samráðingunum, tí at fólk úr hinum flokkunum kravdu, at samgonguskjalið skuldi staðfesta, at hjúnabandslógin skuldi broytast. Hetta varð tó ikki staðfest í samgonguskjalinum, heldur varð skrivað: " Í sonevndum [...] gjørdist tað klárt, at Heðin Mortensen og Kristin Michelsen ikki vildu atkvøða fyri uppskotinum. Hetta førdi við sær, at samgongan fór á "kreppufund" og samtyktu at beina málið aftur í nevnd. Pauli Trond [...] Trond Petersen rópti tá, í KVF dagin eftir, upp um, at hetta var vánaligt fyri samgongusamstarvið. Tað hoyrdist eisini, at samgongan møguliga fór at slitna, um málið ikki varð samtykt. Longu her gjørdist tað
hjartanum í høvuðsstaðnum. Landsstýrið hevur í prinsippinum tikið ta støðu, at Hoyvíksgarður skal brúkast sum løgmanssæti í framtíðini, hóast pengar enn ikki eru játtaðir til at fara undir hetta arbeiðið, sigur [...] Ynskið er, at fáa løgmannin aftur á sama søguliga stað, har sum seinasti løgmaðurin sat í 1816, tá hetta embætið varð avtikið. Jóannes Eidesgaard sigur, at hóast uppskotið um at leggja løgmanssætið í Sandavági [...] Hoyvík er best Borgarstjórin í Havn er samdur við honum í hesum: Rætta staðið fyri eitt slíkt sæti er í Havn. Eftir hansara meting er lítil meining í, at t.d. suðringar sum ætla at vitja løgmann fyrst skulu
ætlað hetta í mong ár. Og so bleiv tað bara til tað nú. Vit keyptu eini hús her, og so var bara at sleppa sær suður og fara í tey, sigur Áslakkur. Hugurin at fara júst til Skálavíkar kemur ikki av ongum [...] tað er, so er tað sera avstressandi at búgva her, sigur 69 ára gamli havnarmaðurin í Skálavík. Ein faktorur í tí at trívast á einum staði er, at ein hevur okkurt at takast við. Og tað hevur Áslakkur eisini [...] húsini. Hetta eru eini gomul hús, og tað er altíð okkurt at gera við tey, sigur hann. Besti dagurin Tað eru tó undantøk í gerandisdegnum hjá Áslakki. Tað eru ikki allir dagar, har hann júst fæst við at hampa
Eg ætli mær at sleppa av við sjóverkið. Og so er tað eisini praktfult at sleppa undan at vera í skúlanum nakrar dagar!, sigur Búi og grínur. Grein 2 Í lagi við 100 pundum uppá stampin Magnus í Hjøllum á [...] sigur hann. Fyrrapartin í gjár riggaðu teir sum nevnt til at fara á triðja túrin í ár. Gekst sum ætlað løgdu teir frá landi í gjárkvøldið. Vit vóna, at fáa ein stuttan túr í nátt, sigur Magnus. Saman [...] týsmorgun og talan ikki er um nakra feriu frá skúlanum. Støðan er einfalt hon, at Búi er farin í starvsvenjing hjá Magnusi í starvsvenjing sum egnari og útróðrarmaður. Eg søkti hetta og fekk tað eisini
Hon ivast ikki eina løtu í, at tað er sera gott at vera ein trúgvandi. Men tað er ikki altíð so lætt, kortini. Hini skilja meg ikki altíð, hví eg ikki geri tað sama sum tey: At eg ikki gangi í býnum og [...] ungdómsmøtini í Meinigheitshúsinum í Havn, men gongur nú í KFUM&K í Klaksvík, har hon er á Húsarhaldsskúla. Hóast hon hevur verið við í andaligum arbeiði í nøkur ár, so er tað ikki vist, at tað er so einfalt [...] skjótt at síggja, at hetta er nakað henni dámar sera væl. Tað er tí ikki uttan bivan at hon verður tikin til síðis eina løtu fyri at fáa eitt prát við umboðið fyri tíðindatænastuna. Uppbygd andaliga At fara
