og tað hevur góð ráð um orkukeldur, matvørur og flutning, eins og tað er ein kelda til íblástur til strategiarbeiði og at leggja arbeiði til rættis. Harafturat eru prei og góð ráð til norðurlendsku stjórnurnar [...] Burðardyggar mentanarupplivingar ( Bæredygtige kulturoplevelser) í verk - ein verkætlan, sum hevur til endamáls at lætta um hjá norðurlendskum mentanarstovnum at fara í gongd við grøna skiftið og gerast [...] úrslitið av hesari verkætlan tøkt: Grøna vegakortið ( Grønt Vejkort) , sum er ein rúgva at uppskotum til, hvussu mentanarstovnar kunnu seta gongd á grøna skiftið. Norðurlandahúsið í Føroyum hevur staðið á
eldur er ikki at spæla við og nú hevur Arbeiðs- og Brunaeftirlitið nøkur góð ráð um trygd í hesum sambandi. Livandi ljós – Tryggja tær, at ljósastakar og ljósskálir eru gjørd úr tilfari, sum ikki brennur [...] í jóladekoratiónini. – Tryggja tær, at ljósið ikki kann festa í gardinur, grann ella annað tilfar. – Set ljósini burtur frá jólapynti og greinum. – Set ikki fleiri bikarljós saman. Tað kann verða ógvuliga [...] kann elva til spreinging. – Far aldrin úr einum rúmi, har livandi ljós brennur. – Sløkk ljósini við ljósasløkkjara, heldur enn at blása. – Tryggja tær at øll ljós eru slóknað, áðrenn tú fert til songar.
fáa koyrikort til tað, er 16 ár. – Vit hoyra mangan, at tað er so dýrt at taka koyrikort til prutl, at tey hava ikki ráð til tað, sigur løgreglan. Í hesum sambandi vísa tey á, at koyrikort til lítið prutl [...] 000 krónur, og hjá tí, sum hevur koyrikort til lítið prutl, kostar tað 2.000 krónur afturat at fáa koyrikort til stórt prutl. Men verður koyrikort bara tikið til stórt prutl, kostar tað hinvegin einar 9 [...] eisini talan um, at førarin ikki hevur galdandi koyrikort. Tað eru tvey sløg av prutlum. Lítil prutl kunnu koyra 30 kilometrar um tíman, og aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til tað, er 15 ár. Stór prutl
landsstýrið, ið skóru játtanina til Ráðgevingina. Vit eru øll góð við Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark, sum í 28 ár hevur veitt mongum sjúklingum og lesandi í Danmark kærkomin ráð og vegleiðing. Tí valdi [...] 000 krónur færri til Ráðgevingina, við tí grundgeving, at neyðugt var at tálma útreiðsluvøkstrinum. Í dag er støðan tann, at Ráðgevingin illa fær hildið fram við verandi virksemið, um ikki játtanin verður [...] Útsøgnin um, at vit ikki skulu ov nógva fíggjarliga orku uppá at integrera føroyingar uttanlands var søgd við stóru fólkafráflytingini í huga, og serliga teimum ungu lesandi, ið vit ikki fáa heim aftur. Hetta
skránni var lagt upp til eitt sera hugnaligt kvøld í Gamla Reinsarínum fríggjakvøldið. Tá skipaði OD-bólkurin úr Studentaskúlanum í Hoydølum nevniliga fyri stórum cafékvøldið til frama fyri ársins skú [...] varð satt at siga bilsin um, hvussu nógv fólk komu oman fríggjakvøldið. Vit væntaðu ikki tað heilt stóra, tí vit høvdu ikki gjørt serliga nógv fyri at upplýsa um tað ella fáa tað út í miðlarnar, sigur Mortan [...] føroyingar um OD, tí nógv framvegis ikki hava hoyrt um felagsskapin, hóast hann longu hevur eksisterað í heili tíggju ár í Føroyum. Eg hopi og vóni, at fólk tóku tað, vit søgdu, til sín ? bæði næmingar, sum fara
