blóð á síni T-skjúrtu. Málið kom fyri í Hægstarætti í Edinburgh í november í fjør. Dómarin, Lord Macphail, gjørdi teimum skuldsettu greitt, at teir høvdu tikið lut í einum ógrundaðum og karráum morði. David [...] framførdur í Havn, í Müllers Pakkhúsi, í frálíkari uppseting og við, í mongum førum, framúr góðum, professionellum leikkynstri. Men tað áhugaverda er, at hesin doku-leikurin rakti snórabeint á rákið í okkara [...] víðari í hotell- og ferðavinnuarbeiði. Hann fór undir lærdan lestur í Skotlandi, og fyri jól í 2003 kundi hann ovurfegin og sera stoltur boða frá, at hann hevði tikið prógv sum BA (Bachelor of Arts) í altjóða
Abbi mín í móðurættina var Óli Mørkøre á Eiði, vanliga nevndur Óli í Skúlanum. Hann doyði í apríl 1938, 86 ára gamal. Tá ið hann hevði verið klokkari í Eiðis kirkju í 50 ár, fekk hann kongsins tænastumedalju [...] morgunin miðskeiðis í bjargavikuni í 1941 var hann sunnan í ættini við nógvum vindi. Sunnan er harðveðursætt í bygdini. Flestu bátarnir egndu. So varð farið og seglið á bátin. Komnir út í Miðhavið, varð seglið [...] nevndur Jóhan í Blásastovu, átti sess í honum. Eg kann til stuttleika siga frá, at Hermann abbabeiggi var biðin um at smíða eitt fýramannafar. Eg veit ikki hvørjari bygd tað var í, men tað var ikki í Eysturoynni
andaðist 91 ára gomul. Eiler hevur ferðast langa leið í lívinum. Hann fekk sum sagt eina baldruta byrjan í Søldarfirði. Men úr góðum bergi brotin í báðar ættir. Fiskiskapur, skiparakstur, vinnulív og jarðarbrúk [...] óvita virðið í at arbeiða, at umsita talenturnar væl og hvørki spilla tíð ella virði. Fyrsta arbeiði hansara sum 15 ára gamal var sum húskallur í Íslandi beint eftir kríggið. Síðan til skips í Norðsjónum [...] Godtfred sum eigara/skipara, um várið og út á summarið í Grønlandi og síðan á sild norðan fyri Føroyar. Eiler tók skiparaprógv í Klaksvík og longdina í Havn. Boð vóru eftir hesum raska veiðimanni. Hann fekk
eisini 15 ár, og høvdu Finnur og hon gingið í flokki saman. Sámal og Finnur svóvu umborð á Kyrjasteini í logarinum - annar í yvirkoyggju og annar í undirkoyggju í somu røð. Sámal spurdi Finn ein dagin: “Hvat [...] 1966 í Fuglafjarðar skúla, og her komu vit at samstarva á ymsan hátt. Finnur var røkin, og alt skuldi vera í lagi. Var onkur lutur, sum skuldi hava eina ábót, ja, so var at taka í klinkubandið inn í klivan [...] Hann spældi við í orkestrinum í eini 20 ár og sang eins og Judith við kórinum í eini 50 ár. Hetta vóru ikki keðiligir dagar. Harafturat spældi hann upp á klaver, banju, mandulin og cello. Í hansara verð
av sær sjálvum í soninum Jesusi. Tað er verk Guðs í Kristi, ið gevur okkum hvíld og sálarfrið. Trúgvin er grundað á Guðs gerning eina, og hon hevur sítt akkerspláss í Guði sjálvum. Tað er í trúnni á Jesus [...] at vit fáa lut í tí, sum Guðs er. At Guðs gerningur við trúnni á Jesus Krist fellur okkum í lut eru góð tíðindi og ein sælur lutur at ognast. Tí tá snarljósið skyggir í eystri og lýsir í vestri, tá verða [...] bíða eftir løtuni, tá tað lýsir í eystri og skyggir í vestri. Í trúnni á Jesus hava vit frið við dómadag, og kunnu ístaðin síggja fram til henda dag við vón og væntan. Í tíðarbilinum fram til Jesu afturkomu
