##med2## ÍF mátti enn eina ferð leggja rygg til eitt tap móti Víkingi, men hesaferð aftaná eitt heiðurligt avrik á heimavølli í Fløtugerði. Men teir í Fuglafirði munnu iðra seg, tí klokkan vísti 89 minuttir [...] Turi skoraði sigursmálið. ÍF-Víkingur 0-1 (0-0) 0-1 David Geza Turi (89.) Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 1) Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Ólavur Larsen siga frá [...] samrøðuna Rúni gjørdi við sigursmálskjúttan, David Geza Turi, ið loksins aftaná 87 dystir skoraði eitt mál fyri Víking. 4) Hoyr samrøðuna Rúni gjørdi við høvuðsvenjaran hjá ÍF, Aleksandar Jovevic. - Liðfelagarnir
Hetta er eitt risafet ta røttu leiðina fyri føroyskari filmsvinnu og eitt týðandi stig fyri eitt nýtt vinnubein í Føroyum, og stórt rós til landsstýrismannin fyri at bera so í bandi, at hetta er blivið [...] fólk, ið vóru til sýningina av “Gunnar Havreka” blivu illa fyri og onkur svímaði, tá ið marmennilin kom úr havninum og tók í bátin við Gunnari og manning hansara. Eins og tað var skelkandi fyri áskoðarafjøldina [...] saman við ferðavinnuni kann gerast eitt rættiliga stórt íkast fyri føroyska búskapin er lítið at ivast í. Fólk tyskja í dag til Kallin fyri at síggja gravarsteinin hjá James Bond og nú hevur Peter Pan eisini
seinna er eitt savn av morgunlestrum til hvønn dag í árinum, ið hava verið lisnir í Útvarpi Føroya. Axel Tórgarð var eisini ein av høvðuspersónunum at leggja sálmabókina til rættis, ið kom út í 1990, Sálmabók [...] lagt merki til, tá ið eg havi lisið nakrar av tekstunum í bókunum og sálmunum hjá Axeli Tórgarð. Eg hugsi um sambandið millum tað kristiliga ella andliga og tað dagliga – hetta, at duga at taka til í álvara [...] ikki! Ikki kunnu vit siga, at vit ikki skiltu Axel Tórgarð – í prædiku, skrift og talu. Væl lá fyri at taka til, sum t.d. í einum lestri, har hann sigur, “at lívið hjá teimum trúgvandi er bíblian hjá teimum
kravi um, at Netanyahy sleppur umstríddu lógini. Sambært mótmælisfólkunum fer hon at broyta Ísrael til eitt einaræði. Hon fer at skerja heimildir hjá hægstarætti og gera tað gjørligt við einum simplum meiriluta [...] ógilda avgerðir. Gallant var fyrr í vikuni á fundi við Netanyahy, har hann royndi at sannføra hann til at sleppa nýskipanini við dómstólunum. Í gjár valdi Gallant alment at finnast at nýskipanarætlanunum [...] vónbroti og ótta eru so stórar sum ongantíð, segði Gallant í gjár. Hann tosaði um hermenn, sum ikki møta til tænastu sum mótmæli ímóti nýskipanarætlanunum hjá stjórnini. Tað er tekin um, at eisini trygdin hjá
Nú verður fíggjarlógin fyri 2023 skjótt endaliga samtykt, og til ein komandi Vestmannatunnil er 1 millión sett av. Hendan milliónin skal nýtast til at gera jarðfrøðisligu kanningarnar endaliga lidnar. [...] nú líka minnast til, tað eru vestmenningar sum vilja hava nýggja farleið úr bygdini, og ikki kvívíkingar. Tað er bert ein minimalur partur av vestmenningum sum ynskja linjuføringina til Kvívíkar. Vestmenningar [...] Vestmenningar vilja hava ein tunnil, sum er úr Vestmanna og til rundkoyringina í Leynum. Við hesari loysn er farleiðin til og úr Vestmanna tryggjað fleiri ættarlið fram í tíðina. Vónandi verður lurta eftir
