tykki er talan um sløs, ið ikki eigur at koma fyri, og hann heldur tað verða eina katastrofu fyri felagið, um mistakið fer at hava við sær, at KÍ ikki sleppur at halda fram í kappingini um Løgmanssteypið [...] - Eg havi ikki havt illgruna um, at spæliloyvið hjá mær ikki var í lagi. Eg helt, at tá ið eg hevði skrivað undir við KÍ, fór felagið at fáa øll loyvi upp á pláss, men so var ikki, sigur hann. Kviki v [...] at vit verða tveittir út. Tað rættasta er nokk at geva KÍ eina bót, ella at dysturin hjá okkum móti Fram verður leiktur av nýggjum, og at vit tríggir, ið ikki høvdu spæliloyvi upp á pláss, ikki verða við
áttu at vitað frammanundan – at tú skalt ikki trúgva upp á politiskar semjur. Tú skalt í øllum førum ikki leggja tær vinnuligt virksemi til rættis eftir politiskum útmeldingum, tí tær eru [...] privatar miðlar um handilslýsingar. Hetta hoyrir stutt sagt ongastaðni heima! Fjølmiðlasemjan á sinni, sum varð gjørd um, at lýsingarnar í Kringvarpinum skuldu niðurlagast eftir fimm árum, gav okkum [...] fimm ár aftur í tíðina, so vóru eisini um 118 fólk í starvi hjá Dimmalætting og Sosialinum tilsamans. Hesin starvsfólkahópur fyllir til samans ikki 50 í dag. So Sjúrður Skaale og øll onnur
Vit taka saman um í erva og stoyta so oman heimeftir. Fara um áirnar, sum eru minkaðar munandi i góðveðrinum, sum verið hevur. Í dag er dýrdarveður. Mestsum summar, hóast farið er um veturnætur. Men ganga [...] sum ráða og siga, hvussu vera skal. So er bara at fylgja við. Líka í rættina, har ein troðkan uttan líka verður, beint sum farast skal inn um rættargarðin. Og so standa tey har og tiva í hitanum hendan [...] Farið er um allan hagan og tað, sum í haganum gekk, er savnað saman í eina gongu, sum nú verður rikin fram við bakkanum við kós móti rættini. Tey flestu sleppa út aftur eftir viðgerð við ymsum heiligvági
seinasta settinum og góvu alt tær áttu. Tær vunnu seg fram til settbólt við støðuna 24-23, men tað rakk tó akkurát ikki. Hetta settið svingaði aftur og fram millum liðini, men bjargingin hjá Føroyum kom av [...] tað gjørdi stóran mun, tí báðum settunum var hetta júst tá ið Føroyar vóru um at missa sambandið við Ongland. Servurnar lógu so væl, at ensku genturnar fingu ikki móttøkurnar upp til nakað sum helst, og [...] dystinum, hóast hon ikki spældi so nógv. Vónbrot hjá dreingjunum Ísland vísti seg í dag at gerast ein ov stórur biti hjá føroysku U19 dreingjunum. Føroyska spæli var als ikki so gott, sum tað var í serliga
Stjórin á Almannastovuni hevur ført fram, at ongin tørvur er á einum samdøgurstilboði. Men so er ikki! Vit hava í hesum sambandi nýtt høvið til at kanna eftir, um ella hvussu stórur tørvur er á eini samdøgurs [...] i av hesari tilgongd. Vit hava áður ført fram, at starvsfólkini á familjudeildini hava fingið eitt tilboð um at fáa annað starv í Almannastovuni, men her er so onki ítøkiligt tilboð komið frá Almannastovuni [...] ikki hetta uppskotið varð eftirlíkað. Síðsta orðið í hesum máli er ikki sagt. Her eru so nógvir skeivleikar farnir fram, og vit undra okkum stórliga á hendan arbeiðsháttin. Tað verður veruliga “gamblað” við
