Nobelheiðurslønina í 2001. Hann vísir á, at eit er, at USA hevur 477 milliardir dollarar í halli á fíggjarlógini í ár, men harafturat kemur, at landið hevur ovurstórt hall á handilsjavnanum. Og hetta viðkemur [...] framat, svaraði avlopið á landsins fíggjarlóg til tvey prosent av bruttotjóðarframleiðsluni, men í dag hevur fíggjarlógin eitt hall, sum er fimm prosent av framleiðsluni. Tað er ábyrgdarloysi, sigur tann viðurkendi [...] ikki bara amerikanarunum, sigur Joseph Stiglitz, sum vísir á, at politikkurin hjá Bush-stjórnini hevur styrlt evruna og gjørt dollaran veikari við tí úrsliti, at ES-londini fáa trupulleikar við útflutninginum
B68 hevur til komandi kappingár tryggjað sær tilgongd av teimum báðum pólverjunum, Jacek og Tomasz Przybylski. Teir báðir eru brøðrir, og hava undan hesum eisini roynt seg í føroyskum fótbólti. Her hevur [...] hevur Tomasz tær drúgvaru royndirnar, tí síðani 1998 hevur hann verið fastur fúsur á miðvøllinum hjá LÍF. At hann soleiðis nú skal royna seg á sætta ári í Føroyum merkir eisini, at hann ikki vigar nakað [...] hann ikki við í hópinum yvirhøvur. Hetta tykist tó ikki hava tikið mótið frá málverjanum, sum annars hevur fleiri ára royndir í fremstu pólsku deildini at vísa á, og verður tað soleiðis hann, sum kemur at
ein mann sum Jógvan á Lakjuni at umsita mentamál. Tað er John sum hevur givið teimum fullmakt at velja Jógvan. Tjóðveldisflokkurin hevur umsitið mentamál í seks ár. Hesi árini er játtanin til tónleik fleirfalda [...] tveimum vikum síðan lovaði okkum c-vitaminir til tónleikin. Tí tykist tað heldur ódámligt, at hann hevur avreitt tónleikaviðurskiftini til ein flokk sum er ímóti eini frælsari mentan, til ein flokk sum kann [...] fæst fyri hvørja krónu. Samgongan skal spara fyri at fíggja ein skattalætta til tey ríku. Jógvan hevur fyrr úttala seg ímóti tolsemi og fyri avmarkan av talifrælsinum. Góði John hatta ljóðar sum ræðuliga
langt. Amerikanskir dómstólar hava meiri enn einaferð staðfest, at Microsoft hevur misnýtt sína marknaðarstøðu, men higartil hevur tað eydnast fyritøkuni at fáa semju í lag við saksøkjararnar. Eitt nú gjørdi [...] amerikonsku fyritøluni Microsoft at gjalda eina risastóra bót, tí nevndin vil vera við, at fyritøkan hevur misnýtt sína støðu á marknaðinum. BBC vildi í gjár vera við, at Microsoft kann fáa eina bót upp á [...] Kalifornia í fjør, ein semja, sum kostaði Microsoft 1,1 milliard dollarar. Í øðrum líknandi málum hevur Microsoft goldið 450 milliónir dollarar í sambandi við semjur.
afturvið. Yngra kvartettin hevur framført á fleiri sangløtum í seinastuni, og hevur undirtøkan verið góð. Sangtiltakið á flogvøllinum er líknadni tiltak, sum kvartettin hevur skipað fyri í Mentannarhúsinum [...] Ítróttarhøllinik í Trongisvági. Annars er tað at siga um yngru kvartettina úr Betesda í Klaksvík, at hon hevur 3 ár á baki, og kallast yngra kvartettin, tí ein onnur kend kvartett úr Betesda var á markini í sjeyti
sum ynskiligt kundi verið, sigur hann. Atlantsflog hevur havt størri virksemi í ár, enn árini frammanundan. Fleiri túrar hava verið gjørdir. Men tað hevur kortini ikki merkt, at pengar koma í kassan beinanveg [...] at felagið hevur havt væl av flúgving millum onnur lond, sum hann málber seg. Her nevnir hann eitt nú charterflúgvingina millum Ísland og Grønland í summar sum eitt gott dømi. Ferðingin hevur verið nógv
er fyrst og fremst á Danmarkarrutunum, at talan hevur verið um vøkstur. Her hevur talan verið um eina framgongd upp á 5,2% í mun til 2003. Hinvegin hevur talið av ferðina til og úr Bretlandi verið minkandi [...] minkandi. Hóast økta talið av ferðafólkum, so hevur talan av lendingum og fráferðum verið minni í ár. Samlaða talið komum og fráferðum verður í ár 4.950. Hetta er ein minking upp á 4,6% sammett við 2003.
hýsa okkar sprelska dirigent, alt, hann hevur okkum ment. Kór og sangur, ljóm og klangur. Hugskot mong í verki innur, ivast vit, hann stendur stinnur, til hann hevur nátt tað mál - balsam fyri lív og sál: [...] Stressar av á fjall, í báti, trínur aftur fram tann káti. Avbjóðingar nýggjar hevur, hetta eykavenjing krevur. Mangan hevur havt sítt knoss ynsktu honum "riddarkross". Sendu vit upp stilla bøn, æran er
Ólavur Christiansen, búskaparfrøðingur, hevur fingið heiðursbræv á ráðstevnu um gransking, sum varð hildin í Las Vegas í USA. Ikki fyri at hava uppfunnið nakra nýggja skipan at vinna pening úr fleiri [...] Variable of an Orthodox Grounded Theory of the Business Company and its Management«. Ólavur Christiansen hevur granskað í arbeiðsháttinum hjá fyritøkum. Serliga føroyskum, sigur Fróðskaparsetri í tíðindaskrivi [...] i. Sagt verður soleiðis í tíðindaskrivinum um arbeiðsháttin hjá Ólavi Christiansen: »Ólavur hevur granskað ógvuliga rúgvismikið tilfar um serliga føroyskar fyritøkur. Við at nýta eitt empiriskt háttalag
ætlaðu boringina hevur Hydro fingið loyvi til avmarkað útlát, men nú hava umhvørvismyndugleikarnir fingið eina kæru um júst útlátið. Kæran er frá tveimum umhvørvisverndarfelagsskapum. Hydro hevur fingið loyvi [...] Ætlanin hevur verið, at boripallurin Eirik Raude skuldi fara undir at bora eftir olju í Barentshavinum í desember, men nú er vandi fyri, at boringin, sum Hydro stendur fyri, má útsetast. Í sambandi við [...] loyvi til at lata 133 tons av ymsum kemiskum evnum fara út í havið, men í fjølmiðlunum hevur verið víst á, at málið bleiv ikki lagt fyri Havrannsóknarstovuna í Bergen, áðrenn loyvið til útlátið varð givið