andaligum arbeiði í nøkur ár, so er tað ikki vist, at tað er so einfalt og lætt av teirri orsøk. Hon ivast ikki eina løtu í, at tað er sera gott at vera ein trúgvandi. Men tað er ikki altíð so lætt, kortini [...] altíð, hví eg ikki geri tað sama sum tey: At eg ikki gangi í býnum og ikki drekki og annað. Tí er tað so gott at koma á slíkar legur, har ein kann verða andaliga uppbygd og vera saman við øðrum trúgvandi [...] stendur hin 17 ára gamla Annika og syngur. Tað er skjótt at síggja, at hetta er nakað henni dámar sera væl. Tað er tí ikki uttan bivan at hon verður tikin til síðis eina løtu fyri at fáa eitt prát við umboðið
Allar deildirnar eru afturlætnar, og nú óttast fólk fyri at lokala posthúsið verður tað næsta ella kanska tað seinasta. Soleiðis sum fólkið skilir støðuna, er ætlanin, at tey í framtíðini ikki skulu hava [...] Sandavágur: Ein unga kvinna er við diskin og heintar ein pakka, sum hon hevur fingið sendandi. Hon er liðug við síni postørindi, og fer út gjøgnum dyrnar. Tað ganga ikki meiri enn tríggir minuttir, nú [...] hava verið og eru enn frammi um, at hetta posthúsið má lúta fyri fíggjarorkuni hjá stovninum. Hetta veit fólkið, men tey ætla sær kortini ikki bara at standa hendur í lumma, meðan hetta fer fram. Tey valdu
bitan í munnin og ger seg til at fara. Nei, nú fari eg. Eg ætlaði ikki at vera so gamal her í dag. Tað er bara so gott at fáa ein passiar við nakrar skilamenn soleiðis av og á. Hann fer yvir til grannaborðið [...] til aðrar tíðir av og á. Fyri hann er Sóljan eitt kærkomið høvi at hitta onnur fólk. Her er gott at vera. Eg hitti altíð onkran at práta við. Og so eru tað eisini bløðini, sum eg kann lesa her, sigur Hjalmar [...] er gott at koma higar fyri at hitta onnur. Her er altíð onkur at práta við. Og er man heldig, so kann man eisini fáa okkurt nýtt mynstur at binda frá hinum, sigur hon. At henni dámar væl at binda, er skjótt
Eg meti, tað fer at kosta minst eina hálva millión fyri øll, so tað er eitt sindur ógvusligt, men eg vóni, vit fara at klára at savna so nógvan pening. Kristina: Hvussu heldur tú, Grønland fer at síggja [...] men tað sær í øllum førum sera vakurt út á myndum, filmum o.t., so eg vænti, tað fer at vera eitt rimmar upplivilsi at fara hagar. Hvat gleðir tú teg mest til? Avgjørt at royna hundasleðurnar, tað tykist [...] sjálvandi mest til at koma aftur til Grønlands og síggja, hvussu alt sær út nú. Eisini vænti eg, tað verður spennandi at møta børnunum á barnaheiminum, ið kanska ikki hava tað eins gott og vit. Men kanska
sannførdan, um at ætlanin fer at loysa seg í longra lagi. Hetta fer at bera til. Nú hava vit sett pengar til í fimm ár, men tað fer at venda, so at vit frameftir koma at vinna pengar. Tú kanst siga, at um vit [...] projektið, og tað hevur ikki bara verið lætt. Men eg havi altíð trúð upp á, at tað loysir seg at fiska og framleiða svartkjaft til matna, og nú kenni meg fullvísan í, at hetta fer eisini at bera til í [...] men eg eri sannførdur um, at vit koma at heysta tað, sum vit hava sátt. Sinnaður at satsa Kjell Inge Røkke hevur í síni tíð sum vinnulívsmaður mangan víst treiskni, og tað hevur hann eisini víst í føroyska
