kendi eg á mær, at eg á ein ella annan hátt skuldi arbeiða í trúboðaravirksemi, og síðani tá hevur hetta verið lívsverk okkara, eru afturlítandi orðini hjá 58 ára gamla klaksvíkinginum Óla á Grømma, tá [...] hansara Judy eru í hesum døgum á føroyaferð frá strongda gerandisdegnum á høvuðsstøðini hjá New Tribes Mission (NTM) í Florida, har 130 fólk arbeiða. Felagsskapurin við Óla á Grømma við róðrið varð stovnaður [...] tí hóast boðanin av kristindóminum er høvuðsdrívmegin, leggja vit alstóran dent á praktiska hjálp, vísir Óli á Grømma á. Við hesum sipar hann til læknahjálp, landbúnaðarhjálp umframt at tryggja ættarbólkunum
skips. Við skipi undir Íslandi á ungum árum, var Johan fyri tí vanlagnu, at hann misti høgra arm. Ísland og íslendska fólkið kom eftir ta hendingina, at liggja honum tungt á hjarta. Við einum armi var tað [...] tænasta fyri Jesus, stóð greitt fyri honum. Eftir at hava verið á bíbliuskúla, byrjaði Johan sum sjómanstrúboðari hjá Føroysku Sjómansmissiónini á heysti í 1960. Leiðin gekk fyrst til sjómansheimið í Grimsby [...] vinarliga heilsan og eitt Guds orð. Nevnast skal eisini, at tá ið føroysk skip í hópatali fóru til Bretlands at keypa sild síðst í 60-árunum og fyrst í 70-árunum, var Johan um heystarnar í Stornoway á Hebridunum
í fáar dagar kunnu haldast á lívi við sukri, salti og vatni. Eisini kunnu sár grøða skjótari, um sukur verður lagt á, sigur hon. Olga sigur, at eingin ivi er um, at heilsan í stóran mun liggur í okkara [...] - Eg blandi meg als ikki í kjakið um avgjaldið á sodavatn og góðgæti, men vil bert greiða frá høvuðsinnihaldinum í hesum vælumtóktu søtmetum, nevniliga sukrinum, sigur heilsukostráðgevin, Olga Hentze. [...] blóðtøppar, og blóðsirkulatiónin í beinunum gerst verri. Umframt alt hetta og tann skaða sukur ger á tennirnar, eru sukurátarar eisini útsettir fyri at fáa B-vitaminmangul. Hjá eldri fólki leiðir B-vi
so mangur føroyingur baldist hann á sjónum í mong ár. Var í Norðsjónum, undir Íslandi og í Grønlandi. Tá hann fekk sær konu og børnini fóru at koma, legðist hann upp á land og fór undir at smíða. Fekk sær [...] hansara hond. Í áttatiárunum fór heilsan at bila. Hann fall tó ikki í fátt, men fór undir innrammingarvirki. Í Rammukjallaranum í Jónas Broncksgøtu, har bæði lærur og leikur komu á gátt, var mong hugnalig løtan [...] vilja minnast. Í dag býr Petur í Struer við hin vakra Limfjørðin. Ikki er óvanligt at síggja Petur á ferð í náttúruni við skitsublokkinum undir armi. Við ynski um framhaldandi mong góð ár. Kæri vinur,
Sveima sum támið nú tankar á flog hátt yvir tindum og fjøllum Skaparans verk ber mær tigandi boð um alveldis mátt yvir øllum Mín hugur hann leitar til farna tíð tá sum børn vit spældu glað og fríð altíð [...] gav fylgja okkum vilja til livssól fer í kav tá grønt var gras vit róku neyt í haga mamma stegðaði á - segði - hoyr- fuglaljóðið glaða. Fimm børn sekstan ommubørn hava fingið trýogtjúgu langommubørn eru [...] borið okkum heilt til hendan dag virðir hetta eru ongin kann taka okkum frá við songarstokkin mamma á knøum lá. Nú dagur fer at halla og tað mót kvøldi ber takkarkvøðu góða mamma vit tær senda her alt tú
