undir læknahond og læknafrágreiðing er skrivað. Í nátt var eisini eitt mál um húsaófrið fráboðað. Hesin persónurin gjørdi so nógv um seg, tá løgreglan kom á staðið, at løgreglan tók hann við sær og koyrdi [...] ein mann, sum er skuldsettur fyri at hava framt harðskap um vikuskiftið. Eftir sum at hesin persónur hevur okkurt annað mál hangandi yvir sær, so ætlar løgreglan at fáa hann framstettan í grundlógaravhoyring [...] støðu til tað. Tað var ein tilburður, sum fór fram í onkrum privatum samanhangi, har hann var farin inn til ein persón í einum húsum í Havn og har skal hava fram harðskapin. Tann órættaði hevur fekk onkrar
týðingarpall upp at standa verður fyrst arbeitt við at gera ein so góðan teldutýðingarmyndil, sum til ber. Hetta verður m.a. gjørt við: At víðka um tvímálslig dátusett við at gagnnýta førleikarnar hjá stórmálmyndlum [...] metingarkarmar verða atkomulig fyri øll – granskarar, mennarar, fyritøkur og almenning – so menningin kann halda fram, eftir at verkætlanin er komin á mál. Við hesum verður gáttin lægri hjá smærri fyritøkum [...] størri, útlendskar tøknipallar, sum týða til føroyskt og úr føroyskum, so sum Google Translate, ChatGPT og Claude. Hetta er at gleðast um, og mong brúka hesar tænastur. Men umráðandi er, at vit, sum tosa føroyskt
alt seg so syrgiligt laga? Ikki av okkum svar verður funnið. Framtíðardreymar so mangar tú hevði, so var títt lyndi, tú hugsaði stórt, lagnan tó allar í skeljar legði, tankin um hetta hann svíður so svárt [...] Ein bleiktrandi stjørna er farin um sýnir, alt tykist so drepandi tungt og trist, á Himmalska hválvinum nú hon skínur, sum okur øll so svárt hava mist. Tú sang tær eitt pláss í hvørjum hjarta, við teirri [...] bjartskygdur fram um øll onnur tú var. Avreksverk fleirfald eftir teg liggja, fremstur í verki tú manga ferð var, breyt ikki niður, men upp vildi byggja, bygdin og fólki tær vóru so kær. Gamlaárskvøld
verður fram ímóti at hvalastøðin kann veita regluligar savnstænastur alt árið. Koltursætlanin er komin undir land fíggjarliga, og ætlanin er at arbeiðið verður boðið út seinni í ár. Ætlanin fevnir um ein [...] granskingarhølum og framsýningum um náttúru og mentan í Koltri. Bátasmiðjan hjá Niclasi í Koltri verður endurbygd, høvi verður at vitja býlingarnar og gøtuskipan verður gjørd, so tað ber til hjá fólki at koma [...] eru týðandi fyri bygdasavnsvirksemið kring landið. – Eg eri sera fegin um at Tjóðsavnið arbeiðir saman við kommunum og bygdasøvnum um at menna savnsvirksemið kring landið, sigur Eirikur í Jákupsstovu, l
gíslum í Gazageiranum, sum partarnir hava samráðst um í langa tíð, og Ísrael sigur nú sambært AFP-tíðindastovuni, at landið fer at halda fram við álopunum, so leingi, sum Hamas ikki letur gíslarnar leysar. [...] Tískil verður heitt á íbúgvar um at geva blóð fyri at nøkta tørvin. Stjórin á Nasser-sjúkrahúsinum har suðuri í Gazageiranum, Mohammed Zaqout, heitir á heimssamfelagið um hjálp eftir ísraelsku álopini [...] bjargingararbeiði í gongd. Sambært norska kringvarpinum - NRK - ið er millum miðlarnar, sum skriva um ísraelsku álopini í nátt, verður sagt, at heilsumyndugleikarnir í sínum tølum yvir deyð skilja ikki