eftir av dystinum var KÍF á odda 18-10, teir høvdu spælt fram úr væl fyrsta partin av seinna hálvleiki, og Kyndil var um ein háls av KÍF. Men so vendist alt í einum, og Kyndil tók seg eitt mál fyri og annað [...] at Kyndil skuldi koma afturíaftur í dystinum móti KÍF, tí teir vóru eitt skifti í seinna hálvleiki so væl og virðilga spældir úr dystinum, at spurningurin tóktist bert verða, hvussu stórur sigurin hjá [...] og ikki skoraði nakað mál í 12 minuttir. Hetta tíðarskeið skoraði Kyndil eina rúgvu av málum, og sum so ofta var tað væl upplagdi Hannis Wardum, sum gekk undan. Hann skoraði 9 mál tilsamans. Kyndil fór frá
kommunukassanum um 30 miljónir. Barnafrádrátturin kostar í løtuni 30 miljónir, og skal hann heilt upp á 11.500 kr pr barn, so kemur hann árliga at kosta 63 miljónir. So her er talan um øgiligar upphæddir [...] til at samstarva um at fáa eina skilagóða fíggjarætlan. Borgarstjórin leggur sum sagt ætlanina fram 27 september. Lat okkum tá standa saman um nakrar skilagóðar loysnir. Ongin ivi er um, at flatskatturin [...] farin í gongd, ið snýr seg um barnafrádrátt, barnakekkar og skattalætta til barnafamiljur. Boðið verður heilt frá 5.500 upp í 11.500 kr pr barn. Eg fari at heita á øll hesi um at vísa hóvsemi, vit og skil
mistanka til, at innkomuvegurin verður liðugur í 2020. - Eg eri nokk so sikkur uppá, at vit fáa bøtt nakað um tað, og um fíggjarnevndin ger tað, so er eingin alarmur frá mínari síðu, segði hann. [...] Tórshavnar kommunu um ein tunnil heldur enn innkomuveg, sum gruggaði málið. Hann sigur tí, at tá samráðingar um karmarnar vóru í vár, var eingin galdandi avtala við Tórshavnar kommunu um innkomuvegin. - Í [...] heyst um nýggja innkomuvegin, men tá nýggja býráðssamgongan tók við, byrjaði Annika Olsen at tosa um heldur at gera ein tunnil undir Havnina. - Tað var ein diskussión millum kommununa og landið, um tað skuldi
fer at verða og so framvegis. Spátt verður um veðrið fleiri mánaðar fram í tíðina. Men hetta heldur veðurmaðurin Petur Skeel Jacobsen lítið um. Hann sigur, at tað beinleiðis er talan um ein slutur fyri [...] fyri slatur, tá spátt verður um veðrið so langt fram í tíðina. Hann sigur, at hetta nevniliga als ikki ber til, og vísir á spádómarnar hjá donskum veðurfrøðingum um, at summarið í fjør skuldi gerast eitt tað [...] Jacobsen, heldur ikki, at hettar illveðrið verður eins ringt og tað, ið var um miðjan januar. Tá kom vindstyrkin upp um 50 metar um sekundið í ávísum støðum. Tó væntar Petur Skeel, at vindurin fer at halda
hetta, so er tað eitt vánaligt samfelag, vit liva í. Okkara flokkur fer at verja og bøta um pensiónsviðurskiftini, tí tað er rætt, sum hevur verið ført fram, at tað eru farnar so nógvar broytingar fram, sum [...] bøta um. Ætlanirnar hjá landsstýrinum við Verkamannafylkingini á odda fara vit at berjast ímóti. Tað, sum er positivt við hesum, sum nú kemur fram er, at enn einaferð fær Føroya fólk eina váttan um, at [...] royndust hesi sum so rívan tóku til, tað er munur á at sita uttan fyri við ongari politiskari ábyrgd og bara krevja, soleiðis sum tey gjørdu, tey stýrdu Føroya Javnaðarflokki. Tað kom so langt, at eftir