Í morgun vita útlendskir miðlar at siga, at eldur er í einari lóðurgoymslu í russiska býnum, Belgorod. Sambært guvernørinum í Belgorod-fylkinum, Vyacheslav Gladkov, sum hevur lagt boð út á Telegram, skrivar [...] hava eisini verið at hoyrt í Luhansk-regiónini, har russiskar herdeildir hava valdið. Sambært russisku tíðindatænastuni Meduza siga íbúgvar, at spreingingar vóru í fleiri tímar í býnum, Irmino, sum hevur [...] bústaðir eru raktir. Útlendskir miðlar vita eisini í morgun at siga, at ukrainar hava lopið á ein russiskan herleiðsludepil á sonevndu Slanguoynni í Svartahavinum. Ukrainska ávísin Kyiv Independent veit
ráðharrunum báðum fór fram í loyndum, tó at tað frættist í gjárkvøldið, at teir vóru í Kyiv, har teir høvdu samrøður við ukrainska forsetan. Í morgun vóru teir báðir aftur í Póllandi, har teir høvdu t [...] flóttafólk, sum flýggja vestureftir. Í byrjanini av apríl vórðu í minsta lagi 50 fólk dripin í einum álopi á jarnbreytarstøðina í býnum, Kramatorsk, har eysturi í Ukraina, veit tíðindastovan NTB at siga [...] leyp Russland í morgun á fimm jarnbreytarstøðir í Ukraina, og sagt verður, at fimm fólk lótu lív, og at 18 eru særd í álopunum. Seinastu tíðina hava fleiri vesturlendskir leiðarar vitjað í ukrainska hø
Oljugoymslur í russiska býnum Brjansk standa í dag í ljósum loga eftir fleiri spreingingar í býnum síðstu nátt. Norskur oberstur, Geir Hågen Karlsen, sigur við norska kringvarpið NRK, at tað ikki er óhugsandi [...] kilometrar frá ukrainska markinum, og myndugleikarnir í Russlandi vátta, at eldur er í oljugoymslunum, men at eingin fólkaskaði er. Myndugleikarnir í Russlandi hava higartil einki sagt um, hvør orsøkin til [...] Karlsen fyri. Í russiskum sjónvarpi verður sagt, at talan bæði er um sivilar og hernaðarliga oljugoymslur, sum eldur er í. Russiski býurin Brjansk verður roknaður sum eitt týdningarmikið vegamót í russisku
heimasíðan www.vg.no veit í dag at siga, at Kreml hevur ikki svarað teimum foreldrum og avvarðandi, sum sakna sínar synir og menn, eftir at russiski rakettkrússarin, Moskva, herfyri sakk í Svartahavinum. Talsmaðurin [...] myndugleikar hava sagt, at manningin varð bjargað av skipinum, tá spreingingar vóru, og eldur herjaði. - Allir upplýsingar í hesum sambandi verða givnir av verjumálaráðnum, og vit hava ikki heimild at siga nakað [...] søgdu tey í russiska verjumálaráðnum, at "øll manningin varð tikin av skipinum". Tíðindaskrivarin hjá ukrainsku bjargingartænastuni, Natalia Gumenyuk, hevur áður sagt, at manningin umborð í russiska f
Guardian veit í morgun at siga, at ávaringar eru í býnum, Lviv í vestri, Rivne og Volyn í útnyrðingspartinum og í Ivano-Frankivsk í útsynningspartinum av Ukraina. Haraftrat eru loftávaringar í Khmelnytskyj [...] eisini at hoyra í býum ymsastaðni í landinum. Russland hevur ávarað ímóti fleiri loftálopum, eftir at stóri russiski rakettkrússarin og flaggskipið í svartahavsflotanum - Moskva - sakk í endanum av hesi [...] hesi vikuni. Verjumálaráðið í Russlandi vil vera við, at eldur kom í skipið og spreingievni umborð, men ukrainar siga, at teir raktu krússaran við tveimum neptun-rakettum. Moskva liggur nú við havsins botn
