tað livir enn. Um Ernestinu Ernestina, sum var tveymastrað skonnart, varð bygd í 1911 í Dunkerque úr eik og elm. Hon var 194,4 BRT, og maskinan var ein 90 hk Bolinder. Skipið var tryggjað í Færøernes gensidige
1884, og teir, sum arbeiddu uppá hana undir krígnum, vita at siga, at kjølurin var úr eini serligari eik, sum var nevnd busteik. Hesin viður var so góður, at teir brúktu av tí gamla kjølinum til skøft til