okkum meiri, Kári á Rógvi. Kvæðarøddin er tagnað uppi í Stovuviðurbirgi. Røddin tagnaði á alt ov ungum árum, nú alt stóð í besta blóma. Kona og trý børn og útlit til at koma longur uppí tign í arbeiðislívinum [...] Kári var íðin fjallmaður, hevði seyð í fitilendið, hann skjeyt harir við vinmonnunum. Kári treivst væl í tí fría, og ikki minst á hestardegnum, tá seyðurin kom í rætt, og alt frá skurðinum skuldi koma til [...] eru fátæk! Jóhanna, Bryndis, Brestir og Bragi, tit hava nógv gott at minnast um ein góðan mann og pápa. Ærað verði minni um Kára á Rógvi, stóri stuðulin hjá Føroya Óðalsfelag.
egnum tonkum og í huganum livdi saman við forfedrunum, ið høvdu traðkað somu gøtur, og lært hann alt um seyð, bø og haga. Jens Pauli sigldi mest sum øll árini, líka til pensjónsaldur, tá hann legðist uppi [...] Jens Pauli er farin um sýn og eftir standa minnini. Hann vaks upp í Sandavági, foreldrini vóru Leivur Johannesen, Norðan fyri Vegg í Hesti og Jensina Heinesen á Lofti í Sandavági. Leivur og Jensia átti [...] kærur, hevði stóra virðing fyri søguni og tí, ið farið er. Vit dýpa høvur og lýsa frið yvir minnið um Jens Paula á Lofti. Kristianna
at klippa seyð, og troystaði meg tá lombini bløddu í oyranum. Um heystið var eg altíð uppí tá tú fletti, og ongantíð var eg í vegin. Tú flenti altíð tá eg bleiv spent og skar hol í vombina. Um veturin skreiddu [...] Aldrin fyrr havi eg følt meg so snýttan av deyðanum. Palli var ein maður, sum ikki ber til at lýsa, og um tað hevði eydnast mær, høvdu fólk nokk sagt at eg gerið ov nógv av. Orð, sum mildur, blíður, glaður [...] barn, spældi, tvætlaði, og flenti saman við okkum. Fórt tú út, og eg vildi við, var svarið altíð ja, um tað so var norð til Sarpar, burtur í haga, ella bara til handils, ja allastaðni, so tímdi tú at hava
eg var vermóður tín, men tað følist, sum eg altíð havi kent teg . Tú vart so opin, og vit tosaðu um alt, eg fekk altíð eitt erligt svar frá tær. Eg minnist so væl, tá ið eg sá teg fyrstu ferð. Eg visti [...] forelskaði út. Eg havi eisini mangan hugsað um, allir tímarnir tú hevur bíðað eftir Hjørdis. Tú vart so tolin við henni, tí Hjørdis hevði altíð góða tíð – um tað var ein býtúrur ella okkurt annað hon/tit [...] við heystinum, og tað dámdi Hjørdis sera væl. Hon segði, at næsta ár skuldi hon sjálv fletta ein seyð, alt skuldi roynast - soleiðis var Hjørdis. Góða Marianna, Petur Gilbert, Flemming, Heidi, Elsa Maria
teirra úthúsum, fjósum, hoyggjhúsum, kjøthjallum, dunnu- og høsnarhúsum og køstum. Og so øll hin, sum eisini høvdu seyð og annan fena. Ein sannur meldur av lívi. Tá vóru ikki garðar húsanna millum, men [...] Guðrun og eg vóru saman tíðliga og seint øll barna-og ungdómsárini. Tey fyrstu árini út um morgunin við neytum, spæl í áum, millum hús og í Toftatúni, spældu at vaska fisk í barkaholunum í Skarðsá, h [...] Sigurd Simonsen, heima hjá Guðrun og hjá okkum. Allar mammurnar vóru heimagangandi og hugnaðu um okkum við góðum náttverða, hæddarpunktið í vikuni. Í 60`unum kom tíðin, har tann tiltikna smáttan varð bygd