í ár vildi Fiskimálaráðið ikki geva loyvi til hetta. "Ventilurin" Spurningurin var, hvørji ráð so vóru til at taka fyri at skapa ein "ventil", soleiðis at upsamarknaðurin ikki sprongdist. Hendan ventilin [...] avhøvdað nøkur 100 tons av smáum upsa, sum er farin til frystingar. - Hetta hevur ikki givið okkum tær stóru inntøkurnar, men á henda hátt hava vit verið við til at stýrt útflutninginum av óvirkaðum fiski í eini [...] fyri, at føroyski upsamarknaðurin fór at kollapsa í vár. Fiskiskapurin var framúr góður, og ikki var líkt til, at virkini fóru at megna at keypa og arbeiða allan fiskin undan. Um hesa tíðina í fjør lógu
BBC NEWS verður víst til, at borgarstjórin í Klaksvík hevur í skrivi til Wick bjóðað til samráðingar um at loysa Klaks-Wick stríðið. – Ein føroyskur borgarstjóri hevur boðið seg til at hitta býráðslimirnar [...] mælir Gail Ross, umboð fyri býráðið í Wick, til at enda vinarbýarsambandið, júst vegna tað at tey í vinarbýnum, Klaksvík, drepa grind. – Síðani verður víst til og endurgivið frá brævinum hjá borgarstjóranum [...] um í Klaksvík, Jógvan Skorheim, sum varð sent til Wick fyri kortum. Eisini verður sagt, at Hr. Jógvan Skorheim leggur afturat, at føroyingar lata sær ikki siga av øðrum, hvussu menatnararvur teirra verður
Hetta ber tó illa til um summarið, tá ið tað er lýtt, og sólin skínur. Eini ráð eru ikki at hava gras heilt inn til grundina, og at grasið longur burturi frá húsunum er væl sligið. Tað ber til at koyra eitur [...] Tær eru ikki vandamiklar, og tær býta ikki, men tað er einki serligt at vakna, og tvístertur eru at finna í songini, í klæðum, í skápum, í mati ella í borðlappum. Sambært Dorete Bloch, er tað ikki lætt at [...] Summarið hevur verið so lýtt, og tað er óivað ein orsøkin til, at tað eru so nógvar tvístertur í ár. Vanliga kemur tann stóra innrásin av tvístertum ikki fyrr enn í august, men í ár var tvístertan fyrr á veg
lutakastinum hjá EB/Streymi, so kundu vit ikki fingið betri mótstøðulið. Brøndby er fantastiskt hjá okkum, staðfestir Havgrímur Johannesen, sum nevnir fleiri ymsar orsøkir til tess: – Tað er stutt at ferðast, og [...] hjá okkum. Vit koma eisini til kendar umstøður, sum eisini hevur stóran týdning, metir Havgrímur Johannesen, sum eisini heldur, at reint ítróttarliga er Brøndby heldur ikki av leið hjá B36. Havgrímur [...] Johannesen skal nú til at fyrireika Danmarkarferðina hjá B36, men hevur tó tíð at geva venjaranum hjá hinum føroyska liðnum í UEFA-Cup, EB/Streymi, eini góð ráð á vegnum: – Hevði eg verið Sigfríður Clementsen
alistanum hjá Petur í Gong til valið í 1992, men var tó ikki valdur. Men tá Petur í Gong legði sessin frá sær í 1993, kom Jenis av Rana inn í býráðið og hevði sæti til valið í 1996. Á valinum í 1996 [...] stin einki umboð valt. Miðflokkurin stillaði upp til býráðsvalini í Havn í 2000, 2004 og 2008 uttan at fáa umboð valt. Sperrumarkið til at fáa umboð valt í Tórshavnar býráð er rættiliga høgt [...] Tjóðveldi, fekk umboð valt í Tórshavnar Býráð var í 1996, tá Ronald Poulsen varð valdur fyri Sjálvstýrisflokkin. Seks valevni Á listanum hjá Miðflokkinum til býráðsvalið hesaferð eru seks valevni: