sum kemur til hansara í onkrum ørindum. Sofus Poulsen hevur í samfull hálvhundrað ár virkað á føroysku umboðsstovuni í Aberdeen, har hann hevur gingið føroyingum og skotum, bretum og øðrum til handa - alt [...] vóru fleiri av teimum fólkum, sum Sofus á onkran hátt hevur givið eina hjálpandi hond og onkursvegna hevur virkað saman við øll tey árini hann hevur starvast á umboðsstovuni í Aberdeen. Her ikki minst fleiri [...] ? á sinni. Tað verður ov drúgvt her at taka upp alt tað, sum sagt var til móttøkuna, men ikki kann dyljast, at Sofus Poulsen hevur vunnið sær mangar vinir og virðing millum bæði føroyingar og útlendingar
koma til trúgv á Jesus. Um hetta ikki er høvuðsendamálið, haldi eg ikki, at ein hevur nógv at fara við. Hevur longu royndir í prestastarvi Sjálvt um hetta er fyrsta starvið hjá Hans Eileri, hevur hann [...] har ein er hirði og hevur uppgávuna at boða Guds Orð er so týðandi, at eg haldi ein eigur at hava eitt kall til eina tílíka tænastu. Guds orð skal boðast reint og rætt Hans Eiler hevur sum er nógvar ætlanir [...] hann har eina tíð. Kortini er hann ikki klaksvíksingur. Tvøroyarmaður ella nesmaður sigur hann seg heldur ikki vera, sjálvt um hann hevur búð á hvørjum av hesum plássinum í umleið átta ár. Tað, einasta hann
upptøkurnar til Barbara vóru gjørdar, hevur nú 70 ára gamli Hans Jacob Hansen ikki enn klipt sær hárið ella raka sær. Hárið hevur tí vaksið í eini fýra ár og kemur langt niður á ryggin. Hans Jacob hevur bundið [...] tað niðurfyri aftur. Yrkir á telduni At skriva hevur Hans Jacob eisini dáma væl. Í fleiri ár skrivaði hann »Dagsins mál« til Dimmalætting, og eina bók hevur hann eisini givið út. Í hesi bókini, »Á Brúnni« [...] u, tí har kanst tú allatíðina broyta og rætta. Men tíverri er teldan í ólagi nú, og tí fái eg ikki gjørt nakað serligt við tað nú. Hans Jacob hevur annars siglt í fleiri ár, hann hevur róð út í Íslandi
spyr tú teg sjálvan, hvat landsins hægstu politikarar eitt nú fíggjarmálaráðharrin munnu hugsa. Hví hevur hesin maður, sum sigur seg umboða ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk einki sett av til at niðurgjalda [...] tí, sum hevur umvælingar og viðlíkahald fyri neyðugi tað verið seg innan vinnulívið, skúlaverkið, heilsuverkið osfr. HIN stóri spurningurin er stuðulin til vinnuna. Báðir bankamenninir mæltu til at kappa [...] at tað her varð ruddað slóð fyri einum uppfylgjandi orðaskifti - har til ber at koma við uppaftur fleiri svarum. EIN niðurstøða tú kundi gera tær av sendingini, um hetta verður tengt saman við aktuellu
bretska sendinevndin hevur ilt við at fara til sítt bakland og fáa tað at slaka enn meira. Endin kann tí verða, at naggatódnin, sum tykist vera íkomin, hevur við sær, at málið fer til dómstólin í Haag, nakað [...] formaðurin í samráðingarnevndini ella onkur heilt annar. Ella er tað so, at allir hesir instansir føra eina og somu linju í spurninginum? Tað hevur ljóðað, at okkurt misljóð hevur verið millum støðutakan løgmans [...] Hetta er skoðsmálið tú kanst geva samráðingunum ella manglandi samráðingunum millum Føroyar og Bretland um undirgrundsmarkið í løtuni. Øll vóru fegin í summar, tá bretar aftur komu til samráðingarborðið