undir at seta tøl á, kom ikki av ongum. - Í apríl í fjørð var formaðurin í búskaparráðnum frammi í einum innslagi í Degi & Viku. Boðskapurin var, at javnvág var í fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland [...] at fáa innlit í ymiskar samanhangir í fiskivinnuni. Í 2009 var SjúrðurSkaale – saman við Poul Michelsen og Jacob Vestergaard – teir einastu, sum veruliga høvdu áhuga í at seta seg inn í tað arbeiðið, sum [...] tørvur á nýggjum og víðkaðum fiskiveiðuavtalum í mun til tíðina fyri 1977. Umleið eitt ár seinni – á sumri í 1978 – mynstraði eg við skipi á fyrsta sinni. Í 1978 gjørdu Føroyar fiskiveiðuavtalur við 6 lond
fyrilestur Í dag eru 42 familjur limir í føroyska Prematurfelagnum, og elsta ov-tíðliga-fødda barnið er 18 ár. Í annað kvøld – mikukvøldið – skipar Prematurfelagið fyri fyrilestri í Veistluhøllini í Landss [...] børn kunnu fáa, sigur Sunnvá Tausen. Kann ikki alt Í dag býr Benjamin saman við mammu og pápa sínum í kjallaranum hjá ommuni og abbanum í Havn, men seinni í ár ætla tey at flyta til Runavíkar, haðani pápin [...] kroysti sítt høvd upp í mítt høvd. Hetta vardi í seks vikur, so orkaði Sunnvá ikki meira. Hon setti seg í samband við danska prematurfelagið, og har fekk hon tað vitan, henni tørvaði. - Í danska prematurfelagnum
yviri í Japan og fylgir við í, hvussu svínoyingar hava fyrireikað seg til útoyggjastevnuna. Eg samskifti við hana í morgun. Hon býr í Tokyo, men hon segði, at í dag hevði hon nógv heldur vilja verið í Svínoy [...] m, sum var í føroyska samfelagnum og ikki minst í Svínoy í 1800 talinum og fram til 2. heimsbardaga, tá ið alt broyttist, og fólkatalið í Svínoy tók at minka. Her vóru 52 fólk í 12 húsum í 1801, og fólkatalið [...] lærari her í bygdini øll míni barnaár. Hann var hegnismaður og arbeiðsmaður sum øll í familjuni hjá Pól í Nornastovu og uppi í Húsi, og hann legði veldugan førning niður í mínar javnaldrar her í bygdini –
verið ein kjarni í háskúlanum, er nú á veg inn í fólkaskúlan, hvør skal siga, Háskúlin var framman fyri sína tíð. Endamál háskúlans er tað sama enn í dag, og í okkara so øðrvísi tíðum enn í 1899, fari eg [...] ungir føroyingar á háskúlanum í Askov í 1896, miðvingurin Rasmus Rasmussen og skarðsmaðurin Símun av Skarði, og í viðføri høvdu báðir hetta, ?..at fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum?, og brátt vóru [...] avgerð, og so varð farið til bøndurnar í Vági at biðja sær setur. Hetta varð játtað teimum, og eisini gyllinamenninir í Akursmørk í Vágshaga játtaðu. So langt var alt í lagi, men skuldi jørð verða keypt, mátti
verður savnað á 3 plássum, í Skúgvi, í Kirkjubø og í Havn, har uppboðssølur verða hildnar. Byrjað verður í Skúgvi hin 3. juli og hildið verður fram í Kirkjubø hin 10. og í Havn hin 11 juli. Fólk er [...] Poul Joensen er Pól í Búð, Nólsoy. Hesin Pól í Búð var abbi Mariu Eidi. Maria sigur at “bíleggaraovnurin” var í hennara barndómsheimi, Verkstaðnum í Nólsoy, sum abbi hennara Pól í Búð bygdi. Pól hevði [...] mannleyst skip Hin 27. mai 1827 boðar amtmaðurin sýslumonnunum báðum í Sandoynni og Suðuroynni í brævi frá, um skip sum rekur mannleyst í ein landsynning úr Sandoynni. Brævið til sýslumannin á Sandi, Jóhan