meira av vindi kom inn á netið. Vindmyllurnar í Neshaga framleiða nú aftur eftir umfatandi umvælingar, og meiri vindorka fæst til høldar, nú skipanin við battaríum og synkronkompensatori er virkin í meginøkinum [...] ávikavist í Flatnahaga og á Gellingarkletti er javnaður. Aðrir kostnaðir eitt nú av tilfar- og tænastum og lønarkostnaðir eru somuleiðis øktir í mun til 2023, vegna økt virksemi, avskrivingar og javnan av [...] Vestmanna er sett á pausu meðan nærri kanningar verða gjørdar. Íløgur í netpartin eru 206 mió.kr., serliga til koplingarstøðir eru 63 mió.kr. og til netið 107 mió.kr. Fyrisitingin hevur gjørt íløgur fyri 36
til at fáa børn. Vit ungu vita, at framtíðin er óviss – men vit ætla ikki bara at góðtaka, hvussu alt er. Vit vilja vera við til at skapa nakað betri. Og tað klára vit ikki einsamøll. Vit mugu gera tað saman [...] Men tá vit rópa, so má onkur svara. Tá vit banka uppá dyrnar, so má onkur lova okkum inn. Tit kunnu ikki bara bíða til, at vit sjálvi broyta alt til tað betra, tá vit taka yvir. Tit mugu lurta nú og handla [...] tá vit siga, at tað ber ikki til, um vit ikki hava ráð at búgva her, liva her og skapa eina framtíð her. Tá vit siga, at tað ikki ber til at liva eitt vanligt lív í Føroyum sum ungur, so merkja vit eisini
Í lógini eru greiðar ásetingar um rættindi og karmar fyri viðgerðina. Hetta er fyrstu ferð viðgerð fyri barnloysi verður skipað við lóg í Føroyum. Nú fáa pør og stakar kvinnur, ið hava tørv á hjálp at [...] eitt so týdningarmikið og persónligt øki nú er skipað í lóg, við greiðum rættindum og skyldum fyri bæði borgarar og heilsumyndugleikar. – Tað hevur týdning, at vit sum samfelag tryggja javnbjóðis atgongd [...] í lógini, at viðgerðin fyri barnloysi verður framd í Sjúkrahúsverkinum eftir ávísum treytum – eitt nú fáa pør og stakar kvinnur rætt til viðgerð til tvey børn, og kvinnan skal ikki verða eldri enn 45 ár
arbeiða fulla tíð til teir eru 70 ár. Vit vita øll, at so verður ikki. Tað síggja vit longu í dag. Vansarnir eru ikki lýstir við lógarbroytingini og ongar útrokningar eru, sum vísa útreiðslurnar sum kunnu [...] verður atgongdin til okkara egnu eftirlønaruppsparing útsett. Vit fáa stutt sagt ikki eina krónu av okkara egnu uppsparing, fyrr enn vit verða 70 ár. Løgtingið frátekur okkum møguleikan at skipa okkara [...] førleikum. Tann avtalan, ið Løgtingið gjørdi við arbeiðsfjøldina um eftirlønina, verður aftur nú brotin og vit kunnu ikki á nakran hátt kenna okkum trygg í, at hon verður hildin hesu ferð heldur. Fyri at
fer av kós. Vit eru klár hvønn dag í árinum at gera tað, sum skal til, fyri at samfelagshjólini kunnu mala – okkara partur liggur ongantíð eftir – og við at skipa okkum í Verkafólk eru vit ein ómetaliga [...] virði og hvat tey eru gjørd av, tá ið tey fyri einum árið síðani fóru í verkfall og fingu størstu lønarhækkan í nýggjari tíð. Tað samanhaldið, sum var millum verkafólk tá á stóð, byggja vit nú víðari á. Tað [...] tryggja, at verkafólk eisini fáa sín uppiborna lut á arbeiðsmarkaðinum og samfelagnum. Vit eru sannførd um, at tað gera vit best saman. Føroyar hava tørv á fakfeløgum, sum stríðast fyri betri umstøðum til sínar