Russisku álopini í Donetsk-regiónini og í næst størsta býi landsins, Kharkiv, sum liggur har eysturi í landinum, halda fram í dag. Tað veit CNN at siga í kvøld. - Støðan í regiónini gerst alsamt meira [...] loftávaringarlúðrar í fleiri regiónum í Ukraina, og russiski herurin skeyt rakettir eftir málum í ymiskum býum. Tað eru tey, sum halda, at álopini síðstu nátt og í dag eru hevnd fyri, at Russland í gjár misti stóra [...] at álop eru framd ímóti einum ídnaðarøki í dag. Hann sigur, at russiskar rakettir eisini hava rakt eitt íbúðarøki í Kharkiv í dag, og her eru 10 fólk deyð og í minsta lagi 35 særd, harímillum trý børn
skipið var í einum illveðri, og orsakað av einum holi í skrokkinum, sum spreingingar vóru orsøkin til, sakk skipið. Tass endurgevur eisini russiska verjumálaráðið fyri at siga, at tá eldur kom í skipið, kom [...] kom eldur eisini í spreingievni, sum brast, og tí kom hol í skrokkin. Tað er ikki váttað av óheftum keldum, um eldurin umborð í Moskva stóðst av ukrainskum rakettum - ella, um eldurin hevði sína orsøk [...] Neptun-rakettum, men Russland sigur, at hetta er ikki so. Russland sigur hinvegin, at eldur hevur verið umborð í skipinum, og at tað nú verður kannað, hvør orsøkin til eldin er. ##med2## Tíðindastovan
flaggskipið hjá russum í Svartahavinum, hevur fingið stóran skaða. Spreingingar vóru umborð, og eldur kom í skipið. Seint í gjárkvøldið váttaðu russiskir myndugleikar, at eldur var í skipinum eftir spreingingar [...] raktur av Neptun-rakettum. Fleiri utlendskir miðlar skriva í nátt og í morgun, at umborð á einum slíkum skipi eru í minsta lagi 500 hermenn. Í Russlandi hava tey enn ikki váttað, at super-skipið er rakt [...] Arestovytsj, skrivaði á Tvitter í gjár, at ukrainski herurin hevði framt álop á skipið. - Hvar er Moskva? Hon er sokkin, skrivar ráðgevin á Tvitter. Risastóri rakettkrússarin er bygdur í 1980-unum og hevur verið
sum um 20-tíðina í kvøld boðaði frá, at eldur var umborð, og at nógvur roykur var um skipið. Eldur kom í skipið, tá tað var á leiðini norðan fyri Røst í Lofoten. Skipið er skrásett í Ålesund og er hei [...] heimahoyrandi í Godøya í Giske kommunu. Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at manningin telur 22, harav 14 nú eru komnir í land í Leknes. Teir átta, sum eru eftir, eru framvegis við skipið, har teir [...] norska kringvarpið, at tað er ræðuligt at sita uppi á landi og frætta, at eldur er í skipinum. - Marrudreymurin er, at eldur kemur í eitt skip. Tað er so nógv, sum kann henda, og skipið er til havs. So, her
Norskir miðlar vita í kvøld at siga, at eldur er í einum norskum línuskipi á havleiðunum í Norðurnoregi. Sjóbjargingarstøðin sigur, at øll manningin, sum telur 22, er farin í bjargingarbátarnar. Sagt verður [...] manningin komin í bjargingarbátarnar. Manningin fekk sent út neyðarkall, har sagt varð frá eldi umborð og nógvum royki. Tað er ógreitt, hví eldur kom í skipið. Upplýst verður, at skipið er skrásett í Noregi. Tíðindini [...] liggur 35 fjórðingar norðan fyri Røst í Lofoten, og at tvær bjargingartyrlur eru á veg. Skip hjá bjargingartænastuni eru eisini á veg á leiðina, har eldur kom í skipið. Tað er vindur á leiðini, men ikki