løgmanni. Tað situr eingin sambands-løgmaður ein tann einasta dag í sessinum við hjálp frá Tjóðveldisflokkinum so leingi eg ráði í flokkinum. Heini O. Heinesen, formaður Tjóðveldisfloksins á tingi, vísir heilt [...] fiskimenn. Annars sigur Heini O. Heinesen, at hann leggur høvdið á blokkin uppá, at í síðsta enda verða tað fiskimenninir sjálvir, sum koma at betala skattalættan. Eg eri púra vísur í, at næstu ferð samráðingar [...] Ísakson førdi fram í útvarpinum mánakvøldið Vit hava spurt Heina Heinesen hvørja støðu Tjóðveldisflokkurin fer at hava, skuldi tað hent, at samgongan heldur fram sum minnilutasamgonga. Heini O. Heinesen ger
r Sambandsfloksins, Maria Hansen. Maria Hansen metti, at tey brekaðu í Føroyum vóru ov lágt prioriterað í mun til so mangt annað í hesum landinum. Hon nevndi eitt yvirlit yvir ymisk lond, har givin vóru [...] Atferðartrupuleikar Heini O. Heinesen út Tjóðveldisflokkinum tók aftur í aftur sín kleimda fingur, tá hann minti á, hvussu illa til stóð hjá teimum rørslubrekaðu. Annars nevndi Heini O. Heinesen fleiri [...] hetta endamál. Eisini Ernst Hansen var í móti at stongja Pensionatið á jólum. Ørðvísi í New York Thordur Niclasen úr Miðflokkinum helt, at tað var lítil nytta í føgrum orðum, um einki var aftanfyri. Hann
bólkar í samfelagnum í ávísum inntøkubólkum. Tú sigur, at øll feløgini standa saman. Men tað frættist í útvarpinum, at Sørvágs arbeiðarafelag tók ikki undir við hesum? Tað er Andrias Berglíð í Sørvági [...] arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, arbeiðsmanna og -kvinnufeløgini í Havn og í Klaksvík, umframt arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður í Vági, høvdu boðað øllum politisku flokkunum til fundar hóskvøldið at [...] Men hann er eisini í Fiskimannafelagnum og er tí í eini tvístøðu. Hann ríður á tveimum hestum. Vit onnur hava bara tann eina. Men tað er ómetaliga keðiligt og óloyalt av ávísum limum í Føroya Arbeiðarafelag
fylkingini í samgongu, í viðmerking til røðu hjá Ingeborg Winther, úr Verkamannafylkingini í andstøðu. Jógvan Ingvard Olsen, løgtingsformaður, treiv eftir bjølluni og ringdi, so klokkarin í Pæturskirkjuni [...] Annars tyktist Heini í heldur ringum skørum, tá hann fór á røðarapallin. Onkur í Tinginum gitti, at tað var tí, at hann skuldi als ikki vera framsøgumaður í hesum máli. Tað skuldi Finnbogi Ísakson, men hann [...] sum ikki fáa frádrátt, hava í inntøku. Tí vildi Jóannes Eidesgaard hava lagt loft í upphæddina, sum hevur rætt til frádrátt. Hann vildi eisini hava, at frádrátturin minkar í sama mun, sum inntøkan veksur
beding og tað er sjálvandi í lagi. Men nú frætta vit, at ætlanin hjá strandferðsluni er, at »Dúgvan« skal takast úr siglingini nú uppundir jól, og at »Ternan« skal setast í sigling í jólamánaðinum. Hetta halda [...] Klaksvík, verður keyptur av fiskakeyparum aðrastaðir í Føroyum. Somuleiðis kann roknast við, at fiskakeyparar í Klaksvík í ávísan mun keypa fisk á gólvuppboðssøluni á Toftum. Sostatt er útlit fyri stórum flutningi [...] eitt sera illa valt tíðarskeið. Í desember er nógv ferðsla og nógvur flutningur um fjørðin. Vandi er tí fyri stórum ruðuleika á Lorvíksfjarðarleiðini um »Ternan« verður sett í sigling nú. Tá jóla- og nýgg
