landsins skal tí nýtast til vaktarskip fyri at eygleiða hvat ið útlendsk skip fáast við innan fyri okkara sjómark. Vit hava eisini slík skip, men tey eru ov fá, og játtanin til tey er undir alt lágmark [...] ikki ráð til at gjalda fyri olju. Hetta er ikki tí at vit ikki hava ráð til at gjalda hesar útreiðslur. Okkara dugnaligu vinnulívsmenn hava megnað at fingið okkara framleiðslu at gerast størri fyri hvønn [...] tá havt ráð til olju, men eisini til skip við kanónum sum kundu havt skjótivenjingar eystan fyri Nólsoynna. Nato krevur av sínum limalondum, at tey gjalda 2% av sínari bruttotjóðarúrtøku til verjuna. Velja
dálkandi og dýru olju. Ístaðin fyri, at valevnini hjá Fólkaflokkurin brúka sína orku til at loypa ótta á fólk við at siga hálvar sannleikar um, hvat øll onnur ætla, so eru míni ráð til Fólkaflokkin, at tit heldur [...] Javnaðarflokkurin ætlar at niðurleggja partar av fiskiflotanum fyri at spara olju. Hetta er sjálvandi ikki rætt. Loysnirnar til at leggja um til grønar orkuskipanir á landi eru longu tøkar, bæði hjá vinnuni [...] orkuloysnirnar. Men enn er tøknin til at leggja um hjá skipaflotanum ikki tøk. Tá hon verður tøk, fer Javnaðarflokkurin sjálvandi eisini at eggja skipaflotanum til at leggja um til grønar orkuloysnir, so skipaflotin
fegin vil menna seg fyri einaferð at koma út á arbeiðsmarknaðin aftur, eftir at hava tikið eitt tak fyri samfelagið, tí teirra barn hevur ein serligan tørv, sendaeina umsókn inn til almannaverkið, sum so [...] so sendir víðari til eina nevnd, sum so skal meta um, at gera karmarnar lagaligari fyri at avvarðandi yvirhøvur fær hendan møguleikan. At foreldur søkja um hjálp til at fáa dagligdagin at hanga saman, [...] eg ikki standa tigandi og síggja til. Í stevnuskránni hjá Fólkaflokkinum stendur “vit skulu hava eitt gott og vælvirkandi almannaverk, sum veitir hjálp og vegleiðing til tey, ið hava tørv á tí. Tað at hava
Símun Edmundsson, sum allir fingu eina flotta fótbóltskarrieru seinni. Míni fótbóltsevni vístu seg ikki at røkka nógv longur enn til nakrar fáar minuttir í bestu deildini, men vitanin um heilsu og rørslu [...] okkum sera væl, eru lívæðrin í øllum felagsskapum. Tey taka sjálvboðin tøk fyri okkum øll, og hava uppiborið størstu viðurkenning fyri tað. Ikki bara í ítrótti, men sanniliga eisini í samkomulívi, hjálparf [...] øgiliga savningarmegi og eina serliga optimismu, sum kann vera stórur íblástur fyri okkum øll. Felagsskapir eru góðir. Eisini fyri okkum, sum ikki rukku tindunum, og sum ernast av at síggja fyrrverandi liðfelagar
átøkini, ið skulu til fyri at hjálpa tey harðast raktu. Hendan greinin er stytt og umrøður bara innanhýsis stríðið – restin kann lesast á heimasíðu míni, www.rsm.fo Rasmus S. Mørkøre valevni fyri Sambandsflokkin [...] heim fyri at síggja, hvussu leikur spælir av fyri ikki at drena landskassan í einum stríði, vit ikki kunnu vinna. Her kann eisini nevnast, at vit ikki skulu gera sama feil sum USA at geva ov nógv til ov [...] inflatiónstrygd til fíggjarliga sperdar familjur og hækka studningin munandi til lesandi – og ikki bara geva kjekkar í allar ættir. At útflutningsvinnan setur met júst nú er bara heilt gott fyri Føroya fólk
Millum míni hjartamál eru: - at øll hava rættin til lívið. Lívið byrjar við gitnaði og endar við natúrligum deyða. - at Sjúkrahúsverkið skal fáa fremstu raðfesting. Eg ynski eitt trygt samfelag fyri tey, [...] sum hava brúk fyri hjálp. Tá er tað at gleðast um, at lógarfest viðgerðartrygd til nýggja krabbameinsætlan er eitt ítøkiligt úrslit frá seinasta valskeiði. - at tey, sum starvast innan vælferðartænasturnar
Í hesum filminum lýsi eg nøkur av teimum málum, sum eg ynski at arbeiða fyri. Hava tit spurningar til onnur mál, hvar eg standi politiskt, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg á tlf 228775
brennur fyri teimum ágrýtnu og virkisfúsu, haldi eg, at tað er gott samsvar millum míni hjartamál og tað, sum Sjálvstýri stendur fyri. Til løgtingsvalið í 1998, bleiv heitt á meg um at stilla upp fyri Sjálvstýri [...] Arctic Must! setti, sum leiðari fyri Jobcenter Nuuk, met fyri førleikamenning millum ófaklærda arbeiðsmegi leiðari fyri nýggjari ferðavinnustrategi í Diskobuktini, sum stjóri fyri vinnu- og menning í 2019 Tey [...] við at geva nýggjar møguleikar til borgarar, sum eru komnir illa fyri; eitt nú heimleys menniskju og fólk, ið hava sitið inni fyri eitthvørt ólógligt, sum tey eru dømd fyri at hava gjørt. So um tú vilt hava
barnaansing. Børn og barnafamiljur í Føroyum eru so væl fyri, at íalt hava land og kommunur ráð til at játta tilsamans uml. 1.000 mió (1 mia) krónur árliga til ‘barnavælferð’. Eini 5.000 børn eru í Føroyum millum [...] mammum (og fedrum) til heiður. Hvørt barn á stovni ‘kostar’ okkara kommunum eini 6-8.000 kr. í ansing hvønn mánað. Umframt gjalda flestu foreldur 2-3.000 kr. um mánaðin pr. barn fyri ansing. Óivað kundu [...] Um vald á Løgting fari eg sum borgarlig, sosial og frílynd kvinna at virka fyri, at játtanin til barnaansing (nú kommunal) kann fylgja barninum og ikki stovninum. Løgting og kommunur kundu samráðst um
sum valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið 8. desember undir herrópinum javnrættur, rættvísi, samhaldsfesti og hjálp til tíðina! Eg vil, at vit raðfesta og tryggja grundtænastur til borgaran hægri [...] Td. skula ljóðbøkur verða tøkar til øll. Míni hjartamál eru mong, her eru nøkur: ##med2## Eg havi nógva orku, havi nógv úrslit at vísa á. Eisini brenni eg innarliga fyri málum, sum tykjast smá, men sum [...] gnum eru trygg, búgva væl, ganga í skúla ella hava eitt meiningsfult starv. Hava tíð til okkara kæru og trygd fyri, at heilsu- og almennaverk hjálpa okkum skjótt, um tørvur er á tí. Trivnaður er eisini