ratiuonell, sum gjørligt, sigur Martin Hentze. Samansetingin ger eisini, at teir tað ber til hjá teimum at keypa heilar lastir og tað fara teir at leggja dent á. Kanska serliga bátarnar í oynni Av tí sama [...] komandi viku. Tilsamans hava teir roknað við at taka ímóti 5.000 tonsum av fiski, 2.000 á Sandi og 3.000 í Skopun. Martin Hentze kemur av Fiskavirking á Toftum, har hann var virkisleiðari. Góðskuleiðarin, Julian [...] vágbingurin, Martin Hentze, væntar, at tað fer at bera til at hava fiskavirking í Sandoynni, soleiðis sum ætlan teirra er løgd til rættis. Hann sigur, at á Sandi er ætlanin at arbeiða slatfisk. Talan verður
bálið, av tí at hann prædikaði Jesus Kristus. Tá blóðvitnið stóð bundið fast til steyran og klárt var at festa í, kom ein eldri kona við einum spreki sum hon legði at viðinum. Hennara partur av avrættanini [...] undirstrikar týdningin av at byggja á orðið. Fólkakirkjan hýsir sostatt nógvum meiningum og tað skal kirkjan sjálvsagt ikki lastast fyri. Men tá meiningarnar hjá sálarhirðunum spenna so langt sum eystur er frá [...] hjá Aagaard sum aftur er »serkønur yvirdómari« hjá »religiónsforvirraðum« føroyingum. Teatrið hjá Kierkegaard rennur mær aftur í huga. Danska fólkakirkjan hevur fostrað mong stórmenni sum t.d. Grundtvig
namastu unglingarnir við teimum ríkastu foreldrunum høvdu møguleika. So seint sum umleið 1970 skrivaði Maria Andersen ein bókling, sum æt »Føroyskar gentur í Kbhvn.« Hann snýr seg um tær truplu umstøður, ófaklærdar [...] tjóðskaparyrkingin tók seg upp. Tað er her, at Jørgen Frants Jacobsen skrivaði »Barbaru«, sum nú fer út í verðina sum filmur. Men minnist eisini til: Tað verður fylgt við, hvussu gongst tykkum í útlandinum [...] var. Tað sama kann sigast um teir føroyingar, sum hava gjørt seg galdandi í politikki í Danmark. T.d. skyldkonan Ragnhild Sørensen her í Sorø. Vit eru errin av tykkum. Tit eru virðilig umboð fyri følandið
júst ³Gríma3 hevur skapt virðing fyri leiklist, sum ein atfinningarsom rødd, sum tók upp á pallin samfelagsmál, menniskjansligar skeivleikar og veikleikar, sum vóru hildnir upp fyri áskoðarunum. Tað var ikki [...] Johannesen, stigtakari, at tey fimm í bólkinum, sum tá vóru Kári Øster, Rosa á Rógvi, Egi Dam, Birita Mohr, at tey vildu prógva, at tað bar til at liva av at spæla sjónleik. Hetta vóru stór orð í eini tíð [...] fyribrigdi, at vaksin fólk ³spældu3 sær, sum tikið varð til. Síðan tá er nógv vatn runnið í ánna, hvat leiklist viðvíkur í Føroyum. ³Gríma3 setti sær frá byrjanini sum stevnumið at framføra góðar, ofta álvarsligar
Russararækjurnar, sum nakað varð gjørt við fyrr, eru at kalla ikki við í framleiðsluni longur. Tað er soleiðis, at loyvt er at blanda eini 10% av triðalandsrækjum í tað, sum selt verður í EU. Men av tí, at føroyska [...] Og hann formár sær lítið móti tí risastóra kinesiska útboðnum, sum er í til dømis Fraklandi í løtuni. Kinesarar framleiða stórar nøgdir av skeljabollum, sigur Sofus Poulsen. Og tað ávirkar sjálvandi marknaðin [...] keypa væl av russiskum rækjum at blanda í teirra framleiðslu. Men har eru tað heilt aðrar nøgdir, enn okkara, vit tosa um, sigur Sofus Poulsen. Umframt kemur, at russar hava eisini funnið út av, at tað ber
fáa fyrimun av av teimum príslækkingum á økinum, sum nú henda í altjóða høpi. Telefonverkið ætlar at fylgja rákinum í londunum kring okkum og fer tí at lækka prísirnar til hesi londini, sum frammanfyri [...] Nú fer Telefonverkið at lækka prísirnar fyri at ringja til ávís lond við góðum 30%. Tey, sum hava havt børnini sum skiftisnæmingar í Amerika, vita frá stórari telefonrokning at siga. Men frá mikudegnum komandi [...] eru nevnd, og sum føroyingar samskifta nógv við. Arbeitt verður saman við TeleDanmark, sum eigur linjurnar til og úr Føroyum, um at endurskoða takstirnar millum Danmark og Føroyar, sigur Telefonverk Føroya
lista. Av hesum 40 ringdu 20-25, men 12-13 av teimum kundu av ymsum orsøkum ikki koma. Úrslitið var, at átta av teimum 40 komu á virkið. Í einum øðrum føri komu fýra av 20, t.v.s. aftur 20%. Rógvi hevði sjálvur [...] vera í ALS, segði Rógvi, sum eisini hevði dømi um konu, sum ikki kundi átaka sær arbeiði, tí hon noyddist at vera heima hjá síni gomlu mammu, av tí at eingin annar var at taka sær av henni. Aftur eitt dømi [...] persónur aftur á listanum sum arbeiðsleysur. Tað kann ikki vera rætt sgeði Rógvi, sum sjálvur hevði tosað við ALS um henda trupulleikar. - Onkuntíð eru tað einsamallar mammur, sum ikki sleppa til arbeiðis
onga alternativa vinnu, sum gevur nakað av sær, men stórt potentiali er í fiskivinnuni, tí so nógv fer óvirkað av landinum. Men ikki er lætt at fáa fiskiídnaðin at bera seg orsakað av vantandi kappingarføri [...] ógvusligu krepuna, sum Føroyar hava verið í seinastu árini. Búskaparliga skædlið, sum bert fá lond hava upplivað. Lønarinntøkan minkaði, keypiorkan minkaði, fólk í túsundatali fluttu av landinum, avreiðingarnar [...] longu í 1994. Fráflytingin er vend til tilflyting, fiskiskapurin er øktur, virksemið er økt. Tað sæst av lønútgjaldingum og minkadi arbeiðsloysinum. Innflutningurin er øktur, og tað sama er útflutingurin
m. Ólukka var tó hvørki av einum ella øðrum slag. Hetta var bara ein venjing í sambandi við skeið, sum hesa vikuna hevur verið á Landssjúkrahúsinum fyri portørum og øðrum, sum boð eru eftir, tá vanlukkur
eftirregulering í útgjaldinum, og tað hendir av og á. Av somu orsøk hevur Arbeiðsloysiskipanin ikki havt einki tap av og nógv útgoldnum arbeiðsloysisstuðli. Avgreiðslan av ALS-kortunum skal eisini gerast lættari [...] rv eru nú undir 1000 fólk, sum fáa arbeiðsloysisstuðul. Við teimum arbeiðsleysu á Almannastovuni er talið á fólkum, umroknað til fulltíðarstørv, nú komið niður á bert 7% av allari tøkari arbeipsmegi. Tað [...] við at bjóða eitt ov langt tíðarskeið, sum til ber at vera í Arbeiðsloysisskipanini, tí við hesum er vandi fyri, at virkishugurin hjá fólki minkar, somuleiðis sum arbeiðsmarknaðurin gerst meira stirvin