seksæringurin í Havn úti í Nólsoyarfirði og tók ímóti tvøramonnunum. Hesir báðir eru í løtuni størstu árabátar í føroyska flotanum. Vit hava frætt, at kappsiglingin hjá Lions verður í ár sunnudagin 24 [...] Næstformaður Jógvan Mørkøre í Hósvík tlf. 22148, tiltakslimur Kristian Hansen í Hósvík. Kassameistari Óli Mikkelsen í Havn tlf. 14080, tiltakslimur Jóan Jacob Andreassen í Kollafirði tlf. 21633. Hjalmar [...] kappsiglingar í summar. Tann fyrsta verður á Sundalagsstevnuni í Kollafirði sunnudagin 15. juni. Onnur verður á Skálafjarðarstevnuni í Runavík sunnudagin 22. juni, og møguliga verður ein kappsigling í Havn stutt
portugisari, ameikanari osfr. Ótryggleikin í málnýtsluni, hvaðan hann so stavar, vísir seg júst í, at summi royna at bjarga sær við at siga russari í eintali og russar í fleirtali. Einki er meira skeivt enn [...] inn, at ein sum býr í Europa, skal eita ein europei, og ein sum býr í Australia ein australii, kann bert bera boð um eina avskeplaða og rangvørga málkenslu. Hvørt óspilt mansbarn í Føroyum veit, at tað [...] er hurlivasin endaður í eini nýggjari bending, sum ikki er til á føroyskum. Tú hoyrir enntá óbundið russar og bundið russararnir (frb./russarinir/ - /russanir/, ið skuldi verið í samsvari við fleirtal
stevnuni í Malmö. Hon tosaði um »Good News« og »Bad News«. Tey góðu tíðindini vóru, at tað nú gongur betur í Suðurafrika og m. a. at flokkurin stóð seg sera væl í veljarakanningunum og liggur í løtuni [...] ein svii hevur sex saman við ein um barni í Thailandi, so skal hann kunna dømast í Svøríki eftir svenskari lóg. Ætlanin er at hendan lógin skal koma í gildi í øllum ES-londum, sigur Jóannes Eidesgaard [...] Eirikur Lindenskov Í seinastu viku var Jóannes Eidesgaard á ráðstevnu hjá evropiska felagsskapinum hjá javnaðar- og sosialistaflokkum. Stevnan varð hildin í Malmö í Svøríki, sum hevur verið háborg svenska
fyrrverandi fíggjarmálráðharri í viðmerking til tað, sum sjónvarpið upplýsti í degi og viku týskvøldið. Tað er púra burtur við, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki skal kenna til samráðingar, sum [...] men tað fer helst ikki at bera til. Men at Anfinn Kallsberg nú ikki skal vita, hvørjar samráðingar um blokstuðulsskipanina fara fram, tað er langt út, og bendir ikki á, at stevið í samgonguni er serliga [...] ein fyrispurningi, hann setti Anfinni Kallsberg herfyri í tinginum júst viðvíkjandi samráðingunum, sum skulu fara fram millum Føroyar og Danmark í heyst. Tá svaraði Anfinn Kallsberg greitt, at hann mælti
Í seinastuni hava nógv spurt, hvussu tað ber til at partar av foreldrum at børnum í einum skúla, hava so ilt við at góðtaka, at ein 1. lærari, sum teimum ikki hóvar, varð settur í starv. Hóast foreldrabólkurin [...] heldur ikki tað hevur eydnast. Nú hevur Lærarafelagið tikið málið upp. Trygvi Samelsen, lærararáðsformaður í Kollafirði, sigur, tá hann verður spurdur um støðuna í skúlanumjúst nú, at tey eru ikki sørt ávirkað [...] Ávirkar tað ikki tykkum, tá fakliga umdømið verður niðurgjørt? - Vit eru ikki varugir við, at okkara børn duga verri enn onnur, sigur Trygvi Samuelsen. Børn í tvístøðu? Spurdur um tað ikki er vágiligt
