álopinum hjá HB, var fyrstur á flata innlegginum frá væl spælandi Eyðuni Højgaard, og við hælinum stýrdi hann bóltinum í kassan. Fyri FS Vágar, sum bara hevði havt ein møguleika í 1. hálvleiki, var tað vátur [...] vátur vøttur, at heimaliðið økti, tá seinna umfarið var fimm minuttir gamalt. Miðvallarin Pætur Dahl, sum HB heilt víst fer at fáa nógv burturúr komandi árini, var við fremru stong fyrstur á innlegginum, sum
nakað yvir klokkan átta, tá boðið varð til borðs. Snøggur matarseðil var gjørdur til høvið, og segði hann frá einari trýbýttari matskrá við ?undansmakki?, ?høvuðsrætti? og ?eftirrætti?. Afturvið hugnaligum [...] fínu klæðningum. Teir høvdu allir eina reyða rósu í part, og onkur drongur var so nasadjarvur, at hann leyp niður av pallinum, gekk ímóti einari tilvildarligari gentu og gav henni rósuna. Tað sást skilliga [...] ársins kallur skuldi eisini kjósast: Triðbestur gjørdist Pauli Højgaard av Skála. Nummar tvey varð Andreas Vilhelmsen av Argjum, meðan ársins føroyski kallur í 1999 varð tann 19 ára gamli havnadrongurin Rúni
kappingini legði hann seg á odda, og har helt hann seg restina av kappingini. Hann økti og økti, og tað vóru nógvir metrar millum hann og nummar tvey tá tey seks umførini vóru súkklað. Jú, hann endurtók bragdið [...] n fekk hann harða kapping frá unga telvaranum Olaf Berg, ið rættiliga setti Beinir skák mát. Men kappingin millum teir var hørð, og tað kom ikki upp á tal, at Beinir gav skarvin yvir, nei hann kappaðist [...] Gunnar Dahl-Olsen Hetta er fjórða árið á rað, at Balslev og súkklarar úr Tórshavnar Súkklufelag skipa fyri súkklukappingini ?Balslev Runt?. Undirtøkan hevur verið stak góð øll árini, og soleiðis var eisini
høgætt. Hans Jákup á Brekkumørk var álitismaður hjá bretska hervaldinum og hevði bundið seg til at boða Skansanum frá, tá ið hann helt seg hava rakt við eitt skip, sum hevði løgnan atburð. Hann ringdi til [...] tilburðin. Hann skrivaði í Norðlýsinum í 1952 soleiðis: »Sunnudagur kom. Vindurin var minkaður. Hann var útnyrðingur við hvøssum, tjúkkum heglingsælingi og ógvuliga kaldur. Ta ringastu øðina hevði hann tikið [...] hálvdi hann runt, og tá ið avfjarðaði, var eingin maður at síggja. Eina løtu seinni kom ein maður upp hinumegin við Høgklett, men tað sást, at hann var deyður. Tá ið teir komu í urðina, mistu teir hann burtur
komandi oljuleiting við Føroyar, men hann ger greitt, at endamál teirra er at vera við í offshorevinnuni ymsa staðni í heiminum. Eins og bróðurin Hans Andreas sær hann tó stórar møguleikar hjá reiðaríinum [...] off-shorevinnuna sigur Hans Andreas Joensen. Eitt reiðarí, sum bæði virkar innan fiskivinnu og innan frálandavinnu er kanska ein tann besta loysnin í framtíðini her um leiðir. Hann heldur eisini, at tað [...] eigur felagið 5 skip. Tað eru fiskiskip og hjálpar- og vaktarskip hjá seismikkskipum. Brøðurnir Hans Andreas og Gunnbjørn Joensen hava báðir drúgvar royndir á sjónum sum ávikavist skipari og maskinmaður
Rógvi hevur altíð verið væl við einkultstartin, og hesaferð var hann tríggjar minuttir betri enn næsti maðurin í røðini, sum var Gunnar Dahl-Olsen. Sverri Mohr Edvinsson var nummar 3, og hin ?danski? sú [...] og 3 vóru teir somu sum í einkultstartinum, meðan Bogi Kristiansen hesaferð noyddist at gevast, tí hann punkteraði.
Sand, sum fekk fatur á honum. Hann royndi seg við skoti sum málmaðurin vardi fyri. Bólturin var kortini so uttarlagað, at hann fekk ikki hildið honum, og tá var Jon Dahl Thomason yvir honum sum eitt ljón [...] Ciriaco Sforza einsamallur ígjøgnum. Eingin dani fór eftir honum og brádliga stóð hann púra leysur við Schmeichel. Hann smekkaði til, men lukkutíð fyri danir tók bólturin undirkantin á yvirliggjaranum og [...] komu inn í móti brotsteignum steðgaði spælið upp. Sveitsiska verjan hevði gott tak á Ebbe Sand og Jon Dahl Thomason, sum ikki høvdu ein veruligan møguleika í fyrra hálvleiki. Harafturímóti var tað um reppið
hálvleik legði Pætur Dahl HB fram um, tá hann rann ein langan bólt frá Jóannes Jakobsen upp og skoraði. Síðani var tað Súni Fríði Johannesen, sum slapp fram at. Fyrst snýtti hann rangstøðufelluna hjá KÍ [...] ein knapt korter, tá Pætur Dahl skoraði. Súni Fríði Johannesen (hevur verið plágaðu av skaða, og fær tí dystarvenjing i lægru deildunum) spældi út frá, og so sendi Pætur Dahl í netið. Toppskjúttin hjá KÍ [...] høvdu blokerað, fekk Helmar at enda skot á og so stóð 1-1. Eyðun Højgaard legði HB fram um aftur, tá hann eftir gott bandaspæl gjørdist leysur, og so var Meinhardt Joensen í KÍ-málinum prísgivin. Helmar Lassen
væl, sigur Andrea Heindriksdóttir. Á konsertini verða bæði eldri kend og nýggjari minni kend løg eftir Hanus Johansen spæld. Nøkur teirra eru løg til yrkingar eftir Pól F., eitt nú hevur hann gjørt nýtt [...] at bera yrkingarnar hjá Pól F., skaldinum úr Sumba, fram enn júst Hanus Johansen, fólkatónleikari. Hann hevur gjørt hópin av løgum til mongu yrkingarnar hjá Pól F., og fyri umleið tíggju árum síðani kom [...] hesa verkætlanina uppá tal. Vit hava altíð verið rættiliga hugtikin av Hanusi og hansara framførslum. Hann hevur gjørt nógv ógvuliga góð løg. - Aldubáran spælir vanliga klassiskan tónleik, bæði gamlan og nýggjan
Malan og Dánjal Tauser, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaið 3350 gr. 7. september fingu Ena og Magnus Pauli Dahl-Olsen, Saksun, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3250 gr. 7. september [...] og Dan Eliasen, Fuglafjørður, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4810 gr. 5. september fingu Miriam Mikkelsen og Jens Petur Bærentsen, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3500 gr. [...] 28. august fingu Jennie og Kári Debes, Froðba, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 4150 gr. 31. august fingu Helen Waag, Klaksvík og Alén Viderø, Viðareiði, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði