fegnast um, at tað ikki sæst, at hann er sjúkur, tí so fær hann onga serviðferð frá øðrum. Í innslagnum er ein longri samrøða við Høgna Kunoy Dávason og vinmannin hjá Jonathan Bramsen og tað sæst her . Innslagið [...] heilivágin, so doyggi eg ikki, so tað óttist eg ikki, sigur Høgni Kunoy Dávason. Hann greiðir eisini frá, at hansara fyrstu liviár vóru nógv merkt av sjúkuni og at tað tók eina tíð, áðrenn sjúkan bleiv [...] fibrosa er ein arvalig sjúka. Hon rakar millum annað búking og lunguni og gevur sukursjúku. Mánadagin var eitt innslag á Ultrastyrken á DR Ultra, við samrøðu við Høgna Kunoy Dávason. Í innslagnum greiðir Høgni
Fyri okkum var tað kanska gott, at byggingin av skipunum hevur tikið eitt sindur longri tíð. Men okkara ætlan var, at leiga størri skip inn og longu nú nýta nýggju Skanskabryggjuna, men tað hava vit ikki [...] summar og eitt í heyst. Skipini stinga so djúpt, at tey klára ikki at leggja at innan fyri molan. Tað er tí sera týðandi fyri okkum , at Skansabryggjan verður liðug, so at skipini kunnu leggja at bryggju [...] tann stóri trupulleikin er serliga dýpdin, tí at skipini stinga max 12 metrar, og innanfyri molan er tað max 9 metrar, sambært Boga P. Nielsen. Umvælingarnar skulu nú gerast á Skansabryggjuni, og ein partur
eru vit í eini nýggjari støðu. Tað staðfestir løgmaður, nú landsstýrisfundurin í dag er niðurlagdur. Men løgmaður er sum ikki einaferð bjartskygdur, og hann væntar, at tað ber til hjá landsstýrinum at gera [...] Landsstýrið hevur staðfest, at tað nú eru áleið 12 milliónir krónur, sum skulu finnast innan verandi játtan, og tá ið landsstýrisfundurin í kvøld bleiv niðurlagdur, var áleið helvtin av hesi upphædd funnin [...] Tann semjan, sum samgongan helt var klokkuklár, er ikki longur til staðar, tí Javnaðarflokkurin brádliga boðar frá, at karmarnar kortini ikki skulu haldast fyri ein hvønn prís. - Nú vil Javnaðarflokkurin
teir lata væl at hesum staðnum. - Teir siga, at tað er gott at bátarnir standa so høgt, og at tað er so lagaligt at sleppa til og frá hesum staðnum. Tað sigur Palli Olsen, sum hevur hesa bedingina undir [...] fyri at lætta um hjá bátunum í bygdini. Var hesin møguleikin ikki tøkur, vóru teir noyddir at fara aðrastaðni við bátunum kanska heilt inn á Strendur. Hetta var tikið væl undir av útróðrarmonnunum í bygdini [...] bygdini, og í restini av oynni eisini. - Ja, tað er eisini komið fyri, at bátar aðrastaðni frá eru komnir higar, sigur Palli. Bátarnir koma ofta líkasum í bylgjum, og serliga uppundir harðan streym Lagaligir
Skotlandi havt stóran áhuga. -Eg haldi tað er týdningarmikið, at føroyingar hyggja eitt sindur longri enn bara til Danmarkar, tí tað eru also nógvir aðrir møguleikar. Tað er týdningarmikið fyri arbeiðsmegina [...] teimum í alt 44 básunum á Útbúgvingarstevnuni, var ein stórur partur av básunum settur av til universitet úr ymiskum londum. Skotski býurin, Aberdeen, var umboðaður av tveimum universitetum á stevnuni. [...] Universitetið er rættiliga stolt av hesum hagtølum. Sammett við onnur universitet í Stóra Bretlandi, er tað bert eitt universitet, sum kann breggja sær av betri hagtølum enn Robert Gordon á hesum økinum. -Okkara
- Nei, tað er eitt sindur for strævið, sigur hann. Magnus sigur eisini, at hann gleðir seg ikki til at skula fara frá børnunum aftur. - Eg hevði viljað, at starvsvenjingin var eitt sindur longri. Nú eri [...] alt uttan at vera til skips og at arbeiða millum børn. At fara til skips verður tað síðsta, eg nakrantíð geri, og so var bert at fara í gongd við børnini. Meðan vit tosa við Magnus, standa fleiri 7 ára [...] starvsvenjingartíð teirra. Vinirnir báðir høvdu hug at royna okkurt øðrvísi, nú teir fingu møguleikan til tað, og tí valdi teir at fara at arbeiða millum børn. Hóast teir royndi at sleppa í sama stað, so eydnaðist
Tað var í nátt, at løgreglan í Klaksvík hevði trupulleikar av útlendskum sjómonnum. Í fyrstu atløgu varð løgreglan boðsend tí ein sjómaður leikaði í inni á einum skeinkistaði, har hann breyt ein rút. Løgreglan [...] talan kann vera um fleiri. Løgreglan hevur síðani einki frætt frá nøkrum, sum manglar eina súkklu. Men tað er eingin ivi um, at onkur er góður við súkklurnar, tí tær eru allar í góðum standi og lata til at
túrinum. Hetta var ein fullur túrur í longd, og hetta er so ein byrjan, sum hann tekur til. Reiðarin vísir á, at fiskiskapurin eftir gulllaksi kann vera rættiliga skiftandi frá degi til dags, og tað vísir seg [...] Gulllaksavertíðin er júst byrjað, og aftur í ár eru tað trý partrolarapør, sum eru farin á gulllaksaveiði eins og undanfarnu mongu árini. Tvey av skipunum eru Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum hava partrolað [...] seg vóna, at vertíðin fer at eydnast. In.fo kann leggja aftrat, at Eysturbúgvin og Vesturbúgvin eru inni aftur í dag við 315 tonsum av gulllaksi, sum teir leggja upp á Toftum.
Maria, prinsessa, var í farnu viku í Føroyum og vitjaði felagið í samband við 25 ára føðingardagin hjá felagnum. Heidi Aagaard fegnast um autismuflokkarnar í studentaskúlanum í Føroyum. - Tað er so týdningarmikið [...] tørvur á arbeiðstilboðum. - Vit mugu hava skipað og tillagað arbeiðstilboð til hesi fólkini. Tey sita inni við nógvari vitan, sigur hon. Kanningar í Danmark vísa, at tey eru effektivari arbeiðsfólk enn onnur [...] ikki tørv á fleiri enn 25 tímum at gera sama arbeiði, sum onnur brúka eina heila arbeiðsviku um. - Tað krevur tó, at arbeiðsumstøðurnar eru tilrættalagdar teirra tørv, men sum er mangla slík tilboð her
hava øl, vín og sterkaru sløgini, og í mati hava tey pizza, kebab og fisk & kips. Hon sigur, at tað er tað yngra fólkið, sum serliga keypir pizza og kebab, meðan tey tilkomnu og eldru ofta velja sær fisk [...] Scotty’s. Nýggja barrin, sum eisini borðreiðir við mati, húsast í bygninginum, har Glasstovan á Tvøroyri var áður - ella at kalla beint yvir av stóra Bónus-handlinum miðskeiðis á Tvøroyri. Hølini eru sett í stand [...] og innbjóðandi. Úti í túninum standa borð og benkur, har eini 16 fólk kunnu sita, og sitiplássini inni eru eini 45 í tali. Simona Bjarkadóttir Jensen sigur, at í Scotty’s fæst bæði matur og drekka. Tey