FC Barcelona hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Ilkay Gündogan. 32-ára gamli týskarin hevur júst vunnið ”The Treble” við Manchester City, har hann var ein stjørnuspælari. Hann skiftir til katalanska [...] katalanska stórfelagið ókeypis, tí sáttmálin við Manchester City gekk út í summar. FC Barcelona hevur stórar fíggjarligar trupulleikar og søgan sigur, at felagið ætlar at selja spælarar sum Ferran Torres og Ansu [...] ongantíð var nær við at koma aftur. Í Bretlandi verður nógv tosað um avloysarin til Ilkay Gündogan. Tað hevur leingi ljóðað, at Arsenal var fremst í kapprenningin um Declan Rice hjá West Ham. Nú ljóðar, at Pep
Brugda er grábrún og svørt á bakinum og ljósari undir búkinum. Hon hevur ljósar blettir undir øsinum og undir búkinum. ##med2## Hon hevur stóran kjaft og smáar tenn og livir av æti. Brugda sæst ofta í v [...] og endin av stertinum, soleiðis sum viðhefta video-brot eisini vísir. Brugda hevur stóra livur við nógvum lýsi. Hon hevur tí eisini verið nógv veidd.
dagar í Hirtshals, har skipið hevur tikið umborð trol hjá fyritøkuni, Cosmos Trawl. Emerald er 87,40 metrar langur og 18 metrar breiður. Tað er Skipsteknisk A/S í Ålesund, ið hevur teknað skipið, sum er bygt [...] sjúkrastova. Frystiorkan er 100 tons um samdøgnið, og frystilastin er heilar 2250 rúmmetrar. Haraftrat hevur skipið pláss fyri 500 tonsum av fiskamjøli, umframt tangar til fiskaolju á 80 rúmmetrar. Á verksmiðjuni [...] og her er kóking til rækjur og fiskaoljuverksmiðja. Kystmagasinet veit at siga, at Teknotherm AS hevur sett frystiútbúnaðin upp, og her eru sjálvvirkandi plátufrystarar og IQF-tunnilsfrysting (Individual
2008 og EM-bronsu í 2010. Hann hevur vart íslendska málið í heili 252 landsdystum, har hann við longum útkøstum hevur skotið samanlagt 21 mál. Seinastu tvey árini hevur Bjørgvin Páll vart málið hjá Vali [...] ára gamla føroyska landsliðsleikaran, Allan Norðberg. Allan kom til KA Akureyri úr StÍF í 2018, og hevur aftaná fimm ár við KA valt nýggjar leiðir í íslendskum hondbólti. Valur vann seg í áttandapartsfinalurnar
Tað hevur verið illveður og grimdarregn í kinesiska stórbýnum, Chongqing. Í minsta lagi 15 fólk eru deyð, og illveðrið hevur órógvað fleiri hundrað túsund fólk í økinum. Umframt tey 15, sum higartil eru [...] dag. Í stórbýnum Chongqing, sum hevur verið hart raktur, búgva umleið 32 miljónir fólk, og býurin er høvuðsstaður í regiónini við sama navni. Sagt verður, at illveðrið hevur ført til, at áin, Yangtze, sum
gamli spælivøllurin omanfyri skúlan á Glyvrum graslíkisvøllur. Runavíkar kommuna hevur lagt graslíki á vøllin, sum higartil hevur verið eyrvøllur av tí slagnum, sum allir vøllirnir í Føroyum vóru fram til [...] tað var eingin annar vøllur í kommununi. Fótbóltsvøllurin við Løkin varð liðugur í 1972, men tað hevur støðugt verið spælt nógv á vøllinum omanfyri skúlan á Glyvrum. Nógvu tey fyrstu árini var Glyvra skúli [...] kunnu tey og lærarnir og ikki minst foreldrini fegnast um, at tíðin er liðug á eyrvøllinum, tí nú hevur kommunan lagt graslíki á vøllin.
Amundsen. Vánaligu umstøðurnar á verkinum, sum hevur verið hertikið av russum í nógvar mánaðir, ganga út yvir viðlíkahaldsarbeiðið. - Kjarnorkustovnurin IAEA hevur fólk á verkinum, og høvuðsuppgávan hjá teimum [...] Gongdin í krígnum er órógvandi, og tað er kríggi nærindis verkinum. - Altjóða kjarnorkustovnurin (IAEA) hevur sett í verk eina røð av tiltøkum fyri at tryggja raksturin av verkinum, men allar reglur eru brotnar [...] kjarnorkuverkið aftur á el-netinum. Avbrotið frá streymveitingini hesaferð er hitt sjeyndu, har neyðugt hevur verið at køla niður kjarnorkureaktorarnar við diesel-aggregati.
skjótari, enn ljóðið ferðast. Russland hevur brúkt hesi flogfør í álopum á Ukraina. Myndir á sosialum miðlum vísa eitt stórt eldhav kring Tu-22-flogfarið og BBC, sum hevur eyðmerkt myndir og stað, sigur, at [...] bumbuflogfarið stendur í ljósum loga eftir dronuálop. Russland sigur, at Ukraina framdi álopið. Ukraina hevur ikki váttað álopið, og tað er sjáldan, at landið váttar álop framd á russiskum landaøki. Langtberandi [...] evnini hjá Russlandi at bumba Ukraina, at eitt slíkt flogfar fer í knús, men hetta vísir, at Ukraina hevur evnini at fremja álop langt inni á russiskum øki. - Soltsij-2-støðin, sum varð álopin í hesum umfari
at koma fram til skipið. Sambært Arktisk Kommando hevur ferðamannaskipið eftir øllum at døma ikki fingið álvarsaman skaða í sambandi við, at skipið hevur siglt á land. /ritzau/ [...] Eitt ferðamannaskip við 206 ferðafólkum og manningbumborð hevur siglt á land í Eysturgrønlandi. Arktisk Kommando, sum er røkir uppgávur fyri Verjuna í og kring Grønland og Føroyar, er á veg á staðið við [...] fleiri dagar. Tað skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq. Ferðamannaskipið, sum eitur Ocean Explorer, hevur rent á land í Alpefjørðinum nærindis Mestersvig í tjóðarlundini í Eysturgrønlandi. Sambært upplýsingum
aftur. Slovan hevur fingið eina tunga byrjan í bestu deildini í Slovakia. Teir eru nummar seks í deildini við átta stigum fyri fimm dystir. Átta stig eru upp til oddaliðið, Trencin sum hevur 16 stig. Trencin [...] Trencin hevur tó leikt tveir dystir fleiri enn Slovan, ið eins og Kí hevur havt eina pakkaða skrá. Slovan Bratislava og KÍ møtast í Bratislava hóskvøldið klokkan 20 í bólki A. HER síggjast hæddarpunktini