og samstundis er eisini ársfrágreiðingin frá felagnum komin út. Týskvøldið 29. apríl var aðalfundur hjá Krabbameinsfelagnum, og nevndin hevur nú skipað seg soleiðis: Durita Tausen, forkvinna Magnus Magnussen [...] móðurmerki, og har vit í bókini "Í morgin fari eg aftur at spæla við babba" hittu Ára, sum leingist eftir pápa sínum, sum er á sjúkrahúsi í Danmark. Alt hetta ber til, tí – og bara tí – fólk eru, sum gera eitt [...] Okkara áheitan til politisku skipanina er: Kom nú! Hægsta ynskið hjá okkum í Krabbameinsfelagnum er, at stóra gátan verður loyst. At eingin fær krabbamein. Nú ljóða tey gleðitíðindi úr millum annað okkara
seinastu fólkunum, ið til eru. Tá filmurin tekur við, eru fimmogtjúgu ár liðin síðan eina stóra umhvørvisvanlukkuna, ið elvdi til, at ikki ber til at búgva á Jørðini, soleiðis sum vit kenna hana dag. Húskið [...] sonurin, sum aldri hevur verið úti og sæð heimin, er hugtikin av nýggja persóninum, ið er komin inn til teirra. Nú tykist sum tey varisligu bond av vón og bjartskygni, ið hava knýtt sterku familjuna saman [...] (2009). Í høvuðsleiklutunum eru Oscarvinnarin, Tilda Swinton, sum just hevur fingið persónliga virðisløn í Berlin, Michael Shannon, kendur frá The Shape of Water, George MacKay, vit kenna frá 1917 og Moses
Tey eru lívæðrin og framtíðin hjá útoyggjunum. Nú tað mesta av samferðslukjakinum snýr seg um hin fimtaundirsjóvartunnilin, so gongur tað tíverri striltið at fáa endurnýggja ferjurnar til útoyggjarnar [...] Uppskot um hetta hava fleiri ferðir verið løgd fyri Løgtingið, men eru ongantíð samtykt. Erla kongsdóttir kom í 2020, men annars eru ferjurnar hjá SSL elligamlar. Smyrli er 20 ár og yngst av teimum tilkomnu [...] Tað er alneyðugt at skilja, at tíðarhóskandi ferjur og gott ferðasamband til leysu oyggjar, eisini eru lívsneyðug fyri framtíðina hjá hesum pørtum av landi okkara. Íbúgvararnir har eiga eins góðan rætt
2024 gjørdist 77,8 mió. kr., sum er 7,6 mió. kr. betri enn í 2023. Inntøkurnar eru 788 tkr. minni enn mett, og útreiðslurnar eru 2,6 mió kr. minni enn mett frammanundan. Í 2024 gjørdi IRF íløgur fyri tilsamans [...] nýggju støðini í Nýggjheiðum tekur IRF nú ímóti tyrviburturkasti úr øllum Føroyum. Tað byrjaði IRF við í mai 2023. Viðvíkjandi minkingini í endurvinningarnøgdunum eru tvær týðandi broytingar. Í undarfarnu [...] Harumframt eru fleiri privatar fyritøkur komnar inn á marknaðin seinastu árini, sum annaðhvørt endurvinna tilfar í Føroyum ella útflyta og selja tilfar til endurvinningar. Umhvørvisliga eru hesar broytingingar
uppskotinum. Enn manglar nógv, fyri at LGBT+-persónar eru javnstillaðir í Føroyum, men í dag gleðast vit um hendan stóra sigurin! Í morgin herja vit á aftur. [...] fegnast um, at í nýggju lógini verða øll pør javnstillað, og at harvið kunnu pør við tveimum kvinnum nú eisini fáa hjálp frá tí almenna til at gerast við barn. Eftir at hjúnabandslógin bleiv broytt og málið [...] gerast munur á børnum. LGBT+-persónar hava altíð verið her og fara altíð at vera her, og tí gleðast vit um, at landsins lógir byrja at viðurkenna og endurspegla samfelagið, sum tað sær út. Ein stór tøkk