tað snýr um týdningarmikil viðurskifti, sum at minnast góðar samstarvsfelagar og vinmen. Men samanhald, virki og felagsskapur við Dánjal á Kjalnesi var av slíkum slag, at nøkur orð mugu sigast um henda megnar [...] um minnast virkisfelagan og heilsa honum fyri seinastu ferð. Dánjal hevði sera gott hegni til seyð og alt tað, sum er knýtt at seyðahaldi. Felagsáhugin fyri seyðahaldi knýtti okkum saman. Men tað var meira [...] megnar mann. Vit vóru saman um okkara seráhugamál, seyðin. Við hesum fingu vit so mangt annað gott saman og eitt serliga gott vinalag. Dánjal bleiv sjúkur av herviligu kreftini. Hóast vit øll vónaðu, at
Djevulin og alt tað illi og sigi nei til alla synd í mínum lívi og vil øllum órættvísi til lívs. Jesu deyði og uppreisn er endaligi dómurin yvir alt ilt, sum er okkum ímóti, eitt sigursróp um allan heimin [...] at umrøða sjúku sína. Hann hvíldi í Guds hondum, og rødd hansara um Guds stórverk tagnaði ongantíð! Hann takkiði Gudi, og hann vitnaði um sín trúgva Harra til tað seinasta. Skilnartala Mósesar Tann sokallaða [...] tekur búgv við Anda sínum í okkara hjørtum og gevur okkum eitt nýtt lív. Nú er lív mítt ikki um meg, men um hann, sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg. Av hjarta, sál og mátti Hoyri nú 5. Mós
verið nakað serligt í systkinaflokki ogra. Sum systkin minna ogur nógv um hvønn annan, men tú skaraði burturúr. Tú hugsaði altíð um ogun og familjuna sum heild. Hevði tú ikki tíð at støkka inn á gólvið [...] vendi og alt var gott aftur. Tú gjørdi ikki nakað burturúr tí, tú gjørdi fyri onnur. Sum heild vart tú skjótur at rætta eina hjálpandi hond, men tær dámdi ikki at verða róstur, ella at tosað varð um, at hetta [...] arbeiðinum. Mangt kjaki høvdu tygur í stovuni í Toftum um Johanne. Visti ein ikki betur skuldi ein ikki trúð, at tað var ein slupp tygur kjakaðist um. Fyri góðum tveimum árum síðan brutu tú og Arnfríð upp
vóru boðini tung at fáa um, at tú vart farin foldum frá. Eftir einum langum og virknum lívi á sjógvi og á landi fór heilsan hjá tær at bila tað seinasta árið, tú livdi. Sjálvt um tú vart mettur av døgum [...] okkum, at tú átti fýra døtur og ein dagin, tá tú stóðst á brúnni á Albert Victor, og tú fekst boðini um, at sonurin var føddur, leypst tú upp, smekkaði høvdið í loftið, og hárið hekk eftir. Hesum trúðu vit [...] og sál, og vart ein umsorgarfullur seyðamaður. Tú gleddi mangt langabbabarn við at ogna teimum ein seyð. Omma og tú livdu saman í 60 ár í hjunarbandi, og tit vóru ein góð fyrimynd fyri okkum. Tit vístu
hansara huga, men eisini systkin hansara, sum hann so trúliga helt samband við. Kaj fekst við seyð og annars alt fyrifallandi arbeiði, sum hoyrir til á bygd. Honum dámdi eisini væl at ferðast, og vitjaði [...] virdur millum manna, bar tann stóri skarin, sum fylgdi honum út á Leiribø, boð um. Við hesum lýsa vit frið yvir minnið um Kaj Berg. Hvalbiar skúli [...] fyrimyndarliga. Hann hevði altíð eitt vakið eyga við skúlanum. Kaj var altíð tilreiðar, tá tað snúði seg um Hvalbiar skúla. Kaj giftist í 1961 við Annu Elisu f. Midjord úr Hvalba. Tey fingu tvær døtur, Kirsten