seglbáturin kós á 90 stig, og her var bara eitt at gera, og tað var at kopla úr og senda út neyðarkall. Teir høvdu hoyrt um bóghvítuálop í økinum, og nú knappliga vóru tað teir sjálvir, sum vóru undir álopi [...] seglbátinum Levante loystu í Noregi, og tað var á veg heimaftur til Noregs, at teir vórðu álopnir av bóghvítuhvalum, sum er heimsins størsta rovdýr. Ætlanin hjá vinmonnunum var at koma inn til Lissabon í Portugál [...] hvalirnir aftur, og nú var eisini ein enn størri bóghvítuhvalur við í álopinum, sigur Glenn Benelex Larsen og heldur fyri, at hesin helst var einar 5-6 metrar langur. Vinmenninir halda, at tað vóru tveir ella
taka vit tað eitt sindur lættari, har vit helst enda til døgurða hjá mínum foreldrum. Hvat eta tit á jólum? - Jólaaftan eta vit dunnu við øllum tí vanliga, sum hoyrir til. Jóladag verður tað fyrsta ræsta [...] klárt verður tann besti døgurðin um halguna. Fríðrik sigur, at 2. jóladag verður tað samanskotsgildi, sum hann rópar tað - við eitt sindur lættari rættum eftir tveir dagar við tyngri døgurðum. Keypir tú [...] ferð, og har vit øll altíð eru on, er tað kanska ein tann truplasti boðskapurin eisini at taka ímóti sjálvur. Hevur tú eitt jólaynski? - Privat er ynski sjálvandi, at tað skal ganga familjuni væl, bæði um
eisini vera við til eina jólakonsert. Megi . Tað var ein øgilig orka og ein máttur allar fimm kvinnur komu við á pallin. Og tað gjørdi húsorkestrið eisini. Tað merktist bæði í teimum meira friðarligu løgunum [...] konsertini, var framførslan hjá Onnu Sofíu av “You’re a Mean One, Mr. Grinch”. Tað var sum um, at skógarbotnurin lat seg upp hesa løtuna. Rødd hennara er so kraftmikil og megin fekk veruliga tað rúmið, hon [...] Skrivað hevur: Svanna Jákupsdóttir Tað var sum at ganga inn í ein vetrarligan grannskóg. At koma inn til konsertina hjá Jólasoul á Reinsarínum hóskvøldið. Hølið var prýtt við granngreinum. Uppi undir loftinum
fíggjarligari hjálp næsta ár. 30 milliardir evrur svara til slakar 224 milliardir í okkara peningi. Tað var ES-forsetin, Antonio Costa, sum upplýsti hetta hóskvøldið eftir ein fund við ES-leiðarar í Brússel [...] Russland leyp á Ukraina við stórari hermegi. Tað er longu langt síðan, at norskur krígsserfrøðingur segði, at Russland hevur umleið 90 prosent av sínari landhermegi inni í Ukraina. Markið millum Ukraina og Russland
undanfarna tíðarskeið. Størsti vøkstur í krónum var í "O Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar" og næst í "Q Heilsu- og almannaverk". Lutfalsliga var størsti vøkstur í "R List, undirhald og ítróttir" [...] 60 prosent við 450 milliónum krónum. Lønin hjá kvinnum var tíggju prosent hægri samanborið við undanfarna tíðarskeið, meðan lønin hjá monnum var næstan fýra prosent hægri. ##med4## Størsti vøkstur í Sandoyar [...] einasta vinnugrein eina minking í útgoldnu lønunum samanborið við undanfarna tíðarskeið. Minkingin var 3 prosent ella knapt 50 milliónir krónir. Størsti parturin av útgoldnu lønunum í "A Landbúnaður, skógrøkt
