Fyrstu dysturin, sum var vístur beinleiðis í Skandinavia var dysturin millum Wolverhampton og Sunderland. Tøknin sveik ta fyrstu løtuna, og ikki fyrr enn eitt korter var farið, var klárt at senda beinleiðis [...] í 1969, og áðrenn enski fótbólturin kom á breddan var ógvuliga langt ímillum, at fólk sóu ein beinleiðis fótbóltsdyst. Gjøgnum eitt vanligt ár, var tað bara FA Cup finalan, onkrir hendinga landsdystir [...] og nakrir beinleiðis dystir, um eitt HM-endaspæl var á breddanum. Men longu áðrenn, NRK, SVT og DR fóru at senda dystir beinleiðis frá ensku liguni, var áhugin fyri enskum fótbólti stórur. Almennu vedd
har fleiri spælarar lógu í einum trunka. KÍ var framvegis nærri við at økja, enn Víkingur var at koma avgerandi nær einum máli. Hjalgrím var enn eina ferð var spældur leysur av Toda, men Geza bjargaði skotinum [...] undan dystinum í Klaksvík var avlýsingarveður, og serliga í øðrum endanum á vøllinum var nógvur vindur. Men so hvørt sum klokkan gekk, batnaði veðrið, og tá samanum kom, var væl spælandi. Kortini rendi [...] sigurin, ið var fult uppiborin. Ikki minst, tí KÍ sá út til at hava lært nakað av dystinum í Runavík sunnudagin, tá ein 2-0 leiðsla fall og endaði við 2-3 tapi. Sæð yvir allan dystin, var hann ikki serliga
likami. Símin kom til Oyndarfjarðar, tá ið eg var smádrongur og tað var ein stórhending. Tí Símin hevði nakað annað yvir sær enn bygdarmennirnir. Hann var uppvaksin í Klaksvík í einum stórplássi og [...] inni hjá ommu og abba í Hoyriksstovu, og har var eg dagligur gestur. Og hvønn minnist tú best, tá ið tú er smádrongur. Tað eru tey, sum eru gávumild. Símin var gávumildur og pengar lógu ikki serliga fastir [...] hann er deyður. Tí Símin var eitt menniskja, sum innihelt so nógv. Frá skyggjandi bjartskygni til svartasta døpurhuga. Úr svartasta døpurhuga til ovfarakæti. Í góðum lag var einki óført. Og tá lívið
Ellefsen var ríkisgóðkendur grannskoðari og politikari árini 1974 - 1990. Politiska tindin rakk hann, tá ið hann 1981-1985 var løgmaður og stóð á odda fyri borgarligu samgonguni. Pauli Ellefsen var miðvingur [...] Sambandsflokkurin í Suðurstreymi aftur eitt umboð. Men hesa ferð var tað Pauli Ellefsen. Formaðurin var fallin, og hóast Pauli í stíli ikki var heilt soleiðis, sum hinir tingmenninir, sum tá umboðaðu Sa [...] Ellefsen, sum var keypmaður, og Sofía fødd Højgaard og ættað úr Rituvík. Tey fingu átta børn, og Pauli er elstur. Hini systkini eru Petur, Ása, Svend Aage, Jens Eli, Jana, Eydna og Jóna. Pauli var fiskimaður
skótalívið í Føroyum kanska var upp á sítt besta. Og tú merkti, at hetta var nakað, sum Tryggvi var errin av. Fyri SSB var tað ein fongur, at Tryggvi tók upp aftur skótalívið, hann var ein savnandi persónur [...] øll gjørdust góð við. Og gestablíður var hann eisini, tað var mangan, at vit ungu sótu væl heima hjá honum úti á Heygnum Mikla. Nú Tryggvi var vorðin skóti aftur, var hann við í øllum. Umframt at vera við [...] forðarenningar og onnur slík tiltøk, var hann eisini við í fleiri uttanlandsferðum. Hann var á legu í Íslandi, í Suðurslesvíg og ikki minst í sonevnda Vulcan Projektinum, sum var ein krevjandi hikeferð yvir fleiri