og har tað ikki ber til onkursvegna at útnytta systemið, sum tað verður tikið til. Men hví júst tey arbeiðsleysu, tey veiku og sjúku altíð skulu fáa slíkt skoðsmál eigur at undra. Hvat vit teimum, sum við [...] danatingi aftur og aftur. Hvat hava Føroyar fingið burtur úr hesi umboðan! Einki ella enn verri - bara vánaliga reklamu. Maðurin, sum annars átti at brúkt tíð sína á fólkatingi til á diplomatiskan og siðiligan [...] mongu ár hann hevur umboðið føroyingar á fólkatingi. Vit síggja tað hvørja ferð Føroyar eru til umrøðu á fólkatingi. Eingin tekur mannin fyri fult - mannin, sum føroyingar hava sent til Christiansborg
hvør parturin - føroyingar ella bretar - hevur mest skund at fáa loyst marknatrætuna. Tað veldst sjálvandi um við hvørjum brillum tú sær hetta. Eina løtu kann tað síggja út til, at tað eru føroyingar, sum [...] sum ikki fara at taka seg aftur hvat enn hendir við marknasamráðingunum ella um ein lisensrunda skuldi verið útsett nakað. Tað er stórur spenningur millum oljufeløg um hvat fer at henda bæði við marki, lóggávu [...] verður samtykt, og nær reglur og treytir til eina fyrstu útbjóðing verða gjørd. Stóri spurningurin í hesum, ið møguliga beinleiðis ella óbeinleiðis er við til at seinka eina komandi útbjóðing, er ósemjan
mánaðin ella seinasta árið, so kanst tú biðja skipanina geva tær upplýsingarnar. Tú kanst so útskriva allar greinar, har hesir eru nevndir. Og soleiðis kanst tú leita eftir øllum tí, tú hevur áhuga í ella [...] og nú eisini internetið. SKAL tú í dag hava eini boð fram til ein vin og kenning, til ein kunda osfr. tá eru ráðini mong. Størsta framtigið hevur kanska verið telefaxið, men einki stendur í stað, og tí kemur [...] Sosalinum dag um dag. Býr tú í Moskva, í Peking, í Singapore, Í Melbourne, í Lima ella hvar tað skal vera, so kanst tú hvønn dag fara inn á internetið og á telduni lesa, hvat fer fram í Føroyum. SKIPANIN
Fugloynna, fær út í Hest, ja fær til Suðriar ella til Sands hatta landsstýrismaður og innliva teg í, hvussu týdningarmikil samferðslan er fyri hesi øki! Tástaðni sær tú, at málsøkið samferðsla er meira [...] lir í eini ferðaætlan. Tú hevur her við sjálvan mergin at gera. VIT halda tað vera ábyrgdarleyst av sitandi stýri ikki at prioritera samferðsluna meira. Bara at lata standa til og eini gera er tað sama [...] vilja vera við til at evna til ítøkiligar ætlanir á samferðsluøkinum, teir fara vit at taka hattin av fyri, og teir fara afturfyri at fáa dygga undirtøku millum manna. Sjálvstýrisflokkurin hevur so víst, at
kensluríkur og hevur uttan iva nógv at bjóða ikki minst einum fremmandum, sum kanska ongantíð hevur sæð ella vitjað oyggjarnar. TAÐ er helst rætt, sum tað verður ført fram í samrøðunum, sum blaðið hevur við fleiri [...] sum at skula sanna orðini, at tá vónirnar til eitt ávist eru skrúvaðar so nógv upp, so kanst tú næstan bara gerast vónsvikin. LAT okkum nú síggja og hoyra, hvat útlendskir ummælarar siga um filmin. Vit [...] SÍÐST í hesi vikuni fáa vit at vita, hvat útlendskir ummælarar halda um filmin Barbara. VIT hava annars sæð og hoyrt tey fyrstu føroysku ummælini av filminum, sum varð vístur í Havnar Bio og í Norðurl