sum hevur verið brúkt upp á fullveldisætlanina, hevði verið brúkt til at fingið okkara samfelag vinnuliga útbygt. Enn eru vit eitt samfelag við tí einsamalla beininum at standa á. Vit høvdu so dánt fingið [...] politikkarum nakað at hugsa um, kanska serliga meirilutanum í fíggjarnevndini. So kanska leggjast teir ikki á tilboðið frá framsøgumanni Javnaðarfloksins. Hvat er tað, sum politikkur skal snúgva seg um? Alt eftir [...] fingið annað bein við alingini, men hetta bein er ikki serliga støðufast í løtuni. Og mangt bendur á, at vit aftur eru vorðnir rávøruútflytarar. Men um øll henda hugsandi orkan og ikki at tala um allar hesar
hevði verið á Húsum og havt konfirmatión. Vanligt er á Húsum, at konfirmantarnir fara til altars dagin eftir konfirmatiónina, og so plagar prestur onkuntíð at yvirnátta har. Men av tí at hetta var á føðingardegnum [...] gevur mær náði til at virka her á staðnum, vil eg verða trúgvur móti honum og kalli hansara, sigur hann. Og tað sama segði hann í eini persónligari heilsan og áheitan á kirkjuliðið áðrenn prædikuna í [...] aði skuldi tala. Aftur noyddist hann at avsanna hesa søguna, og síðani fór hann upp á talarastólin. Og sum skilst á Hans Eileri, so eru tað mong fólk, sum halda, at hann og kona hansara skulu skiljast
aftur til dagarnar eftir seinna heimsbardaga á einum bóndagarði á Eyðafjørðinum á Norðurlandinum í Íslandi, tætt við Akureyri. Arne arbeiddi eitt skifti á hesum garði og hann stóð ikki aftanfyri tey ungu [...] evangelisturin legði hondina á meg, men eg fekk megi. Eg kundi reisa meg, eg kundi ganga sjálvur. Og tað havi eg ikki kunnað gjørt í longri tíð. Hetta er fantastiskt at blíva vælsignaður á hendan hátt, sigur hann [...] -Møtið bleiv so drúgvt, og eg mátti kasta mær á vatninum. Men eg var komin fyri at blíva grøddur og hevði ongar ætlanir um at fara av møtinum. Tá eg var liðugur á vesinum, kom eg inn aftur við fullari vissu
norður á Hotel Norð á Viðareiði at ogna sær eina røð av málningum eftir Arnhold. Hann hevur eisini fingið eitt syndaliga lítið pláss í bókini hjá Bárði Jákupsson um føroyska list, tvær smáar myndir á eini [...] tú gert, málar Kristus á krossinum. Syndaregistarið, tað hevur man. Men tað er fyribeint. Tá ið tú sært djevlar, so skalt tú seta títt álit á Gud. Hann er yvir tí ónda. Eg komi á møti í brøðrasamkomuni [...] fingið meiri pláss í bókini hjá Bárði enn Arnhold, og heilt erliga, eingin av teimum kemur upp á knøini á Arnholdi. Málningar hansara eru broyttir nakað tey seinnu árini. Teir eru blivnir meira mildir
spældir av orkestrinum, tá farið verður í skrúðgongu oman á Vaglið á Ólavsøku. Endamálið við horntónleikinum er at veita áhoyrarunum eina heilsan - at Gud elskar teg, og frelsa er at finna gjøgnum Jesu blóð [...] horntónleikur hoyrdis fyrstu ferð í Frelsunarherinum í 1925, tá Viggo Lydholm, loytnantur var á vitjan og spældi kornet á møtunum. Í 1928 var kommandant Rasmine Nielsen úr Danmark sett sum leiðari og heldur óvanligt [...] Klaksvík, Fuglafirði og á Tvøroyri. Ein heldur skemtilig hending var í sambandi við konsertina í Klaksvík, tí júst sum konsertin var byrjað, hoyrdist "grindaboð", og allir áhoyrar-arnir lupu á dyr. Eftir hetta