kannað skeinkistøð, men har var alt í ordan og gott lag, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Tá løgreglan gjørdi ferðslukanning á Streymoynni í gjár, var ein bilførari tikin fyri at koyra 106 km um tíman [...] tíman uttan fyri bygt øki, og tað kostar honum eitt klipp í koyrikortið. Ein fullur maður var áhaldsin og endaði í Havnará á Vaglinum. Hann klára uppaftur sjálvur, sigur vaktleiðarin. Og í Hvalba var ein bilur
sum eingin maður hevði sett, »hví føroyskir lærarar ikki kundu tosa føroyskt við føroysk børn« . Og bað Løgtingið siga sína hugsan. Og svarið var eitt tvørt nei frá sambandsmeirilutanum á tingi. Lærararnir [...] forsætisráð harri (altso maður) hevur torað at sagt nakað skilagott um, hvussu ríkisfelagsskapurin kann broytast. Nú ein kvinna situr sum forsætisráðfrú, so liggur eitt greitt uppskot á borðinum: Ein ríkja [...] harðliga ímóti ES-limaskapi uttan at vit hava spurt um treytirnar. Gamaní vilja vit ikki lata ræðið á fiskiríkidøminum til Brússel. Men at halda, at vit klára okkum fult so væl uttan fyri stóra marknaðin
Ulf Kristersson, mælir í tíðindaskrivi til, at flaggað verður á hálvari stong í Svøríki í dag. Tað skrivar SVT. - Í dag flagga fløgg okkara á hálvari stong, nú alt Svøríki kemur saman at stuðla teimum raktu [...] í tíðindaskrivinum. Bæði stjórnin, Riksdagurin í Svøríki og kongshúsini fara at flagga við fløggum á hálvari stong í dag, skrivar SVT. Í minsta lagi 11 fólk doyðu og fleiri fingu skaða í einum skottilburði [...] eingin illgruni um, at talan er um yvirgangsatsókn, upplýsir løgreglan. Tað er heldur einki, sum bendir á, at illgruni er um, at gerningsmaðurin handlaði av hugmyndafrøðiligum motivum. Samleikin hjá illgrunasama
einum skottilburði í einum skúla í Örebro. Tað upplýsir svenska løgreglan á heimasíðu síni, sambært svensku tíðindastovuni TT. Á tíðindafundi í kvøld varð kunngjørt, at "umleið 10 fólk" vóru deyð í sko [...] nágreina meira í løtuni, er, at umfangið av skaðunum er so stórt, segði løgregluovastin á staðnum, Roberto Eid Forest, á tíðindafundinum, sambært svensku tíðindastovuni TT. Samlaða talið av særdum er ókent [...] gerningsmannin, hóast vit ikki kunnu útiloka, at fleiri fólk eru við tilknýti, sigur løgreglan. Ein maður um 35 ára aldur er eyðmerktur sum gerningsmaðurin, skrivar TV4 Nyheterna, sum hevur upplýsingar um
kvinnan varð hin 18. februar í fjør funnin uttandura við fleiri skaðum bæði á likaminum og á høvdinum, og løgreglan helt upp á, at kvinnan varð dripin. Kujalleq Kredsret viðgjørdi málið í nakrar dagar, [...] kvinnuni, varð dømdur átta ár á stovn. Hin 28 ára gamli hevði skamfarið kvinnuna við einum køksknívi, og hann hevð meislað kvinnuna um hálsin og andlitið. Kvinnan doyði stutt eftir á sjúkrahúsi av bløðingum [...] fór fram í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, og hin í Nanortalik. Í Nuuk var tað ein 28 ára gamal maður, sum hevð skamfarið damuna hjá sær við knívi, meðan børnini hjá teimum vóru hjástødd og onnur børn
har sá gott út, sigur vaktleiðarin á politistøðin í Havn. Eisini við skúlan á Argjahamri sá gott út, og har varð heldur einki mál skrivað. Men við skúlan á Strondum var eitt mál skrivað, har eitt barn
vinalig fólk til staðar, sum eru klár at vegleiða tykkum í spælinum. Tað ber eisini til at støkka inn á gólvið og forvitnast, ímeðan tit njóta ein góðan kaffimunn og eygleiða spælarar dystast ímóti hvørjum [...] hvørjum øðrum ella síggja, hvussu summi fáa modellir til lívs við sínum listarligu evnum. Hildið verður á til kl. 22:00, og tað er møguligt at koma og fara júst sum tað passar.
yngru. Johan minnist serliga eina hending frá einum vali í 1978. Tíðliga á morgni, tíbetur, tí lítið var í atkvøðukassanum, kom ein maður yvir til valkassan og blakaði ein gløðandi sigarettstubba niður í valkassan [...] er talgilt. Johan minnist aftur á tíðina í valnevndini fyri tað góða og er takksamur fyri at hava verið ein partur av hesum. MARIANN MIKKJKALSDÓTTIR VALNEVNDARFORKVINNA Á skipanarfundifundi í valnevndini [...] valnevndini, bestu eydnu við valnevndararbeiðinum, skrivar tvk.fo. Fleiri myndir eru at síggja á síðu Tvøroyrar kommunu á Facebook, sí her
heldur til á Ellisheiminum í Runavík, á Vesturskini á Toftum, í Sjóvarlon á Strondum og á dagtilhaldinum fyri minnisveik á Skála. Stýrið fyri Roðan fylgir kommunalum valskeiði. Roðin er samstarvið á eldraøkinum [...] Anders Jacobsen, borgarstjóri - Drós Ellingsgaard Fyri Nes kommunu - Súni í Hjøllum, borgarstjóri - Elin á Torkilsheygg Fyri Runarvíkar kommunu - Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri - Sigrun Jónsveinsdóttir - Jógvan
at 1. februar 2025 letur hann fyritøkuna og bygningin í hendurnar á Kristian og Carl. Hetta skrivar Biltek í Trongisvági á sínum vanga á facebook. Jákup byrjaði yrkisleið sína í 1987, tá hann fór at læra [...] Jákup v. familju til Danmarkar, meðan konan fekk sær útbúgving. Í ár 2000 arbeiddi Jákup eitt ár á Effostøðini á Tvøroyri, og í 2001 byrjaði hann aftur í arbeiði hjá Mogens. Í 2006 boðaði Mogens frá, at hann [...] kioskini og á verkstaðnum fríggjadagin 31. januar frá kl. 14.00 til 17.00, har høvið verður at heilsa uppá teir tríggjar. Okkurt gott verður at fáa bæði til vaksin og børn, skrivar Biltek á facebook.