at fáa ?fallið? í fótum. Hetta er fyri at tryggja ein brádligan deyða, minka um skurðslini og at fangin ikki kvælist ella hálshøggist. Útført ordiliga, doyr fangin við takinum um triðja ella fjórða rygg [...] ið sum er blátt, litar holdið eitt sindur blátt) Fangin missur vitið innan fá sekund um hann/hon andar djúpt inn. Um tey halda andanum tekur tað eitt sindur longri. Aftaná at fangin er staðfestur deyður [...] evnum. Starvsfólk við gassmaskum reinsa kroppin fyri giftevnum. Ein óskettin biðimaður kann doyggja, um hetta ikki verður gjørt. Statirnir, ið nýta gass rúmið eru: Arizona, Cali-fornia, maryland, Missi-sippi
skips kostar í sær sjálvum rættuliga nógv í útgerð v.m. Skal krav um trygdarskeið setast teimum bert fyri at royna ein túr, fer hetta at verða ein heilt álvarsom forðing hjá ungfólki at royna sjólívið [...] annars undir ongum umstøðum at góðkenna, at krav um trygdarskeið verður sett teimum, uttan at tað samstundis verður greitt, at teir ikki skulu gjalda hetta sjálvir. Vit kunnu bert vísa til allar aðrar skipanir [...] førinum er tað ein almennur myndugleiki, sum setir hetta krav fram. Tískil er minsta krav, at sami myndugleiki tryggjar teimum, sum sett verða hetta krav, eisini tryggjar at skeiðini verða fíggjað. Annars
eisini eiga at verða gjørdar í eitt nú føroyskum, donskum og bretskum almennum skjalasøvnum. Hetta verður neyðugt, um øll skjøl viðvíkjandi herstøðunum í Føroyum skulu kunna leitast fram og almannakunngerast [...] talan er um rættiliga umfatandi og tíðarkrevjandi rannsóknir má roknast við, at arbeiðið við frágreiðingini fer at taka drúgva tíð. Eitt til tvey ár fara helst at ganga, áðrenn ein frágreiðing um hernaðarmálið [...] hevur luttikið á fakligum skeiðum og seminarum, umframt at hann sjálvur hevur skipað fyri seminarum um samtíðarsøgulig evni. Í hesum sambandi kann verða nevnd ráðstevnan Nordisk fiskersamfund i fremtiden
Øll árini, síðan sjónvarpið varð sett á stovn, hava sjónvarpsleiðslurnar gramt seg um, at tað hevur verið ov trongligt og óarbeiðsligt. Men beint nú í hvussu er gremur Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri [...] tikið verður niður frá fylgisveini. Øll, sum fáast við at gera skránna, skulu eisini húsast her. Hetta húsið skal verða liðugt 1. mai næsta ár. Sama dag fekk sjónvarpið eisini nýtt studio, upptøkurúm, [...] liðugt at gera, men nú er eftir at fylla út. Uptøkurúmið er umleið 200 fermetrar. Leingi varð tosað um at byggja nýtt sjónvarpshús, men tað varð mett bæði at kosta ov nógv og at gerast ov drúgt at byggja
vinstrabeintir Tá danska landsliðið var í hæddini, varð ofta tosað um, at tað vóru ov nógvir vinstrabeintir spælarar á liðnum, og hetta var av summum mett sum ein veikleiki. Hesa ferð eru sjáldsama nógvir [...] nógvir vinstrabeintir spælarar, sum hava ilt við at brúka hitt beinið, á føroyska landsliðnum. Talan er um Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen, Jens Erik Rasmussen og Heðin á Lakjuni. Hvussu Allan Simonsen velur [...] Allan Mørkøre er leikbannaður, og Henning Jarnskor er skaddur. At hesir vera á liðnum er eingin ivi um: Jens Martin Knudsen, Jan Dam, Óli Johannesen, Pól Thorsteinsson, Øssur Hansen, Julian Johnsson, Jens