Á fundinum í Lærarafelagnum var málið um foreldrabólkin, sum er ónøgdur við at Karin Hammer varð settur 1. lærari við skúlan í Kollafirði, viðgjørt. Í bløðunum í gjár var skriv frá foreldrabólkinum, og [...] eigur m.a.a. Landsskúlafyrisitingin at fáa í rættlag. sigur Jenny Lydersen. Sleppa ikki málinum - Merkir tað, at Lærarafelagið ikki ger meir við málið? - Vit hava ikki slept málinum, men tóku á fundinum bert [...] Lærarafelagið ikki leggur seg út í kjakið um skrivið hjá foreldrabólkinum, ið hon skilir sum eftirmetingar og grovar skuldsetingar móti skúlanum og Karin Hammer. - Føroya Lærarafelag veit ikki annnað enn
hevur í hyggju at gera seg inn á feløgini, sum leita eftir olju, eitt nú við at forða teimum í at gera seismiskar kanningar sigur Sue Cooper, at Greenpeace í sínum kampanjum móti oljuleiting fer ikki at siga [...] álvaran í herferðini hjá felagsskapinum. Sosialurin skilur, at fólk í oljuvinnuni taka vaksandi virksemi há Greenpeace á Atlantsmóti í stórum álvara, tí júst hetta økið hevur so stóran týdning í leitingini [...] Greenpeace í Bretlandi hevur tikið Rokkin ella Rock-all. Hetta henda gjáramorg-unin. Ein tyrla setti trý fólk niður á einsamalla klettin í Norðuratlantshavi í einum yvirlivilsishylki. Sue Cooper, pres
Sundalagsstevnan stendur fyri framman. Longu í morgin byrja fyrstu tiltøkini í Kollafirði. Vit sita inni í hugnaligu stovuni hjá Hendrikki og Vilhelminu Joensen á Mørk í Kollafirði. Vit hava leitað Hendrik upp [...] ógiftur. Í mong harrans ár sigldi og ferðaðist hann úti í tí stóru verð. Í tjúgu ár hoyrdi ongin frá honum, og fólk hildu hann vera deyðan. Tí varð hann uppkallaður. Men brádliga stóð Martinus aftur í túninum [...] túninum í Kollafirði. Og søgurnar trutu ikki. Skipari uttan pappírir Martinus við Ósábakka doyði sum gamal maður í 1940. Men Hendrik Joensen minnist hann væl. Sum smádrongur var hann mangan inni á gólvinum
Á eykaaðalfundi í vikuni varð samtykt at fáa borið so í bandi, at kallað verður inn til eykaaðalfund í Føroya Handverkarafelag, við tí dagsskrá at fáa ógildað seinasta ársaðalfund Føroya Handverkarafelags [...] og at reglugerð verður gjørd, soleiðis at hvørt lokalfelag í F.H.F. fær fult innanhýsis frælsi. Um hetta ikki verður eftirlíkað, er nevndini í H.H. heimilað at taka støðu til framhaldandi samstarv við F [...] neyðugt at uppsiga limaskap Havnar Handverkarafelags í Føroya Handverkarafelag. Kaj Niclasen og Hendrik Olsen vórðu valdir til nýggjar nevndarlimir í Havnar Handverkarafelag. Herluf Jacobsen heldur fram
Havi nú í eina tíð búð í Grønlandi og havi har brúkt Internet áðrenn eg kom aftur til Føroya. Nú havi eg roynt hesa tænastu í Føroyum og hon er einki annað enn út av lagi vánalig. Ein hoyrir ikki nakað um [...] samanbera við og kunnu tí ikki gera vart við støðuna. Um kvøldið er næstan ikki hugsingur um at koma ígjøgnum, tá ringt verður upp til skipanina. Hetta hendi seg næstan ikki í Grønlandi. Nógv lættari skuldi [...] skuldi verið at fingið hetta at virkað í einum lítlum landi sum Føroyum og tí kann hetta ikki góðtakast. Eg ætli mær ikki at fara longur við hesi skipan og fari at bíða til verandi internet umboð ella onkur