foreldrunum, var síðani á Eiði, til hon seinast í fimtiárunum fór til Gøtu at tæna. Har birtist stórur trúskapur húsanna millum, ið hevur hildið sær til henda dag. Mamma kom aftur til Gjáar í 1960 at passa handilin [...] rennur mær til hugs í sambandi við mammu, var hennara góða hjartalag og stóra umsorgan fyri øllum sínum. Soleiðis tók hon við opnum ørmum ímóti manni mínum, Jørgini. Tey bæði høvdu eisini almikið til felags [...] okkum alt tað besta, og áhugin fyri okkum øllum var ovurstórur, og alt tað, tú gjørdi fyri okkum, er nakað, sum ikki kann sigast við orðum. Børnini elskaðu, tá tú komst suður til okkara, tey plagdu at spyrja
sum eitt samsvar millum prís og góðsku. Í stuttum so er hetta samsvar vánaligt til sløgini, ið fáa 1-3 stjørnur og gott til sløgini, ið røkka 4 stjørnur og hægri. So 4 stjørnur er gáttin, ið avger um vínið [...] smag og kunna drekka hvat tey vilja. Eg skal ikki stilla meg til algildugan vín-dómara, men eg fari tó við førleika og vitan at próvføra míni ummæli og skoðsmál. So kunna fólk sjálvi vita um teimum dáma [...] berfruktina og gjørt hana bleyta. Hóskar óalmindiliga væl til lambskjøt. Kryddað við hvítari trøffilolju ger ikki verri. Kanska eitt hugskot til næsta dilkadagin. Kostnaður: Kr. 79,00 Skoðsmál: 6 stjørnur
Verða eyguni ikki latin upp fyri slíkari list, ber ikki til at útvikla seg. Idealisma og sjálvoffran er nóg mikið til eitt vist, men fyri at útvikla listina mugu pengar til. - Mentan ávirkar øll viðurskifti [...] hann sigur farvæl, men hann vónar, at hann framvegis kann arbeiða til frama fyri føroysk áhugamál, uttan mun til, hvar hann er. - Eg fari altíð at hava annað beinið í Føroyum, mær hevur dámað sera væl og [...] væl at vita og frætta, hvat gongur fyri seg, har eg eri og tað ber væl til í Føroyum. Føroyingar ganga høgt uppí, hvussu øll hava tað, og teir hava eitt nært tilknýti til náttúruna. - Persónliga havi eg fingið
klokkan 12 til 14 um dagin og frá 10 ára aldri, so gekk ein í skúla frá klokkan 8 til middags. Tá gingu vit sjálvandi eisini í skúla leygardag, sigur Heri Til Havnar Soleiðis var tíðin, til eg fór til Havnar [...] gekk á fjall og var til skips við snellu undir Føroyum og við Ísland. - At hava roynt sjólívið er sjálvandi ein fyrimunur nú, tá ferðast skal til og frá Suðuroynni, so ein ikki kennir til sjóverk, so ein kann [...] tingar. Tað leggi eg ikki í um eg sigi, heldur Heri fyri. Til Svínoyar at byggja bátahyl - Tá konan var liðug við sína útbúgving, komu vit heim til Føroya í juni 1989. Vit arbeiddu saman við øðrum svínoyingum
stórur heiður fyri tann 20 ára gamla Shizo Kanakuri, tá hann bleiv valdur til at umboða Japan á teimum olympisku leikunum í Stockholm í 1912, tí hetta var fyrstu ferð, at Japan sendi umboð til teir olympisku [...] fimm dagar til marathonrenningina. Tá renningardagurin kom, var av allar fagrasta summarveðri, og hitin var oman fyri tey 30 stigini. Marathonteinurin var frá tí olympiska leikvøllinum til Sollentuna og [...] heimlandinum. Í 1917 var tað hann, sum tók stig til eina boðrenning í sambandi við, at 50 ár vóru liðin, síðani Tokyo gjørdist høvuðsstaður í staðin fyri Kyoto. Men evropear og serliga sviar hugsaðu framvegis
