Sørensen og Niels Juul Rasmussen, Keypmannahavn, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 4300 gr. 18. sept. fingu Heidi og Jákup Christiansen, Hvannasund, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3480 gr [...] Clementsen og Nicolai Mohr Balle, Tórshavn ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 5050 gr. 26. sept. fingu Elin Guðjónsson og Agnar Højgaard, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3600 gr [...] Jensdóttir og Kristian Jákup Joensen, Gjógv, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 2900 gr. 30. sept. fingu Lisbeth Jensen og Zacharias Stórá, Hósvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3600 gr
ferðsluóhapp eru á skránni, og um vikuskiftið slapst ikki undan hesum. Talan var um ein bil, ið skuldi yvirhála ein annan, og tá hann skuldi koyra inn aftur á sína egnu koyribrey, misti førarin tamarhaldið [...] Leygarmorgunin um fýratíðina handtók løgreglan í Havn ein ungan mann, ið tókst við at seta eld á ruskíløt í Vørðsluni. Løgreglan sigur, at drongurin er ein av gomlu kenningum teirra. Hann er kendur fyri at [...] Breyt ásbeinið Mikumorgunin hendi eisini álvarsligt ferðsluóhapp norðuri í Norðdepli. Talan var um ein bil við trimum ungfólkum, ið vóru á veg til Klaksvíkar til arbeiðis. Løgreglan í Klaksvík sigur, at
boð um, at ein bátur hevði siglt á land við Stongina, eystantil á Nólsoynni. Ein bátur sum lá einar 3-400 metrar úr Stongini boðaði Spógvanum frá, at nógv sprek og annað lá í sjónum og at ein maður stóð [...] tíbetur ongan skaða fingið og er sloppin av sjúkrahúsinum aftur. Báturin, ein seksæringur, var heimahoyrandi í Eysturoynni. Ein maður hevði verið til útróðrar og var á veg aftur til lands, men var sovnaður [...] m. Norðoyastevna var um vikuskiftið og tað merktist í Havn. Eitt lítið ferðsluóhapp var. Ein bilur rendi á ein annan bil, men móti øllum skilið steðgaði bilførarin ikki. Hetta gjørdi at løgreglan fekk
fingu Erika og John Philip Hayfield, Edinburgh, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3400 gr. 9. februar fingu Anna og Jógvan Reyðberg, Funningsfirði, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3600 gr [...] 18. januar fingu Henrietta V. Winther og Jens Hendrik Thomsen, Tórshavn, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði 5720 gr. 27. januar fingu Unn og Marner av Lofti, Ålborg, eina dóttur, sum hevur fingið [...] fingið navnið Barbara. 4. februar fingu Ellen Nielsen og Magni Dalsgarð, Ålborg, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3850 gr. 5. februar fingu Jóngerð og Jóannes Guttesen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var
viðgjørt, sigur ein sera fryntligur Jens Ulf Jørgensen úr danska Kirkjumálaráðnum. Jens Ulf Jørgensen sigur, at ein partur av málinum er, um deknaguðstænastur skulu metast sum guðstænastur, eins og guðstænasturnar [...] guðstænasturnar við presti. Hetta er ein serføroyskt fyribrigdi, og tí heldur Jens Ulf Jørgensen, at hetta má kannast gjølla. Ein trupulleiki í føroyska kirkjustríðnum er nevniliga tann, at Peter O. K. Olofson [...] í sóknini hjá Olofson, har deknaguðstænasta annars skuldi vera hendan ávísa sunnudagin. Ikki ein kæra Ein av prestunum, ið hevur skrivað undir skrivið til Krirkjumálaráðið sigur, at talan ikki er um nakra
sum ein rættilig avbjóðing til fakfeløgini. Gunnleivur vísir tó á, at tað er ein ávísur munur á, hvør tað er, ið leggur uppskotið fram. ? Stendur landsstýrið aftanfyri hetta uppskot, ella tekur ein meiriluti [...] meiriluti av løgtinginum undir við tí, er hetta beinleiðis at meta sum ein krígsavbjóðing, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Hann sigur tó, at fyrr enn hann kennir meiri nágreiniligt til málið, kann [...] 1990, vóru øll fakfeløg ímóti. Ódámligt Formaðurin í Starvsmannafelagnum heldur ikki tað er rætt, at ein bólklur av borgarunum, í hesum føri arbeiðarastættin, verður pilkað út og skal svara fyri einum serligum
at hetta er ein lætti hjá familjunum, tí málið hevur verið ein »byrða í drúgva tíð«. Í Trier, sum er elsti býur í Týsklandi, búgva umleið 110.000 fólk og hann er umleið 200 kilometrar í ein útsynning úr [...] til jóla. Ein dómstólur í Trier metir, at tann 52 ára gamli hevur »í serliga álvarsligan mun ábyrgdina« av deyðiliga álopinum. Hann er dømdur fyri tilsamans seks dráp og 18 drápsroyndir. Ein sætti persónur [...] Ein týskur maður er í dag dømdur lívstíð í fongsul fyri at koyra í bili sínum inn í eina mannamúgvu í týska býnum Trier fyri hálvum øðrum ári síðani. Seks fólk, teirra millum eitt smábarn, doyðu av ákoyringini
Hann sigur, at dagurin er ikki ásettur enn, men at tað verður ein av døgunum um mánaðarskiftið, og at tíðarætlanin heldur. – Hetta er ein verkætlan uttan líka. Hetta er tann størsta verkætlanini í und [...] við ljóskurvum. Í Hoyvíkshaganum verða tvær avkoyringar til tríggjar vegin. Ein sum førir ferðsluna út í Klingruna í Hoyvík og ein sum førir ferðsluna til Flatarvegin í Hoyvík og Sundsvegin í Havn. Har sleppur [...] undirstøðukervi í kommununi, har tað verða gjørdir 9,2 kilometrar av vegi og ein tunnil sum verður góðar 1700 metrar langur, sigur Tróndur Sigurðsson. Hann sigur, at tað góða við hesi verkætlan eisini er
síggja møguleikar, og hvat ein kann í Suðuroynni. Hóast skúlin er ein lopfjøl til víðari lestur, og harvið av oynni og út í heim, so hevur tað eisini týdning at vísa á, hvat ein kann her í oynni, sigur nýggi [...] nýggi rektarin. Hon heldur, at ein eisini eigur at hugsa frameftir. -Neyðugt er at hugsa um framtíðina, og til dømis er ein møguleiki at hava breytir, ið ikki eru aðrastaðni. Suðuroyggin hevur verið nevnd [...] nevnd grøna oyggin, so kanska ein møguleiki er at hugsa burðardygt og millum annað gera meira við tað í skúlahøpi, heldur Rósa Heinesen. -Vit skulu hava ein skúla, sum tey ikki hava aðrastaðni. Tað hava
onkrastaðni hómar tú okkurt, sum tú heldur teg kenna aftur. Kanska er tað eitt træ, ein fiskur, ein bátur ella er tað ein silvurkanna? Myndaflatin er bygdur upp av fleiri løgum av máling við skiftandi tjúkd [...] forkunnugar. Sum framsýningarheitið bendir á, er myndaheimurin hjá Anker Mortensen poetiskur av lyndi eins og hansara myndir bera brá av onkrum sveimandi og óítøkiligum. Leita vit aftur í okkara egnu barndómsminni [...] Andriasi Djurhuus við verkunum hjá Anker Mortensen í huga, fær hon nýggjan listaligan relevans sum ein huldur heimur av gandaðum søgum og glitrandi litum. Oman fyri eikilund/ hongur silvurkanna/ skínur