tað at bera til. Starndferðslan hevur í dag 22 bilar - av teimum 14 stórar bilar, meðan restin eru vøruvognar o. a.. ? Vit verða undirdíktir í negativum rekatiónum í øðrum bløðum, og eg haldi tað vera nóg [...] januar 1997 til 31. oktober 1997 hevur SL Farmur goldið 215.130 krónur í flutningi á Sandoy/Hestoy-leiðini, og tí skilir Heini á Borg ikki pástandin um, at SL Farmur sleppur undan at gjalda flutningsgjald [...] Tølini eru fullkomiliga burtur við, og mugu verða tikin úr leysum lofti, sigur Heini á Borg, sum leggur afturat, at einki hald er í teimum, og at fólk eiga ikki at koma fram við slíkum, um tey ikki kunnu vísa
gudstænastur í Abel Kathrinu kirkju í Keypmannahavn. Í 1923 flutti kirkjuliðið í Nikolaj kirkju, og í 1939 varð flutt í Mariukirkju, har Emil Joen-sen var prestur. Og uppaftur seinni varð flutt í Vartov-kirkju [...] Bruun varð fødd-ur í Jansagerði í Mið-vági 18. august 1891. For-eldur hansara vóru tá-ver-andi sóknarprestur í Vág-um, Emil Bruun og konan, Dora Topp. Gudmund vaks upp í Miðvági og í Havn, í Sandagerði, har [...] , sum hann í trúfesti røkti í meir enn 40 ár. Í 1918 gjørdist Gudmund sóknarprestur í Svallerup á Sælandi. Og í 1923 fekk hann kall sum sóknarprestur í Hesselager á Fjóni og síð-an 1931 og til hann doyði
upp í oddin í mansdeildini, spældu í vikuskiftinum móti teimum báðum aftastu liðunum. Á Skála var dystur millum StÍF og KÍF, og her gekk javnt á mesta av tíðini. Kollfirðingar, sum liggja aftast í deildini [...] 15-14, men tað endaði við, at StÍF vann 33-29. Í Havn var dystur millum grannafeløgini Neistan og Kyndil, og her gekk bert nøkunlunda javnt á í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki fór Kyndil frá Neistanum og [...] ikki fyrr enn inn í seinna hálvleik, at StÍF kláraði veruliga at fara fram um KÍF og halda leiðsluna. Tá 10 minuttir vóru eftir at spæla var støðan 30-24 til StÍF og dysturin avgjørdur. Í hálvleikinum var
avgreiða sjálvir, heldur Heini. Heini O. Heinesen heldur tað vera provokerandi av Nyrup at koma higar nú. »Umstøðurnar eru ikki til tað,« sigur Heini. Og Fólkafloksmenn tykjast meina tað í álvara, tá teir siga [...] Nyrup. Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður var ikki í Tinganesi í gjár. Hann var á Viðareiði, og tað ætlar hann eisini at verða í dag. Anfinn Kallsberg sigur í viðmerking, at hann hevur onga almenna dagsskrá [...] fara at hitta Poul Nyrup, tá Folkaflokslandsstýrið hevur latið løgmanni einsamøllum tað upp í hendur, heldur Heini O. Heinesen, formaður Tjóðveldisfloksins á Tingi. Hann heldur tað vera løgið, at Fólksflokkurin
Sunnudagin vann StÍF sannførandi á Kyndli í seinasta landskappingardystinum hjá monnum áðrenn endaspælið. Mikukvøldið hittust somu liðini aftur, hesa ferð í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini, og vinnarin varð [...] mikukvøldið enn í dystinum sunnudagin, so var tað StÍF, ið stýrdi leikinum so at siga alla tíðina, og Kyndil var ongantíð á odda í dystinum. Tá strandingar vóru komnir á odda við trimum málum í byrjanini av [...] VÍF. Kyndil skal í øllum førum vísa meira enn teir hava gjørt seinastu tveir dystirnar móti StÍF, um teir ætla sær at vinna steypakappingina í ár. VÍF má vera favorittur til at koma í finaluna og vinna