Harafturat var hon vøkur, virðilig og fyrikomandi. Og ikki gavst hon á hendur fyri tað, um hon fekk mótgang. Á nei. Mótgang fekk hon í ríviligt mát: Fyri knøppum ári síðani misti hon sína elskaðu dóttur [...] her var Malla trúføst og virkin. Hon hevði frammanundan, í tíðarskeiðinum 1956?1960, sitið sum fyrsta kvinna í býráðnum í Havn, vald á kvinnulistanum; eitt skifti var hon forkvinna í teknisku deild og í [...] leggjast kann afturat, at hon sat leingi í barnanevndini, heilt upp í sjeytiárini. Eisini var hon í einkjugrunninum, sum varð stovnaður eftir at Stella Argus gekk burtur. Hon var fyristøðukvinna á Ell
seyðurin er skaptur, um hann hevur sterkan rygg, hvussu ullin sær út, at ikki ov nógv broddur er í og at hon ikki er ov opin, og at hornini eru góð, at tey t.d. ikki veksa inn í høvdið. Josef átti tann besta [...] fekk sjálvur 3. virðisløn. Eliesar Poulsen sigur, at skuldi hann valt tann vakrasta seyðin av øllum, hevði hann heilt avgjørt givið veðrinum hjá Josef Midjord 1. virðisløn. Men tað vakrasta lambið heldur hann [...] Hentze, men hesin sami Josef Midjord eigur eisini eitt hendinga gott lamb, sum hann heldur, hann hevði givið 2. virðisløn.
hesin eygleiðari onkursvegna fegnast um, at tað hóast alt er onkur kommuna, sum er verri fyri, enn hon, hann sjálvur stjórnar. At seta kommunur upp móti hvørjum øðrum Neyvan verður nakað gott at spyrjast [...] Javnaðarflokkurin ávirkanina í býráðnum. Hetta var ein lánsupphædd, sum var ríkiliga stór, men sum tó hevði borið til at goldið niður. Støðan í dag aftaná 12 ár við teimum borgarligu Í dag skyldar kommunal [...] seg fyri vinnulívið, tí annars var hungur og hall. At sita og bíða eftir sokallaðum vinnulívsmonnum hevði ikki mettað nógvar munnar ella givið nógvum hondum arbeiði. Áðrenn kommunan á Tvøroyri í fyrraparti
málum. Og at leiðslan fer at nýta hendan møguleika, er longu prógvað. Tí í fleiri ár hevur tað verið torført - fyri ikki at siga ógjørligt - at fáa mál á skránna og viðgjørd. (2) Í verandi viðtøkum verður sligið [...] gjørdar, uttan at hugsað varð um náttúruskemman, og uttan at aðrir møguleikar vóru kannaðir. T.d. hevði sama orka kunnað verið útvegað fyri ein triðing av teimum 120 mió., um valt varð at satsa uppá vindorku
útseld frá útgevarunum seinastu vikurnar, og tað ber boð um, at hon hevur selt væl, og at hon kundi havt selt meiri, um hon framvegis hevði verið at fingið. Altíð væl móttiknar Tað er serliga fram móti jólum [...] kom út fyrsta solofløgan við Eyðuni Nolsøe, og hon hevur frá byrjan verið eitt hit. Nógv er longu selt av fløguni, og tað er nógv sum talar fyri, at hon fer at vera ein stórseljari. Mest selda fløgan higartil [...] letur væl at søluni av teimum føroysku útgávunum. Tað merkist tá ein føroysk fløga kemur út, tí hon selur vanliga nógv meiri enn tær útlendsku fløgurnar, og tað eru bert fáar útlendskar fløgur, sum kunnu
skriv út til starvsfólkini á ALS. Tað var frá stjóranum, sum í brævi greiddi teimum frá, at hann hevði biðið um at verða loystur úr starvinum á ALS. - Tað var ikki mín ætlan at gevast í stjórastarvinum [...] ikki at hitta Vit royndu at fáa eina viðmerking frá Karin Kjølbro, formanni í stýrinumfyri ALS, men hon er ikki at hitta fyrr enn á middegi fríggjadagin. Jákup Danielsen, stýrislimur sigur, at uppsøgnin
landsstýrismaðurin hevði tikið av kassanum o.s.fr., so kundi Edmund Joensen sagt við Sjálvstýrisflokkin, at teir skuldu valt ein nýggjan landsstýrismann. - Um hann politiskt ikki hevði ført seg rætt fram [...] hinar flokkarnar í samgonguni. - Tekur hann einsamallur stig til slíkt uttan um samgonguna, so er hon ikki við honum. - Tað kann fáa avleiðingar í samstarvinum við Sjálvsstýrisflokkin - men eisini avleiðingar [...] er lopin framav. Hvørjar avleiðingar tað fær siðvenjingarliga, veit hann ikki, men heldur, at so hevði verið rættast av løgmanni at samráðast við aðrar, eitt nú at planlagt at arbeiða uttan um Sjálvst
gjørdu ikki málið stórt greiðari. Fyrta vitnið var ein maður, sum hesa náttina hevði verið uppi og úr vindeyga sínum hevði hann sæð ein bil, einar 500-600 metrar frá húsum sínum. Sambært politifráreiðingini [...] politinum frá, at hann við bilin hevði sæð tveir menn, sum tóku ein triðja úr bagasjurúminum. Tað mintist hann einki til nú. Annað vitni var maðurin, sum var bukaður. Hann hevði hetta kvøldið verið í føðingardegi [...] teimum hevði staðið opin, og hann vaknaði við, at tann illa viðfarni maðurin stóð í kamarshurðini. Hann fór beinanvegin upp og hjálpti hinum, og meldaði. Konan var eisini farin upp , og tá hon kom niður
landskassin hevur sína skyld av, at nógvar kommunur eru komnar so illa fyri, sum tær eru. Landsstýrið hevði eitt kommunalt eftirlit og hevur góðkent hvørja einastu lántøkurnar. Og vit kunnu eisini ført tráðin [...] kommunurnar. Krevur ikki so nógvar pengar Páll vang sigur, at fyrimunurin við hesi loysnini er, at hon krevur ikki so nógvar pengar, sum aðrar loysnir, ið hava verið frammi. Av tí at grunnurin bara skal
virkaði styrkiskiftini niðureftir eisini. Kórið megnar stórar uppgávur væl - hjúklan um heldur færri hevði ikki gjørt verri. Tórshavnar Kamarorkestur Hóast minni ásýniligur í landslagnum enn felagin á kórmótinum [...] spældi festmusikk úr operuni »Alcina« eftir Händel. Okkurt høvdu teir gomlu sagt, um okkurt parið hevði stilla upp til eina »Gavottu« á kirkjugólvinum. Vit hugsa í dag neyvan um dans, tá hesin tónleikur [...] Jógvan spældi nøkur smá orgulverk við tryggleika og myndugleika - eitt sindur »stevleysari« spæl hevði kanska hugað mær betur, men her eru sjálvandi eins nógvar áskoðanir, og tað eru fólk, ið lurta. Eisini