KÍ fekk flúgvandi byrjan í seinasta dystinum í bólkaspælinum í Champions League, sum verður spælt í Makedonia í hesum døgum. KÍ spælir ímóti makedonsku vertunum Tikvesanka í dag, og í fyrra hálvleiki skoraði [...] skoraði KÍ trý mál. Rannvá Andreasen skoraði til 1-0 og 2-0, og Sofía Purkhús økti upp í 3-0. Men í seinna hálvleiki stóð meira á hjá KÍ eina góða løtu. Tikvesanka svaraði aftur við tveimum málum. Men [...] skoraði til 4-2 til KÍ var sigurin tryggjaður. Bæði liðini fingu ein spælara útvístan. Tá 18 minuttir vóru eftir, var ein hjá Tikvesanka útvíst, og 10 minuttir fyri tíð fekk Ása Thomsen hjá KÍ reyða kortið.
Tað skal ganga óhugnaliga illa hjá KÍ, um tær ikki skulu tryggja sær 13. meistaraheitið í ár. KÍ vann í gjár 10-0 á B68/NSÍ, meðan AB óvæntað tapti heili 3-0 fyri HB. KÍ hevur 45 stig á fyrsta plássi fyri [...] kappingini. Tí vinnur B36 tann dystin 3-0. Tað er tí óhugsandi, at B36 megnar at koppa KÍ, áðrenn tey 18 umførini eru avgreidd. KÍ hevur tríggjar dystir eftir og teir eru móti HB, Víkingi og AB, meðan B36 hevur [...] fyri 15 dystir. B36 liggur nummar tvey við 39 stigum fyri 16 dystir. KÍ hevur ein málmun, sum er 54 mál betri enn tann hjá B36. Umframt tað, so er annar av dystinum hjá B36 móti FC Suðuroy, sum hevur tikið