løgunum, Tað gjørdu teir so sannførandi, at Jesper úr D.A.D, ið var á staðnum, seinni segði, at 200 so avgjørt hevði uppiborið heiðurin og Planetina. Og sjálvandi fegnast Uni, Niels og Mikal. Fólk hava [...] hálvgum skemtandi, men hann fegnast sjálvandi um hetta. Mikael og manningin í 200 halda, at Planet Galla tiltakið eigur at endurtakst. Tað skal vera líka stuttligt næstu ferð, men betri fyriskipað. 200 gjørdist [...] Tað var 200, sum gjørdist ársins bólkur við stóra Planet Galla tiltakið farna vikuskiftið. Og teir gjørdust fegnir, men bilsnir. Sjálvandi góvu teir eina ljóðroynd og spældu nøkur av kendu og villu løgunum
ári, og teir nýggju og ungu spælararnir hava brúk fyri eitt sindur av tíð fyri at koma inn á liðið. Vit hava mist ov nógv í landskappingini, men tað var gott at vinna steypakappingina. Nú ætla vit at stíla [...] persónliga væntað, at vit fóru at vinna finaluna, og tað kláraðu vit eisini. Vit vóru betra liðið, sigur Maja Popovic, sum er týðandi spælari hjá TB. Hon er annar av útlendsku spælarunum, og saman við Gudrid [...] ÍF fyri tað mesta spældi upp á tveir spælarar, sigur Maja Popovic. Brúka tíð TB byrjaði kappingina í ár illa, men seinastu vikurnar hevur tað gingið munandi betri hjá liðnum. Tað vísir seg, at vit mugu
umstøðum er tað ein stórur fyrimunur fyri ein bý sum Klaksvík, at fólkið stendur saman um skipini og fyritøkurnar í lokalsamfelagnum, segði Steinbjørn O. Jacobsen. Kunnu læra av Svøríki Eitt gott dømi um hetta [...] lokalar kreftir tóku seg saman og keyptu skipini og fyritøkurnar, sum vóru farnar av knóranum. Steinbjørn O. Jacobsen fegnaðist um vitjanina hjá Gøran Persson og segði seg vóna, at ein slík vitjan vildi skapa [...] millum Føroyar og Svøríki. Vit hava nógv at læra av Svøríki. Tit hava sum størsta land í Norðurlondum gingið undan í nógvum førum og víst vegin fyri nýggjum menningarmøguleikum. Vit vóna, at tit eisini kunnu
vit brendu alt ov nógv, og tað kostar. Bæði verjan og málverjar hjá okkum stóðu seg væl, men í hinum endanum var tað ikki nóg gott. Bert at skora seks mál í fyrra hálvleiki, tað er ov lítið, segði Levi [...] okkum væl, og verjuuppstillingin hjá teimum tók pippið frá okkum. Men vit eiga at fáa spælið hjá okkum at koyra, hóast mótstøðuverjan er offensiv, segði H71-málverjin. Hann helt tó eisini, at starvsfelagin [...] ótrúliga góðan dyst, og tá ið hann er í rætta lagnum, er hann næstan ómøguligur at fáa bóltin framvið, og hann hevði stóran týdning fyri sigurin hjá VÍF í dag, segði Levi Nybo at enda.
vera við. Tað geri eg eisini, men eg veit, at kappingin er sera hørð um at sleppa við, sigur Pauli G. Hansen. Fyri meg snýr tað seg fyrst og fremst um at spæla væl fyri Skála, og so fáa vit at síggja, hvat [...] G. Hansen. Tað nýtist ikki at vera ein vansi fyri liðið, at fólk nú vænta sær nógv av Skála. Um spælararnir duga at seta seg upp, heldur enn at gerast bangnir fyri uppgávuni, so verður tað eingin trupulleiki [...] eftir hann, og eg havi gott mót um, at teir spælararnir, sum eru komnir afturat, fara at styrkja liðið hjá okkum, sigur Pauli G. Hansen. Hann roknar ikki við, at hansara uppgáva á liðnum fer at broytast stórvegis