hevði, tá hann spældi á landsliðnum, so var hann alla tíðina til stóra nyttu. Magni á Lakjuni var í ÍF álopinum saman við Egili Zachariasen, og tað er einki at taka seg aftur í, at Magni vísti einki minni [...] Petersen, sum varð skrásettur sum málskjútti úr 20 metrum. Og so var tað, at Magni á Lakjuni setti ferð á. Fyri hálvleik legði hann ÍF á odda, men eisini ta ferðina var talan um verjumistak. Kári Hansen drálaði [...] tað var rættiliga sjónskt, hvør stóri munurin á liðunum var. ÍF hevði fingið Símun Eliasen og Magna á Lakjuni heim úr Danmark, og teir settu stóran dám á. Roy Róin var skaddur og spældi ikki við, og Petur
Tað var ein lívligur flokkur, sum á middegi týsdagin møtti upp á Bursatanga til útferð við Norðlýsinum. Konfirmatntarnir í Tórshavnar vestaru kirkjusókn, Vesturkirkjuni, fóru útferð. Og prestur var sjálvandi [...] Fyrst varð farið inn á Strendur, har vitjað varð í kirkjuni. Hendan kirkjan er ein av teimum gomlu í Føroyum, og okkurt áhugavert fekst at vita um hana. Síðan varð farið yvir á Toftir, har eisini varð [...] endanum. Hon er spildurnýggj. Eftir at hava spent um alt kirkjuspektrið í aldri, varð farið suður eystan fyri Nólsoynna og runt aftur til Havnar móti kvøldi.
roynt verður bara eitt ár á einum øki. Síðan verður flutt aðrastaðni. Christian Joensen, skipari á Norðheim, sigur, at tað ganga helst eini fimm ár, áðrenn teir vera aftur á sama øki, sum teir eru í ár [...] Og so hevur skelin fingið frið at vaksa ta tíðina. Norðheim roynir á einum øki eystan fyri Nólsoynna. Teir avreiða vanliga hvønn dag á Oyri. Slakur marknaður Sofus Poulsen letur einki at marknaðinum fyri [...] Sofus Poulsen. Nú arbeiði er á báðum virkjunum samstundis, eru eini 75 fólk til arbeiðis á Oyri, sigur Sofus Poulsen. Og við Norðheim eru seks mans. Øll framleiðslan hjá virkjunum á Oyri, verður seld gjøgnum
at flúgva til Íslands á sama hátt, sum gjørt hevur verið higartil. Og tað er hugaligt at síggja, at hagtølini fyri 1997 vísa stóran vøkstur á ferðingini á Íslandsleiðini, sigur Magni Arge. Skíferðir Men [...] til Noregs í vetur. Á tíðindafundi seinasta fríggjaklvøld varð kunnað um tiltøkini, Atlantsflog og DFDS fara undir í vetur, og um flúgvingina hjá Atlantsflog komandi summar. Magni Arge, stjóri í Atlantsflog [...] Hetta er eitt flogfar av sama slagi sum tað, Atlantsflog sjálvt eigur. Magni Arge sigur, at seinastu árini hevur verið flogið hvønn dag á tamb um summarið. Hetta av tí, at bert eitt flogfar hevur verið at
javnaði, eftir at Magni Jarnskor hevði lagt flatt innfyri úr høgru. Fimm minuttir seinni legði Magni Jarnskor GÍ framum eftir nakrar ferðir aftur og fram í brotsteiginum. Skotið rakti í beinið á einum verjuspælara [...] ógvuliga høgra beintur. 29 minuttir vóru farnir, tá hol kom á. Fróði Benjaminsen, sum í útgangsstøðu skuldi vera miðverji, men flutti fram á miðjuna, tá tað vísti seg, at Gí bara spældi við einum heilt [...] leygardag fer at spæla sín síðsta dyst á besta liðnum hjá GÍ, økti til 3-1. Pauli Jarnskor lyfti fríspark fram eftir miðleingjuni, og eingin ansaði aftasta manninum, sum á sama hátt sum so mangan áður hevði
