hvør hann var. Tað var ófriður uttan fyri eitt skeinkistað í Havn, men tá ið løgreglan kom á staðið og vildi hava greiði á, hvør var uppi í, noktaði tann ein maðurin at siga, hvør hann var. Tað hava fólk [...] Sum heild var rættiliga friðarligt í nátt, sigur løgreglan. Men tíðliga í morgun varð ringt til løgregluna at boða frá herverki. Løgreglan sigur, at talan var um ein mann og eina kvinnu í einum parlagi [...] parlagi, sum vóru komin til ilnar, og endin var, at maðurin breyt ymsar persónligar lutir hjá kvinnuni. Maðurin varð meldaður og nú er hann skuldsettur fyri herverk. Í nátt hevði løgreglan eisini eitt tiltak
hjá honum var 6. september í 2019, tá ið Wales vann 2-1 í EM undankappingardysti á heimavølli 2-1 ímóti Aserbadjan. Tá hevði hann gula kortið fimm ferðir á lofti. Næsti dysturin hjá honum var 17. november [...] november í 2019, tá ið talan var um vinardyst millum Litava og Ný Sæland. Litava vann 1-0, og gula kortið var tríggjar ferðir á lofti. Tveir dagar seinni dømdi Trustin Farrugia Cann í vinardysti millum Montenegro [...] Heimaliðið vann 2-0, og gula kortið var tríggjar ferðir á lofti. Í fjør dømdi hann tveir dystir. 26. februar vann Hvítarussland 1-0 á útivølli ímóti Bulgaria í vinardysti. Tá var kortið ongantíð tikið úr lummanum
stig frammanfyri B68. Talan var um fína uppgerð og í longum løtum gott fótbóltsspæl. Í fyrra hálvleiki var NSÍ meiri á bóltinum, og heimaverjan var væl skipað. Eftir steðgin var spælbýtið rættiliga javnt [...] Víkingur vann hornasparkið, sum bar sigursmálið við sær, var tað vandamikið í hinum endanum. Steffan Løkin spældi innskifta Christian Høgna Jacobsen, sum var í góðari støðu, men hann fekk ikki rættiliga tak á [...] Tað var sera javnt og harvið spennandi, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi seint seinnapartin í Leirvík høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. Heimaliðið vann 1-0. Málið varð skorað í tíðini, sum dómarin
hýsuprísurin. Soleiðis var eisini, tá Fiskamarknaður Føroya í morgun seldi stívliga 96,4 tons á uppboðssølu. Meginparturin av fiskinum, sum varð seldur á marknaðinum í morgun, var toskur, mest av toski [...] toskaprísur var fyri tosk 1, sum fekk 23,88 krónur í miðal fyri kilo. Nøgdirnar av toski 2 og toski 3 vóru á leið tær somu - ella 18,7 tons av toski 2 og 19,1 tons av toski 1. Miðalprísurin fyri tosk 2 var 23,37 [...] 37 - og miðalprísurin fyri tosk 3 var 20,78. Eini 16 tons vóru av hýsu, og her lá miðalprísurin millum 11,75 og 12,98 krónur fyri kilo, og tað var hin størsta hýsan - hýsa 1 - sum fekk besta miðalprísin
verið betri, enn tað var, tá ið teir báðir vóru á toppinum og saman við Fróða Benjaminsen myndaðu sentrala miðvøllin. Í fjør var Brandur Hendriksson Olsen ikki á landsliðnum, tí hann var skaddur, og leikluturin [...] leikluturin hjá Halli Hansson var ikki tann sami, sum hann hevði verið frammanundan. Tað komst av, at eisini Hallur var skaðaplágaður. Í fyrstu umførunum síðani vetrarsteðgin hevur Hallur átt stóran leiklut [...] seinna hálvleiki, og lítla løtu seinni hevði hann góða roynd ímóti málinum. Tá var støðan 1-1, og dysturin endaði 1-1. Brandur var als ikki í hópinum hjá Randers FC, tí hann er skaddur, veit heimasíðan hjá