um, at hetta posthúsið má lúta fyri fíggjarorkuni hjá stovninum. Hetta veit fólkið, men tey ætla sær kortini ikki bara at standa hendur í lumma, meðan hetta fer fram. Tey valdu at engagera fólkið í einum [...] Vágum. Stúra ella ikki stúra At fólk í Sandavági nú í veruleikanum á øðrum sinni! hava sagt frá ynski sínum at varðveita posthúsið í bygdini kemur ikki av ongum. Í skrivinum vísa tey á, at fyri meiri enn einum [...] áhugabólkur í Sandavági hetta málið uppaftur, nú broytingar skulu gerast í Postverkinum. Fyri ikki so langari tíð síðani lótu peningastovnarnir sínar deildir aftur her í bygdini. Og tí kunnu vit als ikki góðtaka
Mentamálaráðnum. Hetta hevur so ført til, at felagið í dag boðar frá, at tað noktar limum sínum at rætta høvuðsuppgávur frá komandi mánadegi at rokna. Eisini verður álagt limum felagsins at niðurleggja arbeiðið [...] er neyugt at seta tiltøk í verk, og tað fyrsta av hesum er so at nokta limum felagsins at rætta ritgerðir á skúlanum í Hoydølum. Formaðurin í Yrkisfelagnum heldur, at um landsstýrið á henda hátt heldur [...] oktobur í fjør, og samráðingarnar millum partarnar slitnaðu dagin fyri. Nakrar dagar seinni lýsti felagið arbeiðssteðg í tveimum flokkum við fleiri enn 24 næmingum. Hetta hevði við sær, at 12 lærarar í Hoydølum
eg havi júst nú verið í Vinnumálaráðnum og spurt meg fyri. Har siga tey, at kunngerðirnar væntandi verða lýstar í komandi tingsetu. Tað merkir, at hetta væntandi kemur í gildi í komandi mánað, sigur Jan [...] atfinningunum, men hann sigur eisini, at Vinnumálaráðið hevur lovað bata í hesum sambandi. Fáa heimild at geva avsláttur Jan Mortensen sigur, at síðst í oktobur mánað í fjør fekk Vinnuhúsið eitt uppskot um [...] Í farnu viku gramdu nakrir matstovustjórar seg her í blaðnum um handilsligu treytirnar, ið teir fáa í Rúsuni, tá ið teir keypa vín og brennivín. Stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, er samdur í atfinningunum
tann seinasta bitan í munnin og ger seg til at fara. Nei, nú fari eg. Eg ætlaði ikki at vera so gamal her í dag. Tað er bara so gott at fáa ein passiar við nakrar skilamenn soleiðis av og á. Hann fer yvir [...] gongd her í tilhaldinum tey seinastu fimm árini. Hon er sera fegin um henda møguleikan at hitta onnur. Eg eri einsamøll í húsi, og tí er gott at koma higar fyri at hitta onnur. Her er altíð onkur at práta [...] farnir í býin í dag?!, spyr hesin fryntligi og fyrikomandi maðurin. Nú, hvat gera tey har yviri í dag? Teir báðir kennast, og hin svarar bara: Eg skal siga tær akkurát sum tað er, at eg sá ongan í morgun
sjey ára gamal í høvuðsstaðnum Nuuk í eini trý ár. Har var frálíkt at vera. Har búgva nógv fólk, tað er kaldari har enn her, og Nuuk er størri enn býir flest í Føroyum. Annars haldi eg ikki, at munurin er [...] er als eingin trupulleiki at selja eg havi longu selt meira enn 100 seðlar, og vit hava ein heilan mánað eftir at selja í. Men hvat vit ætla at gera eftir hetta, veit eg ikki. Tað má Jonna, lærarinnan [...] vit koma at vitja og práta við tey. Hvat fara tit at gera í Grønlandi? Vit fara við helikoptara til Umanak, fara at sleta á hundasleðum, spæla golf o.s.fr. Paula: Hava tit havt nógv um Grønland í skúlanum