skulu hava. Í avtaluni verður heitt á øll lond um at samstarva um at fáa samlaðu veðurlagsfíggingina upp á í minsta lagi 1300 milliardir krónur um árið, og ein ætlan skal gerast fyri at fáa tað at bera [...] veðurlagsstríð teirra. Áðrenn 2035 skal upphæddin hækka til í minsta lagi 300 milliardir dollarar um árið. Tað svarar til 2,1 billiónir krónur - ella 2100 milliardir krónur. Tað varð avgjørt í nátt lokala [...] í Baku í Aserbadjan. Málið kemur í staðin fyri fyrra málið frá 2009 uppá 100 milliardir dollarar um árið. Tað eru tey ríku londini, sum eru ein lítil bólkur í ST-skipanini, eftirsum allýsingin er frá 90-árunum
Avtalan um fiskiveiðisamstarv hevur stóran týdning fyri bæði føroysk og grønlendsk fiskiskip, ið hava góða gagnnýtslu av fiskirættindum í sjóøkinum hjá hvørjum øðrum. Føroysku kvoturnar í grønlendskum [...] svartkalvakvotuni í grønlendskum sjógvi í 2025. Hóast hetta gekk Grønland á møti einum ynski frá Føroyum um at varðveita støðið í føroysku svartkalvakvotuni. Smávegis tillagingar eru gjørdar í kvotunum hjá [...] atlit at, at føroyska sildakvotan er lækkað, umframt at broytingar hava verið í fiskaprísunum seinasta árið. Grønlendska kvotan í føroyskum sjógvi av norðhavssild lækkar við 600 tonsum, ímeðan svartkjaftakvotan
eg eisini, 10 dollarar, 10.000 dollarar og um eina løtu 100.000 dollarar. So er spurningurin, hvat fer at henda nú; um hetta var toppurin á Bitcoin, ella um vit skulu longur upp. Tað eru tey, ið meina [...] Um tú eigur eitt sindur av kryptogjaldoyranum Bitcoin, so fegnast tú allarhelst í morgun – og serliga, um tað er langt síðani, at tú keypti tær Bitcoin. Tí virðið á talgilda gjaldoyranum er nú hækkað til [...] Virðið hevur ongantíð áður verið so høgt. Tað var um 3-tíðina í nátt, at kursurin kom heilt upp á 103.000 dollarar. LES EISINI: Hugin er vónríkur um Bitcoin: – Hetta er enn bara byrjanin Síðan amerikanska
verið útvið tríggjar ferðir størri tvs. 328 kr. um mánaðin fyri at samsvara við prísvøkstrinum í tíðarskeiðnum november 2021 til august 2024. Talan er tí bara um eina partvísa prísstilling í 2025, og har aftrat [...] inngjøldum og útgjøldum úr Samhaldsfasta gevur landskassanum eina inntøku upp á fleiri 100 mió. kr. um árið. Landsfelag Pensjónista heitti tí í brævinum á Stýrið fyri AMEG at endurskoða útgjaldið fyri 2025 [...] komandi árini, tí at talið av pensjónistum økist. Haldføristrupulleikin mál hjá politisku skipanini Um hetta kunnu vit siga, at Samhaldsfasti skal røkjast eftir áseting í kunngerð, sum ikki við einum orði
hildnir í Hesti. Staðbundnu nevndirnar koma á fund við býráðið á Vaglinum í Havn einar fýra ferðir um árið. Men so verða eisini borgarafundir hildnir í bygdunum. Men enn er so ikki greitt, hvør lagnan verður [...] nevnd er vald fyri Hest. – Vit vita ikki reiðiliga, hvussu vit skulu gera við tað, vit hava ikki tosað um tað enn, sigur Jóan Petur Hentze, kommunustjóri í Havn. Hann sigur, at ein møguleiki er, at ein roynd
AB vunnið kappingina um undirskriftina hjá skjóta og dugnaliga vonginum. Bjarki er argjamaður og uppvaksin í AB. Hann fekk sítt gjøgnumbrot á besta liðnum í 2017, tá hann hetta árið gjørdist toppskjútti [...] i í 1. deild við 19 málum. Hetta árið vann AB næstbestu deildina. Evnini vóru eyðsýnd, og frá tí løtu var hann ein profilur á AB-liðnum og eitt kent navn í føroyskum fótbólti. Hann náddi at spæla 122 dystir [...] fyri árstalsfelagið. Í 2023 bleiv hann valdur til ársins spælara í B36. Nú er Bjarki komin heim aftur um ánna, og eins og í 2017, tá hann fekk sítt gjøgnumbrot, er setningurin at vinna AB úr næstbestu deildini
klokkan 8:20 var ráðførsla í uttanlandsnevnd Løgtingsins um fyrispurning frá Dennisi Holm um fiskiveiðuavtaluna við Russland. Nógvur spenningur var um samstarvið við Russland fyri tveimum árum síðani, tá ein [...] – Tað kann taka drúgva tíð, men vit eru komin so langt út á árið, at tað má avgreiðast sum skjótast sigur hann. Spurdur, sum svarið kemur um vikuskiftið, sigur hann, at hann vónar, at svarið er klárt
tørn ímóti náttúruni. Tað sóu vit enn eitt dømi um í gjár. Men landsstýrismaðurin í samferðslumálum er ikki so svartskygdur. Í svari til fyrispurning um tunnil til Vestmanna skrivar Dennis Holm at, ‘Farleiðin [...] Landsverk røkir vetrarhaldið væl. Vegirnir verða saltaðir regluliga, og kavi verður grivin nakrar dagar um árið. Av og á verður rátt frá at koyra vegna veður. Tað kemur fyri, at Vestmannavegurin verður stongdur [...] 1.300 fólk. Dagliga ferðslan á fjallavegnum til og úr Vestmanna var seinast, eg visti, 1.300 bilar um dagin. Hetta er millum strævnastu og longstu farleiðir av øllum á meginøkinum. Hon er eisini tann
stovunum, og tað er altavgerandi, at vit hugsa okkum um og vísa varsemi við trygdini. Bankaránararnir eru fluttir út á netið Í fjør var fyrsta árið, at einki bankarán var í danska ríkinum. Í staðin verða [...] sambært tølum hjá Finans Danmark. Í fjør taldi íløgusnýtið góðar 86 milliónir krónur yvir alt árið, og talan er tí um ein sera álvarsligan vøkstur í ár. Trý góð ráð Øll kunnu vera fyri talgildum sviki, og prísurin [...] Loyniorð eru privat. Hugsa teg um og les gjølla Steðga á, les gjølla og vís varsemi, áðrenn tú trýstir á leinki, og áðrenn tú góðkennir ella rindar fyri eitthvørt. Les meira um átakið á https://www.samleikin
Landsverk røkir vetrarhaldið væl. Vegirnir verða saltaðir regluliga, og kavi verður grivin nakrar dagar um árið. Av og á verður rátt frá at koyra vegna veður. Tað kemur fyri, at Vestmannavegurin verður stongdur [...] Íløguætlanin verður dagførd javnan, og tí ber ikki til at tosa um nakra endaliga raðfesting innan tunnilsgerð. Neyðugt er við breiðum, politiskum semjum um, hvørjar íløgur skulu gerast í infrakervið komandi árini [...] frameftir? Í svarinum sigur landsstýrismaðurin, at landsstýrið enn ikki hevur tikið endaliga støðu til, um ein tunnil yvirhvøur skal gerast til Vestmanna. – Farleiðin til Vestmanna er sum heild góð, men tað