ið var steðgaður upp út fyri Mjóvanes aftur til Argir, tá báturin var á veg heim frá havhestaveiðu, og leygardagin vóru aftur boð eftir bjargingarbátinum. Tá var tað ein bátur, ið somuleiðis var á ha [...] havhestaveiðu, ið var steðgaður upp út fyri Æðuvík. Hjálpin var skjót á staðnum. Í samband við venjing var Rescue Lív longu í Nólsoyarfirði og var hjá uppsteðgaða bátinum innan 15 minuttir eftir fráboðanina
farnu viku var Sigrun Jóhansdóttir Bisp til sokallaðu 3 mánaðar kanningina. Kanningin staðfesti, at alt var sum tað skuldi. - M.a. var eg til bronkuskopi, fyri av kanna um nøkur avstoyting var av lungunum [...] lungunum, og tað var tað ikki. Tað var triðja slíka kanning, ið eg havi verið til, ið hevur víst, at likamið tekur móti nýggju lungunum, sigur Sigrun Jóhansdóttir Bisp. [...] - Eg havi havt tað sera gott síðani skurðviðgerðina. Sum væntað, so var tann fyrsti mánaðurin strævin við nøkrum niðurtúrum. M.a. fekk eg vætu á høgra lunga tvær ferðir og eisini tvey ógvuslig krampaherðindi
Av útisetunum hetta vikuskiftið var tað bert Kaj Leo í Bartalsstovu, av teimum sum spældu, sum fóru av vøllinum við einum sigri. Kaj Leo í Bartalsstovu var við frá byrjan fyri ÍBV, sum vann 1-0 á útivølli [...] feløg. Jóan Símun Edmundsson var fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið millum teir fyrstu ellivu hjá OB, sum á heimavølli tapti 2-0 móti FC Midtjylland. Eisini Viljormur Davidsen var millum teir fyrstu ellivu [...] 2-2 javnleiki. Í Noregi var Gilli Rólantsson Sørensen ikki við í hópinum hjá Brann í dag, sum vann 4-2 á útivølli móti Viking. Gilli Rólantsson Sørensen sat uttanfyri tí at Gilli var sjúkur, og at læknin
fólkatalið í Norðoyggjum uppum fýra túsund. Í 1960 var fólkatalið í Norðoyggjum farið uppum fimm túsund. Hægsta fólkatalið nakrantíð í Norðoyggjum var í 1990. Tá var búskapurin glóðheitur, og tá búðu tað 6150 [...] fólk í Norðoyggjum. Fram til 1993 var fólkatalið omanfyri seks túsund. So sást tað aftur í fólkatalinum, at samfelagið var í svárari búskaparligari kreppu. Í 1997 var fólkatalið í Norðoyggjum komið niður [...] niður á 5600. Tá tók tað aftur at vaksa. Í 2004 var tað aftur omanfyri seks túsund – 6006 – í 2011 var tað lækkað til 5807, og nú er tað altso aftur omanfyri seks túsund ella neyvt 6056. Fólkatalið í Norðoyggjum
Millum áskoðararnar var ferðalag úr Gøtu, sum í gjáramorgunin fór í Vestmannaoyggjarnar at halda vikuskifti. Jónas ꝥór Næs var millum teir fyrstu ellivu og á vøllinum alla tíðina. Lagið var gott í føroysku [...] Tá var støðan 1-0, og ÍBV hevði lítla løtu frammanundan misnýtt brotsspark. Tríggjar minuttir eftir, at hann var skiftur inn, átti Kaj Leo í Bartalsstovu uppleggið til 2-0 málið, og fagnaðurin var øgiligur [...] Í dag varð punktum sett í íslendsku landskappingini. Sæð við føroyskum eygum var stóri spurningurin, um tað fór at eydnast ÍBV við Jónas ꝥór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu á liðnum at tryggja sær plássið