Rækjuvirkinum á Oyri, men sum í seinastuni hevur verið stjóri á pelagiska virkinum í Kollafirði. Maðurin, sum er komin í hansara stað, er Dánjal Jákup Andreasen, ið hevur drúgar royndir sum fiskavirkisstjóri [...] Dánjal Jákupi, men hann var á fundi í Havn. Nevndarformaðurin í Kollafjord Pelagic, Sverri Hansen, hevur seinastu dagarnar verið í Føroyum ? og fer ætlandi avstað aftur til Íslands í dag, men heldur honum [...] Jákup Andreasen í nýggja starvinum hósdagin, samstundis sum Sofus Poulsen gavst í hesi vikuni. Tað hevur gingið striltið hjá Kollafjord Pelagic, síðan virkið varð bygt í KollafirðI fyri nøkrum árum síðan
Stigatalvan sigur, at VB hevur heili 169 mál í yvirskoti á kontini, meðan talið hjá Stjørnuni er 82. Altso ein munur á 87 mál. Heilt so stórur er veruligi munurin tó ikki. Stjørnan hevur nevnliga vunnið tann [...] Tilsamans hevur VB vunnið 59 mál móti Tjaldri, meðan talið hjá Stjørnuni er 20. Tað vil siga, at stendur á jøvnum, so skulu hesi málini dragast frá. Hóast hetta, so er iki nakar ivi um, at VB hevur ein væl [...] væl betri málmun enn Stjørnan. Dystirnir móti Tjaldri undantiknir, so hevur VB 58 mál at geva av í mun til Stjørnuna, og tað er nú ikki so lítið. Og tá 32 av hesum 58 stava frá dystinum sunnudagin, hava
slaktarí og handil, sum seldi allar føroyskar matvørur. Síðan hevur fyritøkan verið eitt framleiðsluvirki við døgurðmati og viðskera, ið hevur selt sínar vørur til handlar kring landið. Gólvvíddin í nýggja [...] Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og lýkur øll ES krøv. Byggifelagið Articon hevur staðið fyri byggingini, og glastrevja-elementini innan hevur P/f Klement Petersen í Saltangará latið. Fyritøkan framleiðir fiskafars [...] í býnum, Kjøtbuðin v/O. Reinert, lat upp í stásiligum nýggjum virkisbygningi, eftir at fyritøkan hevur hildið til í somu hølum í Tórsgøtu síðan 1938. Tað var í 1938 at Jens Reinert, pápi Otto Reinert,
Ikki minst tí tann persónurin, sum vit hava havt samband við, hevur verði óalmindiliga álítandi, og eg eri so eisini vísur í, at hann ikki hevur nakað við hetta at gera. Víðari sigur Magni, at tað hóast alt [...] Talan hevur so ikki verið um nakrar millióna-upphæddir hjá okkum. Hartil valdu vit frá byrjan, at avkastið av íløguni skuldi gjaldast út fyri hvønn ársfjórðing, og við einum rentustigið, sum hevur ligið [...] ligið millum 11 og 17% hevur tað næstan goldið innskotið aftur. Nú er ikki enn greitt, akkurát hvussu endurgjaldsreglurnar eru, men talan er um løggilduga meklarafyritøku, og tá eru ávísir garantiir. Fáa vit
USA. Har hevur Pauli siglt við einum trolara og nú arbeiðir hann sum timburmaður. - Men vit flyta heim til Føroya í januar, tað hevur allatíðina verið ætlanin at flyta heimaftur. Konan hevur verið og vitja [...] og prátar í sólskininum. Pauli er heima í Føroyum í summarferiu, hann býr í Connecticut í USA. Har hevur hann búð í trý ár, tí kona hansara er haðani. - Eg møtti henni umborð á læknaskipinum Anastasis í [...] vera, men ikki líka gott sum heima, greiðir Pauli frá. Pauli er í summarferiu í seks vikur, hann hevur brúkt nakað av tíðini eftir havhesti saman við beiggjunum. Størsti parturin av frítíðini er tó farin
gavst at spæla á Svangaskarði hóskvøldið, og hann hevur ein skaða í økslini at stríðast við. Pætur Dam Jacobsen spældi aftur hóskvøldið, men hann hevur ikki spælt nógvu seinastu umførini, og orkan var ikki [...] trupulleikar í heimligu kappingini í næsta dysti. Hesaferð eru bæði liðini í somu støðu, men B36 hevur tann fyrimunin, at spælararnir hava hvílt longri síðani seinasta dyst. B36 spældi í nógvum hita á [...] heili 3-0, meðan Skála brúkti nógv orku í dystinum ímóti Start á Svangaskarði í gjárkvøldið. Skála hevur skaðar Skála kann ikki brúka verjuspælaran Arnhold Berg til dystin sunnudagin, tí hann fekk reytt
og Annita á Fríðriksmøk, vóru uppskotsstillarar til. – Hetta hevur verið ein ómetaliga trupul avgerð at taka, tí Tjóðveldisflokkurin hevur alt tað eg kann minnast verið ein partur av mínum gerandisdegi [...] flokkinum? Fyri Karsten Hansen er svarið einfalt. – Tjóðveldisflokkurin hevur fylgt ómetaliga nógv hjá mær, men tað andaliga hevur altíð havt eitt størri pláss. Eg meti ikki, at eg kann kompromis við tað [...] Karsten Hansen frá. Karsten Hansen fer nú at hugsa um hvussu hansara framtíð kemur at síggja út, og hevur ikki tikið nakra avgerð um hann fer í annan flokk ella ikki. Kortini sigur hann so mikið sum, at hansara
Men slíkt kostar, og tað er avmarkað, hvussu nógv omman hevur kunnað forvunnið sær av peningi við vanligum arbeiði. Bæði tí hon sum heild hevur havt trupult við at halda fast í nøkrum starvi, og tí tað [...] Trøll Saman við Trøllapæturi hevur Trøllaomman í longri tíð hugsað um at gera nakað við tey so væl kendu húsini. Trøll verða jú gomul, og trøllahús halda sum so ikki longur enn hús hjá okkum vanligu menniskjum [...] Trøllapætur og mangt annað. Men nú sær kortini út til at muna nakað hjá ommuni. Saman við Trøllapæturi hevur hon forvunnið nakað við at geva út filmar, fløgur og onkra bókina eisini, og tí er nakað av peningi
starvast. Eliesar hevur í nógv ár verið froskmaður - bæði til stuttleika og álvara. Av stuttleikaupplivingum kann sigast, at hann fleiri ferðir hevur svomið um Nólsoyarfjørð. Eisini hevur hann arbeitt nógv [...] vóru so tespiligar. Eliesar hevur verið virkin í skótarørsluni frá ungum árum av og var hann stigtakari til at seta Skótalið Grím Kambans á Glyvrum á stovn í 1983. Skótalívið hevur givið honum sera nógv og
ella eina týðuliga broyting, nakað, sum er heilt øðrvísi, enn tað hevur verið. Vit kunnu bara greitt afturvísa, at leiðslan á Sosialinum hevur nakran áhuga í »tilvitað at útstilla borgarstjóran í Havn sum [...] Býráðið hevur ætlanir um at broyta Tinghúsvegin frá Áarvegnum niðan til Bøkjarabrekku. Minkast skal um ferðsluna við at gera gøtuna meira átøka eini gongugøtu, og gongurás skal gerast gjøgnum urtagarðar [...] byggi- og býarskipanarnevndini mánadagin, sum eisini varð greitt frá í Sosialinum í gjár. Eisini hevur ein privatmaður, sum eigur húsini hjá Anton Degn, ætlanir um at flyta hesi húsini av grundini og byggja