tak á bóltinum og at flyta hann ímillum okkara, og um teir gera tað, so verður tað ógvuliga strevið hjá okkum. Saknur er í stuðulsspælarum Tá vit tosa um, hvør leikluturin hjá føroyingum verður, heldur Julian [...] mótstøðumonnunum av, og tað kundi væl hent seg, at hann kløkkaði spaniumenninar, um hann fekk møguleikan eina løtu. Hetta sigur miðvallar stríðsmaðurin, sum kortini undirstrikar, at í morgin fer tað fyrst [...] verður? Tað er ómøguligt at siga nakað um tað, tí tað hevur alt at siga, hvussu tað lagar seg frá fyrstu løtu av, tá vit verða undir sera stórum trýsti. Men um vit megna sama úrslitið ella kanska eitt
visti eg einki sum helst um, so hann greiddi mær frá hesum, greiðir Jens Martin Knudsen frá. Tað, sum hetta snýr seg um, er, at Spania hevur longu kvalifiserað seg til HM endaspælið. Um teir fáa stig ímóti [...] bólkavinnari og Spania sum besti av teimum níggju næstbestu liðunum. Og tað er hetta síðsta, sum skotar kvíga eitt sindur fyri. Tí um Spania vinnur bólk átta, so verður Skotland besti tveyarin og harvið eiga [...] við eitt annað land í Europa um eitt pláss í Fraklandi! Skotski landsliðsvenjari Craig Brown segði í gjár við BBC, at hann hevur givið spælarum sínum forboð fyri at tosa um, at teir ætla at lata seg heiðra
og ber eina hvíta broderaða húgvu sum tekin um hetta. Faruk er ein sera dámligur maður og hann hevur altíð eitt lítið smíl yvir varrunum, tað er líka mikið um tú hittir hann tíðliga á morgni ella seint [...] breki, sum hava hetta arbeiði. Her er talan um ein almennan lutaseðil og vinningarnir eru stórir. Hvør seðilin kostar átta krónur og hevur tú keypt ein slíkan, so kann tú liva í vónini um at gerast millióningur [...] Hon er næstan líka breið, sum hon er long. Ein rættulig balja. Hetta arbeiðið, sum fergumaður, hevur hann røkt, so leingi nakar veit um at siga. Hann er fergumaður, eins og teir gomlu havnarmenninir,
Miðvági í dag, verður av ongum. Tvørámenn umhugsa um teir skulu møta til dystin ella ikki, og á starvsnevndarfundi í felagnum í kvøld, verður avgerð tikin, um felagið skal boykotta dystin móti FS Vágum ella [...] Kappingarnevndin vísur á grein 27, stk. 5 í kappingarreglunum, sum snýr seg um júst skeivleikar á dómaraseðlum. Har stendur: »Kæra um møguligan skeivleika á dómarseðili skal vera kappingarnevndini í hendi seinast [...] lin hóskvøldið. Um Dómsnevndin hjá FSF staðfestir avgerðina hjá kappingarnevndini, er vandi fyri, at TB ikki møtir til dystin í Miðvági í dag. Starvsnevndin hjá TB skudli hava fund um málið í gjárkvøldið
nakað, ongin hevur gjørt fyrr.Vanliga hevur verið talan um einvegis sigling úr Føroyum, til Skotlands við fiski. Og helst hava tey fægstu hugsa um, at tað øvugta eisini kundi bera til: At flyta fisk úr [...] Tað tók 80 fólkum hálvan annan dag at skera fiskin. Og tað var sørt spenningur um, hvussu alt fór at taka seg upp, tá ið hetta tiltakið varð eftirmett. Seinnapartin mikudagin spurdu vit stjóran á Kósini, [...] føroysk virki kappingarført, heldur hann. Men, hvussu nógv, talan kann verða um, dugir hann ikki at siga, og hann heldur ikki, at hetta kann blíva álitið hjá einum virkið. Tað verður í mesta lagi eitt gott ískoyti