hvussu tingini hanga saman. Eg ivist ikki í, at tað er ein fyrimunur fyri meg í dag, sigur 50 ára gamli Johannes Jensen. Barnaárini fóru fyri ein stóran part fram á Hotel Føroyum, sum tá lá á Kongabrúnni í [...] Sjálvur heldur hann, at júst árini, har hann starvaðist sum sølumaður, hava verið við til at økt hansara áhuga fyri hotell- og matstovuvinnuni. - Eg ferðaðist ekstremt nógv hasi árini og var burtur einar [...] Johannes Jensen, sum ikki er bangin fyri at nógva arbeiði kann gera seg útbrendan. - Tað haldi eg als ikki. Tvørturímóti. Jú fleiri ting eydnast, jú meira orku fái eg til at halda fram, og so eri eg eisini
forsvar. Grundin til, at HPS tók so dýran til í Framanum á sinni, var m.a.: Sitat úr somu oddagrein í Framanum hjá m.ø. HPS. »Í felag royndu Jóhann Mortensen og Hans Jørgensen, sum umboð fyri tað unga jav [...] fasismuni. Men flokkarnir? Oddamennirnir?« Hetta vóru orðini frá HPS til Hans fyri tjúgu árum síðan. Nú traðkar Hans fram sum javnaðarumberari fyri revsaran úr Vági. At enda í oddagreinini siterar HPS leystliga [...] chefideologinum Hans Jørgensen, so hava nógv munnliga stuðla grein míni. Vitnisburðurin hjá Strøm Nú síggi eg eisini, at Hans Pauli hevur tikið til orðanna. Greinin hevur givið honum møguleikan at greiða frá
Messi og Cristiano Ronaldo. Messi verður í løtuni roknaður sum stórfavorittur til heitið sum ársins spælari í 2009. Ein heiður, sum Ronaldo vann sær í fjør. Meira enn persónligu herðaklappini er tað tó steypið [...] byrjaði álopið, sum avleiddi avgerandi málið, ið Frank Stapleton sendi í kassan til samlaðan 3-2 sigur. Dysturin livdi tó fram til tað seinasta, og í evstu løtu sendi Bernd Schuster eitt skot bara sentimetrar [...] nú veruliga var við at gerast tann stórspælarin, sum tær 60 milliónirnar, ið Barcelona hevði sent til Boca Juniors, bóru boð um. Men á Old Trafford var tað stríðsmaðurin, sum vann á bóltsnillinginum. Við
in í útlegd leita heim aftur, fyri at bera fløguna fram fyri almenninginum. Kristian Blak reistist beint eftir klokkan 20. Hann bjóðaði áhoyrarunum at vera vælkomnum til hesa konsert. Hann greiddi frá [...] givið Mariu íblástur, men heldur sum ein roynd hjá mær at lýsa røddina fyri teimum ið ikki vóru tilstaðar ella sum ikki kenna til hennara rødd. Hóast Maria hevur tjekk uppá tær teknisku síðurnar av at [...] akkurát tað sum skuldi til, tí at hóast Maria syngur og spælir væl, so var tað deiligt at hoyra eitt sindur av variatión í konsertini. Innslagið við Leni og Mariu var hæddarpunktið fyri meg, tí at tær eru
høvuðsstaðarkjarna situr og stýrir tí nógvu mentanini og listini í landinum. Høgni Mohr sipaði fyri kortum til, at skipanin við listastuðuli - starvslønirnar og listafólkalønirnar - verða í summum førum stýrdar [...] arbeiðsnáðir í seks mánaðir. - Jú, ein skal eisini duga at siga takk og vera eyðmjúkur fyri hvørt oyra. Men tað er ringt fyri sjálvsálitið hjá skrivandi og skapandi menniskjum, um tú ferð eftir ferð dumpar í [...] útjaðarin umboðar eina annaðklassamentan loyvi eg meg kortini at ivast í. Eg skal ikki gera meg til talsmann fyri serligum økiskvotum, men eg vildi inniliga ynskt, at tey sum sita í ráðum og nevndum, har tey