umboðini fyri samgonguna í rættarnevndini lagt eitt álit fram, har mælt verður Løgtinginum frá at samtykkja eitt lógaruppskot frá andstøðuflokkunum um at skipa ein el-marknað. Skal hjálpa borgarunum Tað er [...] er sera trupult hjá vanligum borgarum at gjøgnumskoða, um tað loysir seg at leggja um til grøna orku. Hvør íløga er tann rætta, hvussu nógv kostar hon, hvussu nógv sparir hon í rakstrinum, og hvussu nógv [...] uppskotinum hjá andstøðuni. Tey sum selja orkuloysnir skuldu kunna gera avtalu við SEV um el-prís, og hesin prísurin skuldi so vera partur av eini pakkaloysn, har kundin langtíðarleigaði eina hitaskipan. Neyðugt
og seinni eisini á Ólav Magnussen um at standa fyri at fáa savnað staðarnøvnini í Nes kommunu. Endamálið var at fáa tey útgivin talgilt. - Til tess at fáa tilfarið so rætt sum møguligt, hava nógv heimildarfólk [...] runt um í kommuni í næstum. Umframt sjálvt navnið á húsunum/ búsetingini er ein QR-kota á skeltinum. Lagt verður aftrat, at tá QR-kotan verður skannað við einari fartelefon, ber til at finna fram upplýsingar [...] heimildarfólk verið teimum til hjálpar. Í Nes kommunu siga tey, at í 2023 var arbeiðið komið so mikið langt, at møguligt var at hava eina framløgu í skúlanum. Síðan varð henda fyrsta útgávan løgd á heimasíðuna
við eini 1.200 ferðafólkum, sum so kundu siglt aftur og fram og gist umborð, meðan dystirnir eru. Jens Meinhard Rasmussen vil ikki lova nakað enn. Men sigur bara, at um so verður, at føroyska hondbóltslandsliði [...] – Vit eru ikki komin so langt enn, latið okkum fyrst vinna pláss í endaspælinum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, tá vit spyrja, um hann kann vátta tíðindini um, at ætlanin er, at Norrøna fer at sigla til [...] til Oslo til EM endaspælið í hondbólti í januar. – Eg kann siga so mikið, at um vit vinna okkum í endaspælið, so fara vit at umhugsa møguleikan, sigur Jens Meinhard Rasmussen. Akkurát januarmánaði er ein
sigur hann. Tað er eitt samstarv millum 62Norður og Atlantsflog um at flyta fólk til Noregs, har Føroyar skulu spæla sínar dystir, um so verður, at Føroyar spæla seg til endaspælið. EM endaspælið er annars [...] aftur og fram, uppihald í Noreg, atgongumerki til dystir og flutningur í Noreg. – Vit vistu, at áhugin fór at vera stórur, sigur Leivur Samuelsen, sum tó vísir á, talan er um tilmeldingar og ikki um seldar [...] seg út frá tí, sigur hann. Hvørt flogfar hjá Atlantsflog tekur 174 ferðafólk, so við tilmeldingunum, sum nú eru komnar, so nærkast tað upp í 20 flogfør.
at heinta systur mína og meg og so tvey-trý av okkara systkinabørnum at koyra biltúr, gjarna til Velbastaðar og til Kirkjubøar. Abbi fortaldi søgur, hann smíðaði søgur um sjórænarar, bandittar og onnur [...] greiddi frá, hvat eg helt um bókina umframt gerandistos. Hetta gjørdu vit í fleiri ár. Takksamur og glaður eri eg fyri tað. Abbi plagdi at bjóða mær heim til døgverða eina ferð um vikuna ella aðruhvørja viku [...] einum máli um, at tað var ”absolutt ikki dårligt”. Ein vending, mínir dreingir og eg í spølni hava tikið til okkara. Prátið gekk, meðan vit ótu, hugnaðu okkum, og hann plagdi at seta kassarnar fram við gomlum