Málstrevið hesi seinastu 100 til 150 árini hevur verið strævið, tí summir føroyingar vóru ímóti sínum egna máli!?! Tíbetur vunnu móðurmálsvinirnir stríðið, og móðurmálið kom til heiðurs og æru. Sambandsflokkurin [...] fór í annað ljós. Á móðurmálsdegnum man vera hóskandi at minnast hann við takksemi fyri tað stórverk, hann avrikaði fyri móðurmál okkara. Jóhan Hendrik, málprofessarin, málfrøðingurin, orðasavnarin, orðasmiðurin [...] (Javnaðarflokkurin var onkuntíð eisini í so sambandskur, tá talan var um at verja borg). Danir vóru til reiðar at geva móðurmálinum betri sømdir, men sambandski meirilutin á løgtingi var ímóti!?! Huff, huff
fáa ákoyringar fyri snyrilin í Grønlandi á eini ST ráðstevnu. Á ráðstevnuni eru harðar atfinningar at familjuplanlegging í fyrrverandi hjálondum sum til dømis Grønlandi, og ST mælir til, at øll skulu hava [...] Hóast danir minnast seksti- og sjeytárini fyri eitt nú hippierørsluna, bilfríar sunnudagar og fyrsta fólk á mánanum, so minnast nógv í Grønlandi árini fyri nakað heilt annað. Í hesum tíðarskeiði vórðu [...] grønlendskar kvinnur og gentur niður í 13 ára aldur. Tað vóru danskir myndugleikar, sum skipaðu fyri hesum tiltaki fyri at avmarka skjóta fólkavøksturin í Grønlandi. Hjá nógvum kvinnum varð hetta gjørd uttan samtykki
vóru orð míni. Eisini segði eg – bæði í míni samanumtøku á ráðstevnuni og í Degi og Viku – at fleiri av framløgufólkunum á ráðstevnuni vístu á týdningin av, hvussu skipanin til at uppkrevja til felagskassan [...] skipan, sum elvir til óneyðuga stóran ótryggleika og óvissu um avgjaldið fyri báðar partar. Ultveit-Moe mælti Landsstýrinum heldur til at brúka færri mørk og áleggja ein hægri sats fyri at fáa somu inntøku [...] ófantaliga persónsálopinum hjá Hans Jacob Thomsen, løgtingslimi fyri Javnaðarflokkin. Men tá Hans Jákup endar lesarabrævið við at sáa iva um míni motivir og seta spurning við trúvirðið hjá Búskaparráðnum, kenni
Fiskaaling fyri stóru ráðstevnuna um Sealice. Heiðurin fyri Ársins Ambassadørátak fekk Marnar Fríðheim Kristiansen fyri ANCR Symposium, sum snýr seg um Krabbameinsskráir. Ársins serligi heiður fór til Eydnudeildina [...] num. Marnar var skjótur at koyra hondina upp, tá hann fekk møguleika fyri tí, og fekk ANCR symposiið til Føroya. Hann skipaði fyri eini spennandi ráðstevnu við einum góðum og djørvum sosialum programmi [...] og fingu galladøgurðan úti í Nólsoy. Serligur heiður: Eydnudeildin fyri Eydnu Cup 2022 Grundgeving frá Dómsnevndini: Serligi heiðurin verður í ár givin fyri eitt tiltak, sum á serligan hátt er fevnandi
landsliðsfótbólt og arbeiði í feløgunum røtt fyri júst hana. – Eg gleði meg nógv til at sleppa til arbeiðis við landsliðnum, har vit nú eisini kunnu gleða okkum til Nations League kappingina við góðum dystum [...] stóran part av míni arbeiðstíð uppá at vera tøk hjá feløgunum til ráðgeving og vitjanir, har vit saman skulu menna lokalu venjingarumhvørvini, og tann partin gleði eg meg eisini sera nógv til. Tað er eisini [...] an. Sjálv greiðir Signe Pries Andersen frá, at hon gleðir seg sera nógv til nýggju avbjóðingarnar. – Eg eri ómetaliga spent til at byrja í starvinum. Eg havi fingið eina góða mynd av føroyskum fótbólti