verður Handilsstevna í ítróttarhøllini á Nabb í Havn. Hendan stevnan er tann ellinta í røðini av Handilsstevnum, sum Kristmund Kunoy skipar fyri. Fyrr vóru stevnurnar á hvørjum ári. Men í 1988 kom steðgur [...] verður á samkomu fyri framsýnarum og øðrum innbodnum. Klokkan 16 verður latið upp fyri almenninginum, og opið verður so allar dagarnar til sunnukvøldið, tá endað verður við stórari gallasýning á pallinum [...] pallinum. Tað eru einastaðni millum 20 og 30 luttakarar á stevnuni. Hesir eru allir føroyskir, og teir sýna fram alt millum himmal og jørð. Frá knappanálum og undirbuksum til bilar, sigur Kristmund Kunoy. Fyrr
Shell skal hava leiklutin sum operatørur á føroyskum øki. Frammanundan hevði BP hesa uppgávuna. -Vit eru fegnir um samstarvið, og at Shell hevur operatøruppgávuna á føroyskum øki í sambandi við eitt 1. ú [...] og seinni framleiðslu á føroyskum øki. Sosialurin skilur, at tað er í sátt og semju, at BP og Shell hava gjørt av, at Shell skal vera operatørur í eini komandi útbjóðingarrundu á føroyska landgrunninum [...] tikin upp til ta tíð. Drúgvar royndir á djúpum vatni Tað er neyvan nøkur loyna, at júst BP og Shell teljast millum tey oljufeløgini í heiminum, sum hava flestu royndir á djúpum vatni. Tey eru undangongufeløgini
Allan Simonsen, landsliðsvenjarim ger ikki stóru broytingarnar á landsliðnum, sum skal spæla móti Spania um eina góða viku. Hann ger sum hann plagar, heldur seg til sínar menn. Í gjár læt venjarin frætta [...] Thorsteinsson, Jens Kristian Hansen, Bartal Eliasen, Ingi Rasmussen, Henning Jarnskor, Øssur Hansen, Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Julian Johnsson, Uni Arge, John Petersen, Jan Allan Müller, Jens Erik Rasmussen
dentur lagdur á gospeltónleik hóskvøldið, og føroyska umboðið verður eingin annar enn Magni Christiansen, sum við síni nýggju útgávu, »Her glaður eg ferðist«, rættiliga hevur vunnið sær fótafesti á gospeltindinum [...] mikið um tað á hesum sinni, men sum Duke Ellington nøkurlunda orðaði tað, kundi hetta orðið, jazzur, rúma nógvum. Jazzgonga Og tað ger Tórshavnar Jazz, Fólka- og Bluesfestivalur eisini í ár, á sín egna hugnaliga [...] finna vit eitt nú á nýggju fløguni hjá Regini Guttesen. Kvinnukvøld Restin av fríggjakvøldinum kann av sonnum kallast ein kvinnukonsert burturav, tá Bitch Boys við tí navnframu Anne Linnet á odda eiga pallin
palgar at vera á heimagrasið. Gestirnir úr Vágum, sum høvdu ómøguligu uppgávuna at royna at vinna í Gøtu høvdu ikki givið upp í forhond, og teir stríddust manniliga allan dystin. GÍ kom á odda tá Henning [...] fyri, so helt tað sær ikki tíðina út. Eftir fleiri ferðir aftur og fram, fekk innskifti Magni Jacobsen at enda skot á og var 2-2. Hetta var átta minuttir fyri leiklok. Við javnleikinum vann GÍ bronsumerkini [...] 1. deild menn: GÍ-FS Vágar 2-2 (1-2) Burstursæð frá dystinum á Sandi mundi neyvan nakað annað úrslit í seinasta umfari í 1. deild siga seg meiri sjálvt, enn dysturin millum GÍ og FS Vágar í Gøtu. Gøtumenn