niður í 2. deild. Grønland var eins serstøk uppliving Føroyska landsliðið spældi fýra landsdystir við Ole Skoubo sum venjara í 1983. - Tað var ein rættiliga serstøk uppliving. Tað var jú í tíðini áðrenn FI [...] Føroyar endaði 0-0, sum var eitt vónbrot. Føroyska liðið vann 3-2 í seinna dystinum. Talan var um eina minniliga uppliving, men tað gjørdist fyrsta og einasta ferðin, at Skoubo var landsliðsvenjari. Meistari [...] gamla Ole Skoubo á Hvonn í Tórsgøtu í farnu viku. Í 1983 var Ole Skoubo venjari hjá bæði HB og føroyska landsliðnum. Árini frá 1986 til 1989 var Ole Skoubo venjari hjá GÍ. - Eg havi nógv góð minnir úr Føroyum
Men fiskieydnan var ikki til staðar beint tá. Heldur hinvegin. Her var hvørki síl ella laksur á húkinum, men fast stóð í botni. Skjótt var at fáa loyst húkin aftur, og løtu seinni var ein spraklandi maðkur [...] forðing Veðrið var ikki av tí allarbesta henda mikudagin. Í Vestmanna var skýggjað og rættiliga grovir ælingar komu við jøvnum millumbilum inn yvir bygdina. Fyri børnini í dagstovninum Gjáarlon var hetta kanska [...] Hetta var tann stóri útferðardagurin hjá børnunum í stovuni við heitinum “Keldan”. Avtala var gjørd um at tey skuldu møta upp við ovaru byrgingina - á Vatninum, tey kalla - kl. 9:30 henda morgunin. Men
umrøddu rokningar og arbeiði var gjørt. Ein stórur spurningur í málinum var, hví talan var um tríggjar rokningar, og hví hin eina var púra skeivt skrivað í mun til tað arbeiði, ið var útført. Hóast nýggi eigarin [...] Men hetta var ein teknisk detalja, sum grannskoðarafyritøkan mælti til, eftir sum eg eri í familju við nýggja stjóran í fyritøkuni. Tað var lættari at bíða við skiftinum til árið var uppgjørt, var grundgevingin [...] at hon hevði fingið eitt loyniorð, men visti annars ikki, hvat tað var gott fyri. Hon hevði heldur ikki fingið at vita, at loyniorðið var persónligt, men mintist seg ikki at hava givið stovnsleiðaranum tað
vera illur við konuna, sum var farin frá honum, men hann var argur inn á, at hon hevði verið inni í húsunum og tikið ymist við sær. Hon hevði verið har, meðan hann ikki var heima. Maðurin hevði sent heni [...] móti sær, men hon var meira bangin fyri, hvat hann kundi finna uppá at gera móti sær sjálvum. Leygarkvøldið 9. apríl hevði hon verið í Havnar Klubba saman við eini vinkonu. Hann var eisini har, men ey [...] eygnasamband var ongantíð teirra millum, og hon visti ikki, um hann hevði varnast, at hon var har. Hann mintist einki av nøkrum annað enn, at hann hevðí verið í klubbanum. Leygarmorgunin hevði hann veriuð
4.desember í fjør var tann dagurin í árinum, tá ið allar mest var at gera í køkinum á Hotel Hafnia. Tað var tann heilt stóri jólaborðsdagurin. Hotel Hafnia skuldi um kvøldið hava nógvar gestir, og matstovan [...] annar í køkinum. Hann minnist alt, sum var tað í gjár. - Sjálvandi var eg skakkur, men eg fekk ikki ilt. Eg sá, at armarnir vóru brendir, men hvussu álvarsligur skaðin var, visti eg ikki, sigur Ruben Busk. [...] Nakað seinni kom pínan, og hon var øgilig, men Ruben Busk var beinanvegin fyltur við morfini, sum hjálpti. Læknarnir tosaðu um at senda hann til Danmarkar, tí hann var illa brendur í andlitinum, á beinunum