann skuldi gerast
maður. Hann helt seg eitt sindur fyri seg sjálvan, las nógv, men hevði, hóast tað, stóran áhuga fyri tí, sum fyrifórst í samfelagnum. Sum eg skilti á honum, tosaði hann mest við Eirik, Høgna á Tormansbakka [...] hvat hann át og helt seg í góðum formi. Hann gekk túrar út í Nípu nærum hvønn dag - og skjótt gekk hann. Eg møtti honum ofta í haganum og fylgdist onkuntíð við honum. Tað var ferð á honum. Tað var hugaligt [...] eisini væl at ferðast og var uttanlands á nærum hvørjum ári. Eisini í heyst var hann burtur í nakrar vikur. Fáar daga, áðrenn hann doyði, koyrdi eg við honum inn á býráðsskrivstovuna. Hann hevði júst keypt
eisini fyri norðan. At Jónleif Johannesen, sum á so mangan hátt hevur givið seg so jaliga til kennar í mentanarligum og samfelagsligum málum, skuldi fara á bás við áðurnevndu sunnanmonnum, mundi undra eisini [...] men í práti við íslendingar herfyri, har vit eisini komu inn á aktuella fiskivinnumálið, var teirra útsøgn, at fiskivinnan í Íslandi ikki longur hevði sama berandi týdning fyri teirra samfelag sum fyrr, nú [...] Ikki er undirritaði nakar politiskur persónur við stórvegis innliti í manna-gongdir og framferðir á politiska virkispallinum. Men sum borgari í samfelagnum má ein og hvør hava rætt, ja skyldu, til eftir
afturíaftur. Men, bilurin hjá týskaranum hevði nevniliga ongantíð verið stjolin. Hann hevði staðið á sama staði, har eigarin setti hann í 1997. Maðurin hevði bara gloymt, hvar hann setti bilin. Tá maðurin [...] sum í dag er 76 ára gamalur, sá bilin aftur, var hann í so ringum standi, at hann kundi ikki koyra longur. Tískil varð bilurin burturbeindur. Hetta er ikki fyrstu ferð, at slíkt er hent. Enski miðilin - [...] - Independent – veit eisini eina søgu um skotskan bileigara, sum fyrr í ár saknaði sín bil og helt hann vera stjolnan. Skotin leitaði eftir bilinum í fimm dagar, áðrenn hann gavst at leita. At enda meldaði
Og eg helt meg síggja hamin av Høj allastaðni: Í skúlavindeygunum, aftanfyri tubbakshillina í handlinum og í frystaranum við ísi. Reikandi millum gravsteinarnar á kirkjugarðinum. Og sitandi á songarstokkinum [...] og legði hondina á kistuna í nøkur sekund fyri at siga farvæl og senda eina persónliga heilsan innantanna til mammubeiggja mín. So vendu tey sær á og heilsaðu uppá tey avvararðandi á fremsta bonki. Tey [...] Tey funnu sín sess, og øll sungu sálmar og sangir, so takið næstan fór á flog. Tá ið fylgið gekk aftan á líkbilinum út á kirkjugarðin, steðgaðu fólk, ið vóru til gongu, og fólk fóru úr bilunum, sum komu
svenska tíðindakvinnan, Kim Wall, doyði orsakað av kolsúrnieitran, meðan hann sjálvur var staddur á dekkinum á kavbátinum. Men, hesa frágreiðing, sum løgreglan kunngjørdi í tíðindaskrivi mánadagin, kallar [...] hevur hon einki svar fingið, og tí er hon sjálv farin í miðlarnar. - Eg havi sagt við ákæran, at eg helt tað vera óhóskandi, sum sagt er í tíðindaskrivinum til miðlarnar, at Kim Wall sambært Peteri Madsen [...] framhaldandi hevur tætt samband við klientin, Peter Madsen, men hon hevur ikki dagligt samband við hann longur. Ákærin hjá Københavns Politi, Jakob Buch-Jepsen, sigur seg onga viðmerking hava í miðlunum til tað
síðani 2001, var skattafrí tá á døgum og tí rindaðu teir 11 eigararnir av Varðanum ikki skatt av hesum 250 milliónum krónunum, sum teir fingu fyri partabrøvini. TAKS helt ikki, at hetta var í tráð við [...] so at nú eru søla av partabrøvum ikki longur skattafrí. Tó so, um tú hevur havt partabrøvini síðani áðrenn 2001, so skalt tú einans rinda skatt av virðisøkingini á partabrøvunum frá 1/1-2007 til tá tú selur [...] dag. Ein grannskoðari hevur mett, at virðið á Varðanum í 2007 var 890 milliónir krónur. Tað vil siga, at tær fyrstu 890 milliónir krónurnar av søluprísinum á Varðanum vera skattafríar, um teir 11 eigararnir
Útoyggjastuðulin um at verða uppbrúktur Tingmaðurin helt, at tað var ov lítið av peningi sett av og at tað vórðu ov nógv, ið ikki vórðu fastbúgvandi á útoyggj, ið nýttu skipanina. Henrik Old er samdur við [...] í samband við slaktið. Nú er tað farið at umfata so nógv annað, at ein millión strekkir ikki til longur. Nú er so nógvur aktivitetur við millum øðrum bygging, at tað er skjótt uppi, sigur Henrik Old. Henrik [...] Henrik Old sigur, at tað mugu nakrar broytingar gerast nú. Hann sigur, at annahvørt mugu fólk á útoyggj møguliga rinda meira sjálvi, ella má peningaupphæddin hækka. - Eitt annað, ið vit skulu at hyggja
politikararnir, sum vóru við á kjakfundi í Miðlahúsinum mikukvøldið, eru samdir um. Hóast Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldi og Helena Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkinum [...] sum reypa sær av, at har verður ongin føddur longur við downs syndrom, staðfestir hann. Hann helt ikki, at tað var nakað at reypa sær av. Tvørtur ímóti helt hann tað vera «so óhugnaligt, at tað er ikki [...] málbar seg. Og hann vísti samstundis á, at tað seinasta er, at nú fáa kvinnur eisini fosturtøku, tí barnið, tær bera, ikki av av tí kyni, tær vilja hava. Og hann helt, at einasti máti at tryggja sær, at