Simpulthen. Tað geri eg ikki. ##med3## – Eg dugi ikki at siga, hví kundarnir hava so sterka meining um tað. Men eg fái heilt einfalt ikki selt tann norska laksin, sigur Dan Holmstad-Petersen. – Tá tað var verkfall [...] ikki hava tíð at gera mat. Tað haldi eg er ein lúðdovin mentalitetur. Og mær dámar ikki, at hesin mentaliteturin er so tætt at mær. Tað hóvar mær einki. Tað er nøkunlunda tað sama í Føroyum. Vit tosa annars [...] tosk Hvussu við øðrum fiskavørum í Føroyum so sum toski og hýsu, selir tú ikki tað? – Veitst tú hvat, tað havi eg roynt. Men tað tími eg slett ikki at brúka mína tíð uppá. Eg krevji heilt einfalt, at fiskurin
førur, um tað almenna í alla framtíð kann varðveita núverandi tænastustøði uttan at hækka skattin ella fremja sparingar – hetta sjálvt um langtíðar avbjóðingar, so sum at fólkið livir longri, verða tiknar [...] ndulin nevndur DREAM. Tað vóru greiningar teirra, sum veruliga settu langtíðarhaldføri á breddan í Danmark. Fyrstu greiningarnar staðfestu, at danski fíggjarpolitikkurin ikki var langtíðarhaldførur. Sonevndi [...] haldførisávísin var -3,7% av BTÚ. Sum ítøkiliga merkir, at antin mugu skattainntøkurnar hækka við tí sum svarar til 3,7% av BTÚ. Ella mugu útreiðslurnar varandi lækka við somu upphædd. Tað merkti, at danski
við blámusoppi ger, at tað ikki er ráðiligt at hava gripirnar standandi á goymsluni í Brekkutúni 6. Soppavøksturin versnar støðugt, og soppavøksturin er nú sjónligur á gripunum. Tað er tí bráðneyðugt, at [...] royndirnar vóru tiknar. Eisini var nøgdin av blámusoppatilfari í luftini (FAI) høg. Nýggjar kanningar í mars vístu, at hóast stig vórðu tikin til at vaska blámusoppin burtur, so var framvegis tilgongd av so [...] Tjóðsavninum, ið arbeiða á goymsluni í Brekkutúni 6 fingu trupulleikar við heilsuni, tá ið tey høvdu verið inni á goymsluni. – Sjúkueyðkennini góvu ábendingar um blámusopp, og tí varð ein luftgóðskukanning gjørd
mathjálp frá Reyðakrossi er støðugt vaksandi: Í 2021 var talið 400. Í 2022 var talið 900. Og í fjør var talið 1.400. Síggja politikarar slett ikki, hvønn veg tað ber? Løgtingið hevur eina fíggjarlóg, sum tey [...] men sum uttan iva verður so nógv dýrari, at tað sum politikarar royna at fáa tað til. Samstundis verður ríkisstuðulin sendur aftur til Danmarkar, tí tað fyri sjálvsfatan okkara ikki er rætt, at vit [...] Tað skurrar øgiligt, at støðan skal vera so ring. Men tað er hon sambært formanninum í Reyða Krossi, Jóannes Eidesgaard, sum á tiltakinum hjá Barnabata í Hoyvíkar kirkju sunnukvøldið greiddi frá,
Sandoyggin má staðfesta og verja síni aktiv Við Sandoyartunlinum lat seg upp ein heilt nýggj verð: alt tað, ið var grátt, hugtungt og tilfafturskomið (à la “Dreymar við havið”) varð við einum gandaslagi litfagurt [...] bjartskygt og fult av møguleikum. Talan er um eina “strukturbroyting”, ið er hend knappliga; tað ið áður var dult, er nú opinberað. Nývakti áhugin frá grannaøkjum er eisini við til at lata eyguni hjá s [...] - við ella uttan Suðuroyartunli - hevur eitt nógv størri potentiali enn Suðuroyggin. Suðuroyggin var søguliga hin mest framburðsríka oyggin, men hetta er nú søga. Oyggin satsar framvegis í stóran mun