um tit atkvøða ímóti tykkara sannføring í so álvarsligum málum, so er tað bara tykkara ábyrgd. Tit kunnu ikki goyma tykkum aftanfyri, at tit bara eru ein av 19 atkvøðum. Tit eru vald at umboða okkum Føroya [...] álvarsligum málum ber ikki til at goyma seg handan flokkin. Tit 19, sum mynda samgonguna á tingi í hesum døgum: Ábyrgdin fyri at avmontera næstrakærleikan er tykkara. So havi eg størri virðing fyri teimum
vanliga føroyingin nógv harðari, um fólkið ikki stendur saman og verjir seg við øllum tí, ið tey kunnu verja seg við. Tí lukkast komandi ætlaða kupp, so býðist ikki bøtur, tí so kann fólkið pakka saman [...] nevnda ráni má fólkið longu nú leggja verjuætlanir og smíðja lógir um landasvik og avleiðingarnar av hesum. Tí tílík rán koma undir landasvik og eiga at verða viðgjørd hareftir. Tilfeingi er fólksins ogn og
Jólaborðhaldseftirskjálvtar. Eingin øsing, bara prát og hugni og jólamenn, sum vóru tað einasta reyða í hesum hildarleiki. Ikki sum í Reykjavík, har sum fólkið gjørdi bart uttan fyri altingið í dagar og nætur [...] , meðan tingfundur er og tingfólk og landsstýrisfólk eru inni har? Kanska hertaka løgtingið? Vit kunnu gita, hóast slagorðið hjá løgmanni er, at vit eiga at vita og ikki gita. Ja, vit noyðast at gita,
gransking og útbúgvingar í Føroyum vil ikki siga, at tað bert eru føroyingar, sum skulu vera við í hesum arbeiði. Karmarnir skulu jú gerast her í Føroyum, og tá foreldur, bæði tey við og uttan útbúgving [...] eisini sín dám á tað føroyska samfelagið, og tískil verða tey færri og færri eftir í Føroyum, ið kunnu siga okkum, hvat tað er fyri eitt samfelag, tey vilja skapa og hava eina framtíð í. Latið okkum sum
til árs, hava kent og upplivað fagrasta sólarris, men kanska eisini myrkastu niðu. Hesar hendingar kunnu vera við at menna, styrkja ella at týna teg. Tað, sum áður fekk Heðin at bretta upp um armar, fekk [...] farið at hokna. Heðin luttók og røkti væl fleiri uppgávur í bygdini enn tær, ið komið er inn á í hesum høpi. Eisini hesar røkti hann til lítar. Hann var eitt unikum. Friður veri við minninum um fyrrverandi
og teir eru á Viðareiði, í Hvannasundi, Oyndarfirði, Nólsoy, Hvalba og í Porkeri. Tað eru húski í hesum bygdum, sum eru við í kanningini. Í kanningini varð eisini spurt um vøruúrvalið og tænastuna sum heild [...] lágum prísum. Hóast bygdarhandlarnir hava eitt prísstøði á sama stigi sum handlar í meginøkinum, kunnu teir ikki kappast við serligu tilboðini. Fyri at bøta um hetta, eru fleiri av bygdarhandlunum limir
talan um eina reallønarlækking upp á 377 krónur um mánaðin. Hvussu leingi partarnir soleiðis kunnu møða hvønn annan, er ikki gott at vita. Tó at til ber hjá foreldrum at klára seg í nakrar dagar [...] um at skipa eitt LO, eina landsorganisatión fyri øll fakfeløg. Hevði tað verið læran av hesum sáttmálastríðið, so var kortini væl komið burturúr kortini, tí tað hevði gagnað arbeiðs
Annar arbeiðir í Havn og arbeiðsgevari hansara rindar ferðaútreiðslurnar millum Runavík og Havn. Hjá hesum er í fyrra lagi lætt at fáa staðfest ferðaútreiðslurnar, sum er grundarlagið fyri skattingini, og [...] at frameftir verður frádráttur bert veittur fyri tær útreiðslur, persónarnir veruliga hava, og sum kunnu skjalprógvast. Sum nevnt var uppskotið hjá Javnaðarflokkinum til fyrstu viðgerð í Løgtinginum hósdagin
kvøld fer at viga nógv, tá ið stigaposarnir fara at verða taldir um ein stóran mánað. Fyritreytirnar kunnu tykjast ymiskar. Meðan EB/Streymur leygarkvøldið var partur av langari og sera intensivari steypafinalu [...] fulla úrtøku burturúr teimum seks dystunum, sum eru spældir síðani 30. juni. Samlaði málmunurin í hesum sigrunum er 18-6. -Allir spælararnir eru við í verjupartinum. At tað verður arbeitt hart og miðvíst
Einans við at menna kunnleikan til tað, sum vit føroyingar í øldir hava livað av og fingist við, kunnu vit geva hettar víðari til komandi ættarliðið. Tí eigur Sjósavnið at fáa nógv betri umstøður, eisini [...] sera gott átak og við til at fleiri og fleiri fólk nýta høvið at ganga í vøkru náttúruni. Ein av hesum gøtum er gøtan niðan við Sandá. Arbeitt hevur verið við hesari gøtuni í eina tíð, men enn er ikki